- Tað er kanska júst í slíkum støðum, sum tann eg eri í nú, at tað ikki er so stuttligt at vera ein almennur persónur. Fólk vita, hvør tú ert, og tey síggja og hoyra, at alt ikki er, sum tað plagar at vera. Og so er tað, at tey byrja at tosa um teg, sigur 61 ára gamli Elis Poulsen, sum man vera eitt av kendastu fjølmiðlafólkunum í Føroyum.
Í november mánaði í fjør fekk hann staðfest Parkinson. Ein sjúka, sum millum annað hevur ávirkað vøddarnar í fingrunum, andlitinum og eisini røddina hjá fólkakæra útvarpsmanninum.
- Lívið gongur sína gongd, hóast eg eri blivin sjúkur. Nú royni eg bara sum frægast at venja meg við ein øðrvísi gerandisdag, sigur Elis Poulsen.
Merkti smáar broytingar
Tað var í januar mánaði í fjør, at Elis Poulsen legði til merkis, at alt ikki var, sum tað plagdi.
- Eg var ikki væl fyri. Eitt nú legði eg merki til, at eg hevði trupulleikar við rørslunum í tveiumu fingrum á aðru hondini, og eisini var tað blivi strævnari hjá mær at syngja, tá eg var í kirkju. Tað var soleiðis, eg bleiv varugur við, at alt ikki ruggaði rætt, fortelur Elis Poulsen og heldur fram:
- Tað var alt eitt sindur løgið, og eg byrjaði at hugsa, hvat hetta mundi vera fyri nakað. Eg hevði skjótt varhugan av, at mær bagdi okkurt álvarsligt, og at hetta ikki bara var nakað fyribils, sigur Elis Poulsen.
Tíðarskeiðið, tá Elis Poulsen byrjaði at merkja broytingarnar í kroppinum, hevði hann leingi kent seg ótryggan og undir einum ávísum trýsti orsakað av rationaliseringum, sum blivu gjørdar í Kringvarpinum, har hann hevur starvast í skjótt 25 ár. Sjálvur heldur hann, at hetta hevur ávirkað heilsuna.
- Uppsagnir fóru fram á stovninum, og vit vóru øll óttafull. Sjálvur bleiv eg settur niður í tíð, og tað tók eg mær eitt sindur nær. Á einum fundi í januar mánaði segði stjórin, at nú blivu ikki fleiri broytingar gjørdar á hesum sinni, og tá var tað líkasum, at tað lætnaði fyri mær, men samstundis var tað tá, at eg av álvara merkti, at eg ikki hevði tað so gott, greiðir Elis Poulsen frá.
Hann royndi tó sum frægast at hava ein vanligan gerandisdag, hóast hann visti, at okkurt bagdi sær.
- Eg tosaði við tey nærmastu um heilsustøðuna, men annars helt eg alt meira fyri meg sjálvan. Eg hevði tað gott sum so, men hugsaði um, hvat fór at henda tíðina frameftir, tá eg nú merkti broytingar við tveimum fingrum og eisini røddini.
Staðfestu Parkinson
Tað gekk ikki long tíð, og so fór Elis Poulsen til læknan, tí løgna kenslan í fingrunum og broytingarnar í røddini, fingu hann og hansara nærmastu at stúra fyri álvarsamari sjúku.
Leingi gekk hann til ymsar kanningar, men læknarnir høvdu trupult við at staðfesta nakra ávísa sjúku. Eitt skifti var hann eisini í Íslandi, har hann sjálvur kennir onkrar læknar og serfrøðingar innan neurologiska økið. Men heldur ikki har dugdu tey at siga, hvat honum feilti.
Í november mánaði í fjør bleiv Elis Poulsen sendur til Danmarkar, har hann var í næstan ein mánað. Eftir at hava verið kannaður fyri alskyns sjúkur, kundu læknarnir endiliga siga honum, hvat honum bagdi.
- Eg visti ongantíð veruliga, hvat teir kannaðu meg fyri, og tí hugsaði eg um nógvar ymsar sjúkur, sum eru nógv meira álvarsamar enn Parkinson og eru enntá deyðiligar. Onkursvegna var tað tí eitt lætti, tá læknarnir í Danmark søgdu, at eg hevði Parkinson, fortelur Elis Poulsen, sum sjálvandi fekk ein hvøkk, tá boðini komu.
- Tað fyrsta, eg hugsaði, var, hvussu álvarsamt hetta mundi vera, og hvussu skjótt tað fór at ganga skeiva vegin hjá mær. Tíbetur vísir tað seg, at eg eri rímiliga væl fyri í mun til aðrir sjúklingar við Parkinson. Nú havi eg ein svág í Íslandi, sum hevur havt Parkinson í eini 18 ár, so eg kendi eitt sindur til sjúkuna, sigur Elis Poulsen.
Óbodni gesturin
Tá Elis Poulsen hevði fingið staðfest Parkinson, fór hann aftur til Føroya og til tann vanliga gerandisdagin.
- Eg segði við meg sjálvan og mínum nærmastu, at lívið má ganga sína gongd, og nú mugu vit sum frægast royna at liva víðari, hóast eg havi hesa sjúkuna. Og so setti eg mær fyri, at skal eg megna at liva við Parkinson, má eg taka sjúkuna sum ein óbodnan gest, ið eg sum frægast má royna at gera til ein vin, sigur Elis Poulsen, sum longu dagin eftir, hann var komin heim úr Danmark, fór aftur til arbeiðis í Kringvarpinum.
Hann vildi helst hava, at lívið helt fram sum vanligt, hóast hann nú hevur Parkinson.
- Tá familjan og tey nærmastu annars fingu boðini, blivu tey sjálvandi kedd. Vit hava havt sjúku í familjuni í nógv ár, so á tann hátt duga vit at taka tað. Vit skilja, hvussu tað er. Eftir at eg hevði fingið staðfest Parkinson, løgdu vit eina ætlan fyri framtíðina, har vit søgdu, at nú broyta vit eitt sindur upp á lívið, og so skal alt nokk fara at ganga. Og tað er tað vit gera – vit royna at liva tað normala lívið og njóta tær góðu løturnar, meðan vit hava tær, sigur Elis Poulsen.
Hildu meg vera fullan
Hetta seinasta árið hava fólk so við og við lagt til merkis, at Elis Poulsen er nakað broyttur.
- Tað bæði sæst og hoyrist á mær. Eitt nú hava fólk hildið meg verið súran, tí eg ikki síggja eins glaður út í andlitinum, og eg plagi. Eisini hevur onkur hildið meg verið fullan, tá eg havi tosað í útvarpinum, men tað er sjúkan, sum ger, at vøddarnir í hálsinum gerast meira slappir, og tí havi eg ikki so gott tamarhald á røddini, sigur Elis Poulsen og heldur fram:
- Longu tá eg var í Danmark gingu søgur um, at eg feilti bæði eitt og annað. Søgur sum als einki hald var í. Men tað er nakað, ið vit sum familja hava upplivað fyrr, tá dóttir okkara var sjúk, so tað at fólk gjørdu sínar egnu gitingar var nakað, vit kendu alt til, sigur Elis, sum tó ikki hevur tikið sær tær mongu ósonnu søgurnar nær.
- Familjan hevur altíð havt tann hugburðin, at lat tey um tað, vit vita, hvussu vit hava tað, og hvør veruleikin er, sigur Elis Poulsen.
Tað er ikki fyrr enn nú, nakrar mánaðir eftir at sjúkan bleiv staðfest, at Elis Poulsen velur at traðka fram alment og fortelja um sjúkuna.
- Mann skal finna útav, nær tíðin er búgvin til, at mann kann fara út og fortelja tað. Eg veit, at søgur hava leingi gingið, og fólk hava tosað um meg og gitt seg til ymsar sjúkur. Onkuntíð hugsi eg, hví tey ikki bara spyrja meg beinleiðis heldur enn at gera søgur, sum einki hald er í, sigur Elis Poulsen.
Hevur góðar vónir
Spurdur, hvussu hann hevur tað í dag, er hann skjótur at svara.
- Eg havi tað ólukksáliga gott. Eg eri glaður og veit, at eg kann fáa nógv góð ár afturat, tí hóast onkrar avbjóðingar eru, so doyrt tú ikki av Parkinson, sigur Elis Poulsen, sum roynir at gera sítt til, at hann kann liva best møguligt við sjúkuni.
- Eg royni at røra meg nógv, gangi túrar, venji fitness og dansi nógv. Tað hjálpir væl og er eisini við til, at eg ikki nýtist at fáa so sterkan heilivág, fortelur Elis Poulsen.
Hann dylir tó ikki fyri, at hann hevur gjørt sær ymsar tankar um starvið sum útvarpsmaður, nú røddin er ávirkað av sjúkuni.
- Eg vóni bara tað besta, og at eg kann halda fram við mínum starvi eitt sindur enn. Sjálvandi eri eg til tíðir eitt sindur bangin um, hvussu alt hetta nú fer at laga seg, tí eg elski mítt starv og føli, at eg havi eina rúgvu, sum eg vil náa at gera sum útvarpsmaður. Eg má bara taka tað, sum tað kemur og royna at síggja tað góða og positiva í lívinum og takka fyri, at eg yvirhøvur havi fingið ta gávuna at vera her á foldum, sigur Elis Poulsen.