Lundin friðast í trý ár

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, er nú sinnaður at viðgera spurningin um at friða lundan.

Mánadagin hevði hann fund við fuglafrøðingarnar Berg Olsen og Jens-Kjeld Jensen um støðuna hjá lundastovninum. Kanningar hjá teimum báðum hava víst, at støðan er so vánalig, at stendur tað til teir, verður ongin lundi í døgverðapottinum á Ólavsøku, hvørki í ár ella tey næstu try árini.

Teir báðir mæla nevniliga til, at lundin verður fullkomiliga friðaður í trý ár.

Hvussu vánalig støðan hjá lundanum er, kann best lýsast við, at fyri 10 árum síðani vórðu næstan 100.000 lundar fleygaðir í Føroyum.

- Men í fjør var at kalla púra oyði, tí tá vórðu ikki meiri enn 339 lundar fleygaðir tilsamans í øllum landinum.

Av teimum vórðu 300 fleygaðir í Mykinesi, í Stóru Dímun fingu tey bara 18 lundar og í Lítlu Dímun fingu tey 21.

- So vánalig hevur lundaveiðan ongantíð verið, tað vit vita um, siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen.

Orsøkin til vánaligu støðuna er ikki ovurveiða, men føðitrot.

Jacob Vestergaard sigur, at fundurin við fuglafrøðingarnar hevur sannført hann um, at støðan er so hættislig, at okkurt eigur at verða gjørt.

Fuglafrøðingarnir skjóta upp at friða lundan í trý ár fyribils, tí verður meiri føði aftur, verður nógvur lundi at fleyga, men tað verður bara búfuglur, sum verður tikin, tí tær pisur, sum koma undan í ár, koma ikki upp í veiðina fyrrenn um trý ár.

Jacob Vestergaard sigur, at nú fara embætisfólk í fiskimálaráðnum at at kanna eftir, hvat kann gerast og nær, nakað kann gerast.

Men hann er sinnaður at kanna møguleikan fyri at friða lundan.

Støðan er hættislig, so hóast síðsta freist fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið, er farin, umhugsar hann at fáa undantaksloyvi at leggja eitt uppskot fram, so at ein møgulig friðing kann fáa gildi frá í ár.

Annars kann tað ikki verða fyrrenn næsta ár, at lundin verður friðaður.

Talvan vísir, hvussu nógvur lundi er fleygaður síðstu árini í Skúvoy, Viðoy og í Nólsoy.