ODDAGREIN: Føroyar atkvøddu fyri kríggi

Fríggjadagin høvdu Høgni Hoydal og Ed­mund Jo­ensen – okkara umboð á fólkatingi – møg­u­leik­an at at­­kvøða í danska fólkatinginum og har­við siga dønum, at vit halda nakað ann­að enn Danmark um tað at fara í kríggj.

Men tað gjørdu teir ikki. Hin­veg­in er Høgni Hoydal firt­in inn á Lene Esp­er­sen, tí hon ikki spurdi okkum og grøn­lend­ing­ar áðr­enn. Tí hon røk­­ir okk­­ara trygd­ar­pol­i­tikk. Og rætt hev­ur Høgni Hoydal. Sjálv­andi átti hon um ikki ann­að at kunn­að okk­um, so kundi hon lát­ið sum um, at vit vórðu tikin upp á ráð.

Men hinvegin hevði Høgni Hoy­dal møgu­lei­k­an at at­kvøða NEI ella blankt á fólka­tingi fríggj­a­dag­in. Men tað gjørdi hann ikki. Hann at­kvøddi fakt­iskt JA. Og ja atkøvddi hann við ikki at møta upp. Og flestu fólk­a­tings­lim­ir hava eina smarta frá­veru­skip­an – vit kundu til stutt­leika kalla tað eina skulk­i­skip­an. Um ein, sum fer at at­kvøða nei ikki møt­ir upp, so let­ur ein, sum ætl­aði at at­kvøða ja vera við at at­kvøða. Hetta kalla tey eina »clarings­skipan«, men slíkari skipan er Høgni helst ikki partur av.

Men hann er ein av teim­um, sum møtti ring­ast upp til løg­tings­fund­ir í fjør. Hann hev­ur funn­ist at Sos­i­al­i­num fyri at al­mann­a­kunn­gera frá­ver­ur­nar hjá ting­fólk­um, tí tær vísa ikki ver­u­ligu mynd­ina av, hvørji ting­fólk gera nak­að til nyttu. Tað kann hann eis­ini hava rætt í, men løg­ting­ið skrá­set­ir á hvørj­um fundi, hvør møtir. Hesi tøl eru al­menn. Men tá man skal sita í parla­ment­um í fleiri lond­um, so sig­ur tað seg sjálvt, at man fær trup­ul­leik­ar at møta upp.

Meðan Høgni Hoydal var lands­stýr­is­mað­ur í 2008 røkti Sjúrð­ur Skaale fólka­tings­starv­ið fyri hann. Sjúrð­ur Skaale stað­festi tá, at tað ber ikki til at gera eitt ord­i­ligt ar­beiði í báð­um parla­ment­u­num. Tí segði hann ting­sess­in frá sær permanent, sum tann fyrsti nakr­an­tíð. Men Høgni Hoydal hev­ur ong­an trup­ul­leika at røkja báð­ar sess­­ir­­nar og at standa á odda fyri and­støð­uni á løgtingi.

Øll eru samd um, at Gadaffi er ein búr­­hundur, sum skal fáast frá vald­i­num. Men er tað nú rætt at bumba land­ið sund­ur og sam­an? Skulu vit hava eitt nýtt Irak? Er tað rætt, at so nógv sivil­fólk skulu líða?

Amerikanarar hava verið fleiri ferð­ir á mána­num. Løg­ið, at teir ikki klára at senda onkra Schwartz­negg­er-typu til Libya at hand­taka – ella gera av við – Gadaffi. Ella hev­ur tað so stóran týdning fyri at vesturheimin at royna sína krígs­út­gerð?

Tað má kennast beiskt at vera við til at senda eitt land í kríggj. Í so máta skilja vit sera væl Høgna Hoy­dal. Men man kann ikki ráða alla­staðni.

Atkvøðugreiðslan í Fólkatinginum fríggjadagin var tó greið: 110 atkvøddu fyri. Eingin ímóti og eingin atkvøddi blankt.