Roald Blåsvær farin

Fríggjadagin fyri jól andaðist Roald Blåsvær í Havn, 91 ára gamal.
Roald var føddur á Skála 28. februar í 1919, og vóru foreldur hansara Marin Dorteha Durhuus, sum var ættað av Eiði, og Karl Ludvig Larsen Blåvær, sum var úr Kristiansund í Noreg. Hann kom til Skála Skipasmiðju sum ungur og gjørdist bedingsmeistari har í nógv ár. Roald var yngstur av sjey systkjum.
Eg kom at kenna Roald seinast í áttatiárunum, tá vit gjørdust grannar niðri í Gongini. Eg í Nýggjustovu og hann í Funningsstovu. Roald var tá farin um pensjónsaldur, og hóast hann var einsamallur - og tyktist trívast best við tí, so var hann prátingarsamur og vitjaði javnan inn á gólvið í Nýggjustovu, meðan umvælingin stóð uppá. Tá húsini vórðu liðug, og vit vóru flutt inn, tá kom hann ikki á gátt meira - sum um, at hann tá helt, at nú var nóg mikið.
Roald var egin, hann var nokk tað, vit kunnu kalla serur. Men komst tú í prát við hann, so kundi hann saktans práta - og greiða frá ymsum, sum honum hevði verið fyri úti í stóru verð. Hann hevði siglt úti í mong ár, og búði í Amerika. Hann hevur fortalt, at hann búði í New York, Seattle og San Fransico í 19 ár. Eg spurdi hann, hvussu hann búleikaðist - um hann hevði hús ella íbúð ella kamar. Nei, hann búði á hotelli. Á hotelli, spurdi eg, í 19 ár?
Soleiðis livdi hann, eins og mangir aðrir ungir menn í mong, mong ár. Hann sigldi, og tá hann ikki var til skips, so var hann í landi í Amerika og vitjaði ikki heima.
Eg havi hoyrt okkurt um, at Niels Juel fleiri ferðir lá eftir Roaldi at fáa hann at greiða frá lívsleið síni, men tað var hann ov serur til. Hann hevur heilt víst havt eitt rættiliga spennandi lív at sagt frá - og uttan iva hevði Niels Juel dugað væl at fingið hann at greitt frá, um hann vildi.
Og hóast grannar í so mong ár, so kendi eg ikki Roald betur enn so, at eg fekk nógv at vita frá Derhardi presti við jarðarferðina í kirkjugarðskapellinum sunnudagin fyri jól.
Derhard prestur segði í líktaluni, at Roald, eins og so nógvir aðrir føroyingar, gjørdist sjómaður:
»Hann fór út at sigla undir seinna heimsbardaga við teimum sameindu. Hann búsettist í Amerika og sigldi millum annað undir Koreakrígnum við amerikanskum skipum. Hann sigldi eisini við handilsskipum í eina tíð, til hann flutti heimaftur til Føroya í seinnu helvt av 50-unum, eftir at hava verið burtur í mong ár.
Heimaftur komin fór hann at arbeiða hjá Skipafelagnum sum lossingarmaður og var har, til hann fór frá við pensión.
Roald var ógiftur, keypti sær hús í gomlu havnini “Úti á Reyni”, har hann búleikaðist til hann flutti á Tjarnargarð, har hann treivst væl.
Sum typa dámdi Roaldi væl at vera fyri seg sjálvan. Hann var friðarligur og ikki ein maður av nógvum orðum. Men í síni stillu medferð var hann virkin. Roald var nevniliga fittur í hondunum og brúkti tí nógva tíð til at putlast við ymiskt handaligt. Eitt úrslit av hansara dugnaskapi hesum viðvíkjandi er eitt relief, sum Roald hevur havt hangandi í sínum kamari á Tjarnargarði.
Eisini dámdi Roaldi at lesa. Dostojevski og Shakespeare eru bara tveir rithøvundar, hann las, og man má siga, at teir eru ikki bara bara at fara í holt við. At lesa Shakespeare man kortini hava verið lættari fyri Roald vegna tey nógvu árini, hann hevur tosað enskt. Hetta enska málið hjá honum var eisini nakað, sum til tíðir kom fram seinastu tíðina, nú Roald var mettur av døgum. Tað hendi meiri enn so, at hann tosaði enskt við føroyskar læknar, sjúkrarøktafrøðingar og onnur, sum sjálvandi tosaðu føroyskt við hann. Báðir partar skiltu í høvuðsheitum hvønn annan, tá ið komið var til stykkis.
Jú, vit eru samlað fyri at minnast Roald Meinhard Larsen Blåsvær, men minnið um hann verður framyvir hildið uppi við tykkara samtalu um Roald«, segði prestur.

Nú segði eg, at Roald ikki vitjaði okkum grannar so nógv - hann er ikki tann, sum hevur slitið gáttir hjá grannunum í gomlu Havnini. Men tá eg fyri nøkrum árum síðani fór undir at umvæla Baianstovu, tá kom Roald aftur á gátt. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað var nú løgið, at hann bara kundi vitja grannahus, tá tey stóðu í gerð, men tað var helst handverkið, sum hevði hansara áhuga. Og meðan vit standa inni í stovuni og hyggja yvir á Vertshúsið, sum tá ongan góðan hevði, so fóru tankarnir hjá honum at sveima. Hann fortaldi um fyrstu ferð, hann var í Havn. Hetta var í 1936 við pápa sínum. Pápin búði altíð á Hotel Djurhuus, og tað gjørdu fegðarnir eisini hesaferð.
Roald greiddi so livandi frá, tá teir sótu í matstovuni á Vertshúsinum, at hesin prúði bóndin úr Kirkjubø sat har. Tað hugtók hann. Men tað sum hugtók hann serliga var, at prátið gekk um hendan raska mannin í Týsklandi, sum nú skuldi fáa skil upp á tað heila, Adolf Hitler. Lítið vistu teir tá, hvat bølmenni hann var, segði Roald, men hann mintist væl, hvussu hugtakandi prátið gekk hjá hesum monnum um Adolf Hitler.
Seinnu árini hava vit ikki sæð nógv til Roald. Jógvan Tróndarson, bróðirabbasonurin, segði mær fyri fáum vikum síðani, at hann hevði koyrt ein túr við honum. Teir koyrdu fram við Kongabrúnni, men Roald ikki so frægt sum hugdi yvir á Funningsstovu. Jógvan helt, at hann vist als ikki, at hann átti húsini.
Roald er nú farin, mettur av døgum. Friður verið við minnið um Roald Blåsvær.
-----------
Eirikur