Myndugleikarnir hava víst hesum aftur og sagt, at lógin er trygg og at fylgt verður við gongdini á skattaøkinum, og at Taks hevur reist nøkur mál móti borgarum um kapitalvinningsskatt. Í mai 2010 kom frágreiðing frá Taks um úrslit av eftirlitsarbeiði í samband við kapitalvinningsskattalógina, men okkurt bendir á, at kanningin ikki hevur snúð seg um skatting av vinningi við sølu av gomlum partabrøvum. Tað eru fá, sum hava fingist við evnið, men her skal ein roynd verða gjørd at lýsa skattareglurnar viðvíkjandi gomlum partabrøvum. Viðmerkjast skal, at evnið er rúgvismikið og umfatandi, og tí verða bert partar av lógini viðgjørdir. Greitt verður frá meginreglunum um skatting av partabrøvum eftir gomlu lógini frá 1986 og nýggju lógini frá desember 2001, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri samfelagið.
Skatting av partabrøvum
Øll eru samd um, at vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, og her gongur tað almenna ofta undan við m. a. at hava serreglur á skattaøkinum við tí endamáli, at betra um møguleikarnar hjá feløgunum at geva avlop til íløgur og konsolidering, samstundis sum hetta skal gera tað áhugavert hjá borgarunum at verða vinnurekandi. Reglurnar um lagaliga skatting eru einans galdandi, meðan peningurin er í umfari í sjálvari vinnuni, men so skjótt virði verða flutt til partaeigaran (privatisferuna), skal avgjald/skattur rindast. Harvið fær samfelagið skattakredittin aftur, sum veittur er feløgunum gjøgnum árini.
Eingin uppgerð er fyri, hvussu nógvan pening, landskassin hevur útistandandi í partafeløgum á henda hátt, men givið er, at vit tosa um rættiliga stórar upphæddir.
Hetta við lágum partafelagsskatti minnir um skipanina við eftirlønartryggingum, har borgarin fær skattligan frádrátt fyri inngjøldini her og nú, men tá pengarnir verða goldnir út við eftirlønaraldur, skal skattur ella avgjald rindast til landskassan.
Ójavnt er, hvussu londini skatta kapitalvinning, men flestu, sum vit vanliga samanbera okkum við, hava sum mál, at samlaða skattingin av partabrævavinningi skal verða á hædd við skattingina av lønarinntøku, og hetta hevur eisini verið galdandi í Føroyum.
Partafelagsskatturin hevur verið skiftandi og hevur seinnu árini ligið um 18% og vinningsbýtisskatturin 35%. Við hesum verður effektiva skattingin av útlutanum 46,7% ella ájavnt skattingini av løntakararum.
Inntøka 100,0
P/F skattur (18%) 18,0
Netto í felagnum eftir skatt 82,0
Vinningsbýtisskattur 35% 28,7
Útgjald til partaeigarar, netto 53,3
Skattin av partabrævavinningi eftir gomul skattalógini
Í gomlu lógini um skatting av virðisbrøvum, sum var galdandi árini 1986-2001, vóru tríggir hættir hjá høvuðspartaeigarum at fáa pening úr feløgum:
fáa sær løn
gjalda út vinningsbýti
selja partabrøv
Um partaeigari fekk løn úr felagnum, so varð upphæddin skattað sum vanlig lønarinntøka, meðan vinningsbýti varð skattað við einum avgjaldi upp á 35%. Vinningur við sølu av partabrøvum varð roknaður upp í vanligu skattskyldugu inntøku, men um partaeigari hevði átt partabrøvini í meira enn 10 ár, varð vinningurin skattafríur.
Gamla lógin var einføld, tá talan var um vinningsbýtisskatt, og almenna fatanin er, at lógin livdi upp til málsetningin, at løntakarar og partabrævaeigarar vóru nøkulunda eins skattaðir.
Hetta var partvíst eisini galdandi fyri sølu av partabrøvum eldri enn 10 ár, hóast lógin segði, at vinningurin var skattafríur. Orsøkin til hetta er, at keyparin skuldi ogna sær partabrøvini úr egnum lumma ella við at taka lán, sum skuldi gjaldast aftur við pengum, ið vóru skattaðir ca. 50%, og tí kundi tað verða trupult at taka yvir væl konsoliderað felag.
Her er dømi, sum kann lýsa hetta betur. P/F A hevur bókað aktiv fyri 20 mió. kr., innistandandi 24 mió. kr., partapeningur 1 mió. kr., uppspart avlop gjøgnum árini 41 mió. kr. og skuld 2 mió. kr.
Um keyparin yvirtók partabrøvini, so átti hann sum útgangspunkt at keypt tey fyri áljóðandi eginogn, tvs. 42 mió. kr., men av tí at tað hvíldi skattur á partabrøvunum upp á 35%, hevði keyparin ynski um, at kostnaðurin lækkaði 14,35 mió. kr. (eingin skattur skuldi rindast av partapeninginum, og tí verður skattaupphæddin 35% av 41 mió. kr.). Í síðsta enda var tað ein samráðingarspurningur, hvussu nógv rindast skuldi fyri partabrøvini, men alt annað líka, hevði kostnaðurin ligið millum 42 mió. kr. og 27 mió. kr.
Keyparin hevði eisini møguleika at avgreiða handilin við at stovna partafelag, sum skuldi eiga partabrøvini (holdingfelag), men av tí at partafeløg skuldu gjalda vinningsbýtiskatt, vóru eingir skattligir fyrimunir í hesum, og tí var hetta við holdingfeløgum so at siga ókent fyribrigdi undir gomlu lógini.
Í nevnda dømi varð keyparin noyddur at útvega millum 27 og 42 mió. kr. í fígging fyri at kunna yvirtaka felagið. Um keyparin ikki hevði tøkan pening til endamálið, so kundi hann taka upp lán. Árliga gjaldið á annuitetsláni upp á 30 mió. kr. við 6% í rentu og 20 ára afturgjaldstíð er 2,6 mió. kr. Keyparin skuldi sostatt heva sær løn, sum er omanfyri 5 mió. kr. bara fyri at rinda lánið aftur.
Av tí at tað í nevnda dømi kundi verða ov møtimikið hjá keypara at útvega fígging, varð seljarin ofta noyddur at niðurkapitalisera felagið við at taka sær vinningsbýti, so at eginognin svaraði til eina upphædd, sum keyparin megnaði at rinda.
Um keyparin ikki hevði ráð at yvirtaka P/F A fyri bókaðu eginogn á 42 mió. kr., men bert megnaði at útvega 20 mió. kr. í fígging, varð seljarin noyddur at niðurskriva partapeningin í felagnum við 22 mió. kr. og harvið rinda 7,7 mió. kr. í skatti til landskassan (avgjaldið er 35%).
Keyparin kundi eisini yvirtaka sjálv vinnutólini, og seta tey í eitt nýtt partafelag, sum hann stovnaði til endamálið. Gamla partafelagið hevði so bert kontantan pening og møguliga eina skattarokning í samband við avhendingina av rakstrargøgnum v. m. Gamli partaeigarin kundi so fara undir nýtt virksemi ella heva peningin út sum løn ella vinningsbýti. Í døminum niðanfyri er endaliga útlutanin 42 mió. kr. og avgjaldið 35% svarandi til 14,3 mió. kr., ið skal rindast til landskassan (skattur verður ikki goldið av partapeningi).
Á henda hátt tryggjaði landið sær, at kapitalinntøka og lønarinntøka vórðu nærum eins skattað, og skattakreditturin (lánið), ið felagið hevði fingið frá landinum gjøgnum árini, varð rindaður aftur til samfelagið.
Dømið omanfyri vísir, at ásetingin í gomlu lógini um, at vinningur við sølu av partabrøvum eldri enn 10 ár var skattafríur, skal takast við ávísum fyrivarni.
Nýggja lógin um skatting av partabrøvum (kapitalvinningsskattalógin)
Gamla lógin um skatting av virðisbrøvum varð vorðin stirvin og ótíðarhóskandi. Millum annað var trupult at umskipa feløg, so hvørt sum vinnufortreytirnar broyttust eitt nú í samband við ættarliðskifti, og tí var farið undir at gera nýggja lóg á økinum, og í desember 2001 varð gamla lógin frá 1986 so avloyst av kapitalvinningsskattalógini. Nýggja lógin fevnir um skatting av virðisbrøvum, vinningsbýti og rentu og tykist á mangan hátt at vera einføld og greið og meira tíðarhóskandi enn undanfarna.
Í lógini eru serligar reglur fyri partabrøv, sum eru útvegað fyri 16. november 2001, og røddir hava verið frammi um, at møguliga eru veikleikar í reglunum, sum viðvíkja hesum partinum av lógini. Ført hevur m. a. verið fram, at okkurt bendir á, at eigarar av partabrøvum útvegað fyri 16. november 2001, kunnu kanalisera pening út feløgunum uttan at gjalda vinningsbýtisskatt. Her skal ein roynd verða gjørd at vísa, hvussu verandi skattareglur eru, tá partaeigarar fáa pening frá feløgum við
útlutan av vinningsbýti
útgjald í samband við likvidatión av partafelag
útgjald í samband við sølu av partabrøvum til holdingfelag
útgjald í samband við niðurskriving av partapeningi
Viðmerkjast skal, at evnið er umfatandi, og tí verða bert partar av málinum viðgjørdir her.
Útlutan av vinningsbýti
Partaeigarar kunnu heva pening úr feløgum við at gjalda út vinningsbýti. Hetta er mest vanligi háttur at fáa sær pening úr feløgum, um vit síggja burtur frá lønum. Vinningsbýti verður skattað 35%.
Um partaeigari hevar 1 mió. kr. sum vinningsbýti, skulu kr. 350.000 rindast í skatti til landskassan, og sostatt fær partaeigarin kr. 650.000 netto.
Partafelagsskatturin er 18% og saman við skattinum upp á 35%, er samlaða skattingin av vinningsbýtinum 46,7%, sum er áleið tað sama, ið vanligur lønmóttakari rindar í persónsskatti.
Um tað hinvegin er eitt partafelag, sum fær vinningsbýti frá øðrum felag, so skal eingin skattur rindast. Frítøkan kom í lógina í 2006. Hetta er helst orsøkin til, at hóast munandi upphæddir verða goldnar í vinningsbýti, so verður lutfalsliga lítil upphædd rindað til landskassan.
Útgjald í samband við likvidatión av partafelag
Partaeigarar kunnu eisini velja at likvidera felagið og síðani rinda peningin til eigararnar. Áður hava likvidatiónir verið skattaðar eins og vinningsbýti, men 20. desember 2002 kom ein regla í skattalógina, sum sigur, at “útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending” (§ 1 stk. 3). Hetta merkir, at um partabrøvini eru eldri enn 16. november 2001, so kunnu parteigarar likvidera feløgini og heva pening út skattafrítt.
Vit kunnu aftur venda til tølini í dømi 2, har 42 mió. kr. standa á likvidiatiónskontuni, tá øll aktiv og passiv eru avgreidd. Hetta er upphæddin, sum skal gjaldast partaeigaranum, tá felagið verður tikið av.
Sambært áður nevndu grein, er útgjaldið skattafrítt, og í hesum førinum er eigarin sloppin undan at rinda 14,3 mió. kr. til landskassan (35% av 41 mió. kr., tí partapeningurin er 1 mió. kr.).
Tað kann vera, at eigarin er áhugaður at reka fyritøkuna ella partar av henni nøkur ár afturat og tí ynskir at varðveita okkurt av aktivunum. Tað kann t. d. gerast á tann hátt, at eigarin stovnar nýtt felag P/F B.
Í døminum er ognin seld nýggja felagnum fyri virðið í handli og vandli, sum er 20 mió. kr. Um tað ikki eydnast at fáa fígging frá peningastovnum, so hevur partaeigarin eina áogn í felagnum upp á 20 mió. kr., sum hann kann heva skattafrítt, so hvørt sum felagið leggur pening til viks. Um alt gongur væl, so hevur likvidatiónin av P/F A givið partaeigaranum 20 mió. kr. her og nú, og hinar 20 mió. kr. koma so við og við - skattafrítt.
Skattakreditturin, sum felagið hevur fingið frá landskassanum, verður sostatt ikki kravdur aftur, men verður ogn hjá partaeigarunum – í hesum føri 14 mió. kr.
Útgjald í samband við sølu av partabrøvum til holdingfelag
Partaeigarar hava eisini møguleika at selja partabrøvini til eitt nýtt felag, hvørs endamál er at eiga partabrøv í øðrum felag. Í døminum niðanfyri hevur nýggja felagið kr. 125.000 í partapeningi.
Eigarin selur partabrøvini í P/F A til holdingfelagið, sum hann eigur sjálvur, fyri bókað virði, tvs. 42 mió. kr. P/F H fíggjar keypið við lántøku og rindar rentur og avdráttir við at heva vinningsbýti frá P/F A avgjaldsfrítt. Við at velja samskatting við P/F H fær P/F A skattligan frádrátt fyri rentuútreiðslurnar og harvið minni at gjalda í skatt.
Um P/F H fær lán frá fíggingarstovni, so hevur partaeigarin fingið allan sølupeningin upp á 42 mió. kr. her og nú skattafrítt.
Um fíggingarstovnar ikki veita lán, so hevur partaeigarin millumrokning við P/F H upp á 42 mió. kr. Eigarin kann gera tað sama, sum víst omanfyri í samband við likvidatiónir - P/F H fær pening frá P/F A sum vinningsbýti (avgjaldsfrítt) og hevar síðani av millumrokningini við P/F H skattafrítt.
Eigarin hevur ræðið á báðum feløgunum og rekur virksemið eins og áður og fingið pening út skattafrítt. Um eigarin hevði tikið peningin út sum vinningsbýti, hevði hann skula goldið góðar 14 mió. kr. í skatti.
Landið hevði annars møguleikan at krevja avgjald, tá vinningsbýti varð flutt frá P/F A til P/F H. Reglan var sett í lógina fyri at forða skattaspekulatión, men hetta varð broytt við endurskoðanini av kapitalvinningsskattalógini í mai 2006. Upprunaliga var skatturin 35% og í 2002 lækkaður til 20%, men varð tikin av í 2006.
Útgjald í samband við niðurskriving av partapeningi
Eftir lógini skulu útgjald í samband við kapitalniðurskrivingar skattast sum vinningsbýti, men 1. januar 2003 kom í gildi regla, sum gevur partaeigararum møguleika at søkja Skattaráð Føroya um at fáa niðurskrivingina skattaða eftir reglunum um sølu av partabrøvum og á tann hátt sleppa undan at rinda skatt til landskassan. Lógin hevur ongar nærri ásetingar um treytir til feløgini, sum søkja um at sleppa undan at rinda skatt í samband við kapitalniðurskriving, men í viðmerkingunum til lógina verður sagt, at loyvi kann gevast, um niðurskrivingin er grundað á “felagsins vinnuligu viðurskifti”.
Í døminum niðanfyri er niðurskrivingin 50%, og harvið fær partaeigararin útgoldið 21 mió. kr., og av hesum skulu 7,3 mió. kr. rindast landskassanum í skatti.
Fæst góðkenning frá Skattaráð Føroya um at viðgera niðurskrivingina eftir reglunum um sølu av partabrøvum slepst undan at rinda avgjald.
Partaeigarar kunnu eisini selja partabrøv til egið felag. Tað vil siga, at partaeigari kann selja partabrøv til felagið, sum hevur útskrivað tey. Sambært lógini skal skattur rindast, men til ber at søkja Skattaráð Føroya um frítøku á sama hátt sum við kapitalniðurskriving.
Er talan um fjalda útlutan ?
Meginreglan er, at partaeigarar rinda 35% í skatti av vinningsbýti, men dømini omanfyri vísa, at eigarar av partabrøvum útvegaði fyri 16. november 2001, møguliga kunnu fáa pening úr feløgum skattafrítt. Orsøkin til, at ein kemur til hesa niðurstøðu er, at ongar neyvar ásetingar eru í lógini, sum forða eigarum av partabrøvum útvegað fyri 16. november 2001 at likvidera, kapitalniðurskriva og selja til holdingfelag skattafrítt.
Í skattarætti er ein óskrivað regla, sum sigur, at um ongar handilsligar orsøkir liggja aftanfyri, men at avgerðirnar eru framdar við tí fyri eyga at fáa pening úr feløgunum skattafrítt, so hava myndugleikarnir eina generella heimild at meta umskipanirnar ógildugar og krevja skatt av útlutanunum.
Ein kann seta spurningin, um talan er um veruliga sølu, tá partabrøv verða seld til egið felag (holdingfelag), og eigarin á tann hátt fær pening út skattafrítt, hóast eigarin framhaldandi rekur virksemið sum áður. Sami spurningur kann setast, tá felag verður likviderað, og virksemið samstundis verður lagt í annað felag við sama eigara, ið rekur tað víðari, sum um einki var hent.
Møguliga hava myndugleikarnir heimild at kolldøma slíkar umskipanir, um teir meta hetta vera talan um fjalda útlutan og krevja vinningsbýtisskatt, men av tí at ongar verndarreglur eru í sjálvari lógini, og lógin annars tykist greið á økinum, er spurningur, um myndugleikarnir kunnu gera nakað í slíkum føri.
Í hvussu er, eiga myndugleikarnir greitt at melda út, hvussu lógin skal skiljast, og um hetta ikki verður gjørt, so er skjótt til, at siðvenjan innan skatting av kapitalvinningi verður ein onnur, enn myndugleikarnir halda hana vera. Í øðrum londum er vanligt at hava verndarreglur í lógini – m. a. um skatting av holdingfeløgum - sum skulu tryggja, at høvuðspartaeigarar ikki misbrúka lógina, men hesar tykjast vanta í verandi lóg um skatting av kapitalvinningi, tá tað snýr seg um partabrøv eldri enn 16. november 2001.
Dømi eru um onnur lond, sum hava havt líknandi ásetingar um skatting av kapitalvinningi, men hava drigið í land aftur, tá tað gjørdist greitt, hvørjar avleiðingar hetta hevði fyri samfelagið. Hetta hendi m. a. í Danmark í 1980´unum, tá politikararnir varnaðust veikleikar í lógini viðvíkjandi skatting av partabrøvum. Fyri at tippa holini, samtykti Fólkatingið at broyta lógina afturvirkandi.
Vit kenna tað eisini í Føroyum. Í 1990´unum samtykti løgtingið broytingar í táverandi virðisbrævaskattalóg, har vinningsbýti til holdingfelag gjørdist skattafrítt, men fyri at forða skattaspekulatión, varð lógin seinni broytt. Reglan varð flutt yvir í nýggju kapitalvinningsskattalógina, men í mai 2006 samtykti løgtingið at broyta lógina, so at vinningsbýti til holdingfeløg aftur skuldi verða skattafrítt.
Sum nevnt, so eru tað broytingarnar í lógini í 2002 um likvidatiónir og avtøku av regluni í 2006 um vinningsbýtisskatt millum feløg, sum eru atvoldin til, at partaeigarar møguliga kunnu sleppa undan skatting, og sum skilst kann talan verða um rættiligar stórar upphæddir. Undir viðgerðini í løgtingunum í 2001 og 2006 varð einki nevnt um, at tillagingarnar í kapitalvinningsskattalógini fóru at hava fíggjarliga ávirkan fyri landskassan ella samfelagsbólkar.
Avleiðingar fyri vinnulívið
Ilt er at siga, í hvønn mun partaeigarar hava troytt møguleikarnar í lógini at fáa pening út uttan at rinda avgjald til landskassan. Tað eru ábendingar um, at nógv feløg eru umskipað seinnu árini, sum kunnu hava gjørt hetta av skattatekniskum orsøkum. Í fyrispurningi á tingi fyrst í 2007 var upplýst, at síðani 1. januar 2004 vóru 114 feløg, sum høvdu niðurskrivað partapeningin og 117 vóru likviderað. Fleiri feløg hava gjørt hetta fyri at endurskapa eginognina, og onnur send til avtøku vegna insolvens, men tað er sannlíkt, at tað eisini eru feløg, ið hava gjørt hetta av skattligum orsøkum. Nevnast kann eisini, at dømi eru um feløg, sum eru lýst at fara í solventa likvidatión, ið hava rættiliga stórar upphæddir á likvidatiónskontuni.
Hetta við at heva pening skattafrítt er sum nevnt einans galdandi fyri partabrøv eldri enn 16. november 2001. Eftir gomlu lógini hevði hetta ikki borið til (sí dømi nr. 1) og heldur ikki í nýggju lógini fyri partabrøv útvegað eftir 16. november 2001.
Lógin sigur eisini, at eigarar av partabrøvum eldri enn 16. november 2001 kunnu velja nýtt skattligt útveganarvirði pr. 31. desember 2006. Hetta merkir, at øll partabrøv fyri 16. november 2001 skulu virðismetast av nýggjum til virðið í handli og vandli pr. 31. desember 2006, íroknað goodwill. Um vit siga, at munurin millum upprunaliga útveganarvirðið og nýggja virðið pr. 31. desember 2006 er 1 mia. kr., so kunnu partaeigarar í prinsippinum fáa 1 mia. kr. út uttan at gjalda nakað til landskassan. Um vit ímynda okkum, at eitt felag við 100 mió. kr. í eginogn verður sent í solventa likvidatión, so fáa partaeigarnir 100 mió. kr. út og landskassin einki. Sama er galdandi, um felag verður kapitalniðurskrivað ella selt holdingfelag. Skattafrítøkan í samband við kapitalniðurskriving er tó treytað av góðkenning frá Skattaráð Føroya.
Nevnast kann eisini, at um eigari av gomlum partabrøvum fylgir andanum í lógini og útlutar vinningsbýti á vanligan hátt, so skal rindast avgjald til landskassan, men um felagið verður likviderað, kapitalniðurskrivað ella partapeningurin seldur holdingfelag, so skal møguliga einki gjaldast. Hetta kann gera, at lógin eggjar partaeigarum at troyta nevndu møguleikar, meðan høvið býðst, heldur enn at gjalda vinningsbýti á vanligan hátt og rinda 35% í skatti.
Ein avleiðing av hesum er, at ætlanirnar hjá partaeigarum at heva pening úr vinnuni verða framskundaðar. At partaeigarar heva pening úr feløgunum á henda hátt, hevur óhepnar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, tí við hesum fer peningur frá vinnulívinum yvir í privatisferina, og harvið økist skuldin í vinnuni. Trupult verður eisini at fáa rentabilitet í vinnuna, tí skuldin økist, uttan at nýggjar íløgur verða gjørdar, og hetta ger tað torførari hjá vinnuni at endurnýggja seg og standa seg í krepputíðum, og hetta er til skaða fyri føroyska samfelagið. Nevnast kann í hesum sambandi, at Búskaparráðið hevur í sínum seinastu frágreiðingum víst á, at skuldin í vinnulívinum er økt munandi seinastu árini.
Hvat siga myndugleikarnir?
Tað ber ikki til at fáa greitt svar frá myndugleikunum, um peningur verður fluttur frá vinnuni til partaeigarar skattafrítt. Útsagnirnar geva tó ábending um, at teir meta lógina vera trygga, og at tað ikki ber til at fáa pening skattafrítt – heldur ikki frá partabrøvum eldri enn 16. november 2001. Fyri einum ári síðani upplýstu myndugleikarnir, at teir fylgdu gongdini og vóru farnir undir átøk á skattaøkinum fyri at kanna, um hald var í tíðindunum um, at peningur varð tikin úr feløgum skattafrítt. Teir vísti eisini á, at krøv vóru sett móti partaeigarum, og at okkurt mál var í Føroya Kærustovni.
Í mai 2010 kom Taks við tíðindaskrivi um úrslitið av kanningini. Har var m. a. sagt, at teir høvdu hækkað kapitalvinningsinntøkuna hjá borgarum við ca. 30 mió. kr., og skuldi hetta givið landskassanum ca. 10 mió. kr. Tað kom eisini fram, at hækkingarnar høvdu samband við vanligar borgarar, sum høvdu keypt og selt partabrøv. Einki var nevnt um høvuðspartaeigarar – likvidatiónir, kapitalniðurskrivingar og sølu til holdingfeløg.
Myndugleikarnir hava roknskapirnar og uppgerðirnar yvir skattligu útveganarvirðini á gomlu partabrøvunum pr. 31. desember 2006 og umskipanirnar av partafeløgum og hava tí svar upp á, um partaeigarar fáa pengar út skattafrítt - og hvussu stórar upphæddir kunnu hevast á henda hátt.
Ein av meginreglunum fyri innkrevjing av skatti er, at gjaldast skal eftir førimuni, og at býtið av samfelagsins ognum skal vera rættvís. Í Føroyum hava vit progressivan skattastiga, har háinntøkur verða harðari skattaðar enn láginntøkur. Eitt nú skal løntakari, sum forvinnur kr. 300.000, rinda nærum helmingin í skatt, men so er tað spurningurin, um ávís útgjald frá partafeløgum eru undantikin skatting. Sum áður nevnt, hevur landskassin veitt lán fyri stórar upphæddir til vinnuna í samband við skattakredittir. Ein av uppgávunum hjá myndugleikunum er, at tryggja, at landskassans ognir verða umsitnar rættvíst og ábyrgdarfult, og hetta er eisini galdandi fyri útistandandi skattakredittir. Myndugleikarnir hava eisini skyldu at gera greiðar lógir og reglur á øllum økjum – eisini skattalógir - og tryggja, at ásetingarnar eru rímiligar og rættvísar, og at til ber hjá vanliga borgaranum at skilja lógartekstin.
Gjøgnumgongdin av reglunum um skatting av gomlum partabrøvum kunnu geva ábending um, at møguliga er veikleikar í lógini, men tað kann eisini verða, at niðurstøðurnar eru skeivar. Tí hevði verið ynskiligt, at myndugleikarnir greiddu frá, hvussu ásetingarnar um skatting av eldri partabrøvum skulu skiljast, so at ivamál kunnu verða beind av vegnum.