støðan er so vánalig, at stendur tað til teir, verður ongin lundi í døgverðapottinum á Ólavsøku, hvørki í ár ella tey næstu try árini. Teir báðir mæla nevniliga til, at lundin verður fullkomiliga friðaður [...] árum síðani vórðu næstan 100.000 lundar fleygaðir í Føroyum. - Men í fjør var at kalla púra oyði, tí tá vórðu ikki meiri enn 339 lundar fleygaðir tilsamans í øllum landinum. Av teimum vórðu 300 fleygaðir [...] fleygaðir í Mykinesi, í Stóru Dímun fingu tey bara 18 lundar og í Lítlu Dímun fingu tey 21. - So vánalig hevur lundaveiðan ongantíð verið, tað vit vita um, siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Bergur Olsen og
hittst til ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, umframt, at tær eisini venja. Í gjár varð venjingarhølið málað og øll steypini - væl meir enn 100 í tali - tikin niður at pussa. Rógvumaskinurnar vórðu eftirhugdar [...] eftirhugdar og vaskaðar. Tey hava eisini fingið ein nýggjan venjingarbonk og nýtt stoyddempandi gólv er lagt oman á verandi gólv, har vant verður við vektum. Jú, bæði felag og manningar vænta sær nógv av summarinum
desember 1916 var eg umborð á ferðamannaskipinum Vesta til eitt sjóforhoyr eftir eina óhugnalig ferð til Føroya úr Danmark. Tá ið Vesta var komin til Lindesnes í Noregi var skipið steðgað av einum stórum [...] skuldi senda Vesta til botns. Nú róði stýrimaðurin á Vesta yvir til kavbátin at tosa við skiparan. Hann var sera gruggutur og segði, at um hann gjørdi sína skyldu, so sendi hann Vesta til botns. Men eftir [...] m. Tummas hevur fingið fortalt, at hesi høvdu gjørt sum fólkini í Vágum, at tey høvdu lagt seg í eina torvkrógv. Tá ið tey vóru funnin, var bert tann, sum lá í miðjuni á lívi, meðan hini vóru deyð. Eisini
kunnu eisini selja partabrøv til egið felag. Tað vil siga, at partaeigari kann selja partabrøv til felagið, sum hevur útskrivað tey. Sambært lógini skal skattur rindast, men til ber at søkja Skattaráð Føroya [...] rinda 7,7 mió. kr. í skatti til landskassan (avgjaldið er 35%). Keyparin kundi eisini yvirtaka sjálv vinnutólini, og seta tey í eitt nýtt partafelag, sum hann stovnaði til endamálið. Gamla partafelagið [...] avgjaldið 35% svarandi til 14,3 mió. kr., ið skal rindast til landskassan (skattur verður ikki goldið av partapeningi). Á henda hátt tryggjaði landið sær, at kapitalinntøka og lønarinntøka vórðu nærum eins skattað
Hoydal. Sjálvandi átti hon um ikki annað at kunnað okkum, so kundi hon látið sum um, at vit vórðu tikin upp á ráð. Men hinvegin hevði Høgni Hoydal møguleikan at atkvøða NEI ella blankt á fólkatingi [...] – vit kundu til stuttleika kalla tað eina skulkiskipan. Um ein, sum fer at atkvøða nei ikki møtir upp, so letur ein, sum ætlaði at atkvøða ja vera við at atkvøða. Hetta kalla tey eina »clari [...] Schwartznegger-typu til Libya at handtaka – ella gera av við – Gadaffi. Ella hevur tað so stóran týdning fyri at vesturheimin at royna sína krígsútgerð? Tað má kennast beiskt at vera við til at senda eitt
Landsjúkrahúsinum varð Vera beinanvegin send í Røntguna, har tiknar vórðu myndir av høvdinum. Við nútíðar tøkni vórðu myndirnar av heilanum sendar til Ríkissjúkrahúsið umvegis alnótina. Og her fingu teir staðfest [...] fara til Danmarkar og inn Espøderup, her hon var næstu sjey mánaðirnar. Seinni stóð henni í boða at verða flutt á KURHUS, sum er eitt spesialsentur til heilaskaddar sjúklingar. - Vit fóru so til Dianalund [...] skuldi verið fermdur um várið, men tey avgjørdu at hava hana um heystið ístaðin, soleiðis at mamman kundi vera við. Eftir konfirmasjónina fór Vera so niður til aftur til KURHUS, her nógvir føroyingar hava
um vórðu trý fólk haðani tikin av døgum í Kina í morgun. Tey trý, ein 42 ára gamal maður og tvær 32 og 38 ára gamlar kvinnur, vórðu tikin fyri trimum árum síðani við fleiri kilo av heroini, sum tey royndu [...] verða fólk dømd til deyða, um tey hava meiri enn 50 gram av rúsevni um hendi. -Hetta er ein sorgardagur. Vit royndu alla tíðina at fáa kinesisku myndugleikarnar at útseta avrættingarnar, men til fánýtis, segði [...] Filipsoyggjunum, Jejomar Binay, í einari sjónvarpssamrøðu í morgun. Myndugleikarnir í Manila siga, at tey trý sluppu at vera saman við næstringum tann seinasta tíman.
varð tikin og dømdur sekur í at hava dripið eini hjún í Alabama í 1986. Hjúnini, Fred og Evelyn Blackmon, vórðu lokkað út úr húsum sínum, tvungin til at taka pening úr bankanum og síðan førd til eitt oyðið [...] oyðið stað, har tey vórðu dripin. Hin samseki í málinum, Robert Milstead, fekk lívlangt fongsul. William Glenn Boyd hevur hinvegin havt deyðadóm hangandi yvir sær, og heldur ikki nú fyri avrættingina eydnaðist
hann bløddi illa. Tey, ið vóru við til skurðviðgerðina, vistu ikki, at kúlan, ið John Hinckley hevði skotið forsetan við, kundi bresta hvørja løtu. Tað gjørdi hon tó ikki. Kúlan varð tikin, og á skurðstovuni [...] hvør sjúklingurin var, skiltu tey bilsnu starvsfólkini, at sjúklingurin í teirra kønu hondum var tann nývaldi amerikanski forsetin. Læknin, ið kannaði Reagan, legði skjótt til merkis, at blóðtrýstið h [...] Brady fekk varandi mein av tilburðinum og endaði í rullustóli. Amerikanarar vóru skelkaðir av hendingini. Bara knappar fýra mánaðir frammanundan var John Lennon skotin til deyðis í New York, og Ronald
frá tveimum til tríggjar og síðani fimm ferðir um vikuna, og tað eydnaðist eisini at gera gamla dreymin til veruleika um at keypa blaðið frá Javnaðarflokkinum. Samstundis sum karmarnir vórðu víðkaðir og [...] íblástur hjá Jan til journalistikkin. Útbúgvingarliga gjørdi hann ein umveg, sum helst hevur verið hentur í lívsstarvinum. Eftir málsligt studentsprógv í Hoydølum fór Jan í 1971 niður til Keypmannahavnar [...] í redaktørarbeiðnum. Merkisvert er tað, at tað hevur borið til hjá Jan – samstundis sum hann hevur røkt leiðsluuppgávurnar at leggja til rættis, at ganga undan, at vera íblásari og ikki minst at syrgja