Einskiljing av Føroya Tele undir land

-Fyrireikingarnar at einskilja FT eru komnar undir land, so nú er ikki langt eftir til endaligu politisku viðgerðina. At vera komin undir land er betryggjandi, men tað er har politisku skerini liggja, so næstu mánaðirnir fara at avdúka, hvussu vit í semju megna at skrúva saman endaliga einskiljingarleistin, har vit samansjóða kapping á fjarskiftismarknaðinum saman við framhaldandi menning av FT segði Bjarni Djurholm, landssstýrismaður á samkomu í Føroya Tele fríggjadagin.

Rættiliga fitt av fólki varð komið saman í nýggja og stásiliga bygninginum hjá Føroya Tele fríggjadagin at siga Andras Róin, stjóra farvæl og bjóða tí nýggja stjóranum Kristian Davidsen, vælkomnan. Teirra millum var landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm. Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin til hesa móttøkuna nú Andras

Bjarni Djurholm vísti á, at tað krevur sum mann at vera stjóri í FT Sessurin er krevjandi og fer áhaldandi at vera krevjandi eisini nú Kristian Davidsen tekur við. Og hann helt fram:

-At vera stjóri í fjarskiftisfyritøku krevur, at stjórin er kreativur, innovativur og kanska ikki minst risikovilligur.

Samskiftisumhvørvið broytist alsamt, so er tú ikki við, ja so fert tú aftur við borðinum, og tað er treytaleyst. Tí krevst nógv av leiðsluni í FT.

Síðani Andras Róin tók við er FT farið frá fortíðini inn í framtíðina. Andras tók við avbjóðingunum og var exponetur fyri teimum broytingum sum hendu síðani. Og tað var mest at rokna sum ein kollvelting.

Stovnurin gjørdist til partafelag, og Føroya Tele hevur síðani virkað í kapping.

Broytingin kom í tøkum tíma. Fjarskifti er eyðkent við stórum tekniskum byltingum og framburði, sum hevur við sær vaksandi tørv og krøv frá kundunum.

Eisini broytist samfelagið alsamt, sum aftur er treytað av menningini av fjarskiftisveitarunum.

Nú er so næsti leikur fyri framman. Fyrireikingarnar at einskilja FT eru komnar undir land, so nú er ikki langt eftir til endaligu politisku viðgerðina.

At vera komin undir land er betryggjandi, men tað er har politisku skerini liggja, so næstu mánaðirnir fara at avdúka, hvussu vit í semju megna at skrúva saman endaliga einskiljingarleistin, har vit samansjóða kapping á fjarskiftismarknaðinum saman við framhaldandi menning av FT.

Rós
Landsstýrismaðurin vendi sær beinleiðis til fráfarandi stjóra Andras Róin og segði, at hansara lutur hevur ikki ligið eftir.

-Tú hevur megnað, saman við nevnd og starvsfólkum, at borið Føroya Tele ígjøgnum broytingar frá almennum stovni til partafelag í kapping.

Eisini er tað tær til rós, at føroyska innanlanda- og uttanlandsfjarskiftiskervið er tíðarhóskandi og at javnur streymur av nýggjum tænastum til kundarnar hevur verið meginreglan farnu árini.

Tíni evni fyri góðari starvsfólkarøkt er ein av orsøkunum fyri succesina. Hetta var serliga sjónligt tá Telefonverkið skifti til partafelag og har tað eydnaðist at fáa øll starvsfólkini at vera viðspælara. Ein sólskinssøga.

Og ikki minst, so letur tú ein fyritøku til tín eftirmann, har úrslitini árliga aftaná skatt hava ligið um tær hálvthundrað mio kr. Stóra takk fyri tað.

Megnaruppgáva
Frá fráfarandi stjóranum vendi Bjarni Djurholm sær til nýggja stjóran Kristian Davidsen og segði, at hann hevur nú tikið við hesi megnaruppgáva at standa á odda fyri Føroya Tele.

-Eri vitandi um at tú hevur góðar fortreytir at røkja starvið bæði fakliga og tá tað ræður um leiðsluroyndir.

Sum landsstýrismaður í KT- og vinnumálum ynski eg, at Føroyar er ein nýskapandi og altjóðagjørda tjóð við KT sum drívmegi. Føroya Tele er ein sera týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum at náa hesum málinum.

Í altjóða høpi er gongdin tann, at stórur dentur verður lagdur á viðskiftafólkini og at tað serliga eru 3 viðurskifti, sum gera seg galdandi.

Viðskiftafólk í dag og framyvir leggja dent á og ynskja ”connectivity”, ”convenience” og ”cost”. Connectivity merkir, at kundarnir seta fram krav um at atgongd er til fjarskifti altíð og allastaðni, ”convenience” merkir at kundarnir ynskja at tað er hent og høgligt at brúka fjarskifti, og ”cost” merkir, at prísurin skal vera áhugaverdur hjá viðskiftafólkunum.

Teknisku møguleikarnir eru ikki avmarkingin, avbjóðingin er at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólkunum á møti.

Kristian. Eg kenni teg sum ein nærlagdan, ábyrgdarfullan og dugnaligan mann. Tí er tað mín sannføring, at tú fert at megna at bera tann førningin víðari, sum Andras Róin hevur sett frá sær.

Tín vitan og grundsjón er tryggleiki fyri, at FT framhaldandi verður ein spennandi fyritøka í vøkstri. Ein fyritøka sum aðrar kunnu spegla sær í.

At enda takkaði landsstýrismaðurin Andras Róin við at bera honum tey bestu ynski frameftir, og loyvdi sær at vóna, at hansara vitan og førleiki fer at gagna føroyska samfelagnum í aðrar mátar.

-Eisini vil eg ynskja Kristian Davidsen hjartaliga tillukku og tey bestu ynski í nýggja starvinum sum stjóri í Føroya Tele.

Landsstýrismaðurin kunnaði um, at umboð fyri Vinnumálaráðið luttekur á altjóða ITU (International Telecommunication Union) rástevnu í hesum døgum í Hong Kong, og er fokus serliga á framtíðartøknina, á ynskini hjá viðskiftafólkunum og nýggj krøv til fjarskiftislóggávuna.