Anna Olsen, fødd Nystrøm tann 8. desember 1915, er dóttir Jóhannu Louisu f. Jacobsen og Jóan Símun Nystrøm. Jóhanna var av Syðradali og Jóan Símun av Húsum. Anna traðkaði sínar barnaskógvar á Húsum. Bleiv eisini konfirmerað har áðrenn húskið í 1930 flutti til Klaksvíkar har Jóan Símun hevði fingið arbeiði og fór undir at byggja teimum nýggj hús á Ziskatrøð. Anna og tvillingsbróður hennara eru næstelst av 5 systkjum, 2 beiggjar og 3 systrar. Av teimum hevur Anna nú bert systrina Julionnu Sivertsen eftir. Hon býr í Klaksvík.
Komin til Klaksvíkar sum 15 ára gomul fór Anna at tæna m.a. hjá Dávur í Gerðum. Sum 17 ára gomul fekk hon og vinkonan Frida hjá Sofusi hjá bakarnum tilboð um at koma til Íslands at tæna. Tað var á garði á Fagraskógi á Norðurlandinum. Har vóru tær einar 8 mánaðar. Afturkomin fekk hon húspláss á posthúsinum suðuri í Vági, og har var tað at hon møtti Carl Herup Olsen. Tey funnu saman og giftust 28. oktober 1942 í Klaksvík har tey búsettust. Anna fekk pláss í Kjølbrohandlinum á Stongunum og Carl fekk starv á skrivstovuni hjá Kjølbro. Tey bygdi sær hús á Gørðum, sum tey tó seldu í 1949, tá tey gjørdu av at flyta til Danmarkar. Eftir at hava búð eitt ár í Keypmannahavn 1949-50 flutti tey heimaftur, nú til Havnar, har Carl setti á stovn heilsøluna Farodane.
Saman fingu tey børnini Ólavur og Jóngerð sum eru fødd í Klaksvík og Regin, Randi og Jósvein fødd í Havn. Øll 5 eru gift og búsitandi í Havn. Síðani eru komin 13 ommubørn og 4 langommubørn.
Carl andaðist fyri góðum ári síðan 86 ára gamal, og untist teimum sostatt eitt langt lív saman. Vóru fegin at síggja børnini mennast og standa á egnum beinum og á rætta vegnum. Tey fingu nógv vinfólk sum teimum dámdi væl at hugna sær saman við bæði heima og á mongu ferðunum saman úti í verð.
Tey fyrstu árini í Havn búði familjan í ovari hæddina hjá Farodane á Tinghúsvegi 7. Fyrikomandi og gestablíð sum Anna altíð hevur verið, var heimið nógv vitjað bæði av skildfólki sunnanífrá og norðanífrá, umframt av útlendskum handilsvitjandi. Harafturat komu skrivstovufólkini hvønn dag uppá til Annu at fáa sær kaffi og heimabakaðar køkur. Hon var Carli ein sera hollur stuðul í hansara ídna arbeiði at menna Farodane, og sum ídag er ein av teimum størru fyritøkunum í býnum.
Seinni fluttu tey so í nýggj stór hús á Landavegnum, har Anna ídag býr einsamøll. Hon er tó heppin og fegin um at øll børnini við familju búgva í Havnini og javnan eru rundan um hana.
Anna er sera fitt í hondunum. Hevur ongantíð duga at sett seg niðurat uttan stokkar ella nál í hond. Og mangt eitt snøgt plaggið hevur hon úr hondum greitt til børn og barnabørn. Anna mundi vera ein av teimum fyrstu kvinnunum í Føroyum sum fekk sær bindimaskinu, og væl lá fyri. Eisini hevur hon altíð havt stóran áhuga í tí sum grør bæði inni og ikki minst í urtagarðinum. Tað kunnu flestøll ásanna sum ganga framvið á Landavegi 48. Hóast aldurin, er Anna væl fyri. Hon er røsk og passar sjálv hús og hava.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.