Jan Müller 60 ár

Í morgin, leygardagin 2. apríl, verður Jan Eiden Müll­er 60 ár. Jan hevur í 40 ár ver­ið partur av føroyska fjøl­miðlaheiminum, og frá 1978 var hann tann fremsti í strembanini at menna Sosialin og í tí sambandi eisini at dyrka aðrar møguleikar fyri samskifi og miðlan, sum seinastu árini eru vornir so mangir og fjølbroyttir.
Barnaheimið var á Landa­vegnum, og tíðindi og miðlar og tað at leggja til rættis og at skipa fyri vóru heilt tíðliga eyðkendir eginleikar.
Jan er havnarmaður. Mamm­an er Mia fødd Han­sen og av Funn­ings­stovu­­slag­num, og pápin var Eid­en Müll­er, sum mundi vera ein av teim­um fyrstu før­oy­ing­un­um við jour­nalist­út­búgving. Hann lærdi á Politik­en og arbeiddi í mong ár á Dimma­lætting, áðrenn hann fór at arbeiða fyri seg sjálvan og skrivaði fyri fleiri útlendsk bløð og tíðindastovur.
Mamma Eiden, Ebba, var úr Slagelse. Zahle, sum var framstandandi radi­kal­­ur politikari og for­sæt­is­­­málaráðharri, var pápa­beiggi hennara. Ebba var gift H. C. Müller, sum var út­­búgvin juristur og vinnu­lívs­maður í Havnini. Hann doyði blaðungur, og Ebba rak síðani virksemið, eitt nú sum DFDS umboð og eitt skifti sum formaður í Reiðarafelagnum.
Mia og Eiden fingu tríggj­ar synir: Frank, Jan og Michael sum allir búgva í høv­uðsstaðnum.
Áhugin fyri samfelags­við­ur­skiftum í breiðum týdn­ingi var góður íblástur hjá Jan til journalistikkin. Útbúgvingarliga gjørdi hann ein umveg, sum helst hevur verið hentur í lívsstarvinum. Eftir málsligt studentsprógv í Hoydølum fór Jan í 1971 niður til Keypmannahavnar, har hann fór undir lest­ur í fornaldarfrøði og sam­fe­­lagsfrøði. Steðgurin var kor­­tini ikki langur, og í 1972 var hann millum teirra, sum fóru undir spildurnýggja støðis­útbúgving í náttúruvísind á Fróðskaparsetrinum.
Tíðliga í tíðini skriv­aði Jan um ítrótt og ung­dóms­viður­skifti í Dagblaðnum, og tað sigst, at tað varð heitt á hann um har at taka størri ábyrgd á seg. Jan vildi tó fegin útbúgva seg meiri. Hann fór á journalistskúlan í Århus í 1974, og tá ið hann leyk prógv fýra ár seinni, hevði hann verið í praktikk í eitt hálvt ár í útvarpinum og í eitt ár á Sosialinum.
Sosialurin gjørdist lívs­verkið hjá Jan. Fyrstu árini arbeiddi hann saman við Torfinni Smith, síðani saman við Kristjani Dahl, sála, og so komu fleiri yngri uppí og vóru við at bera víðari.
Fyrstu árini var tað í trongum umstøðum í Sjúrð­ar­gøtu. At flyta út á Argir mundi kennast sum risa betring av karmunum, og tá ið Sosialurin so flutti heim í Vágsbotn, segði Jan seg kenna møguleikarnar at vera margfaldar, og hann hevur staðið á odda í fleiri ný­skapanum .
Spurningurin hjá floks­politisku bløðunum var meiri nær, enn um lykilin skuldi snarast um. Meðan hini bløð­ini fóru, so eydnaðist tað Jan og feløgum hansara at menna Sosialin. Pressa varð sett í kjallaran á Argjum, út­gávurnar fjølgaðust frá tveimum til tríggjar og síðani fimm ferðir um vikuna, og tað eydnaðist eisini at gera gamla dreymin til veruleika um at keypa blaðið frá Javn­aðarflokkinum.
Samstundis sum karm­ar­nir vórðu víðkaðir og rúmkaðir, so megnaði Jan við sínum stóra hugflogi og arbeiðssemi at stríðast fyri journalistkum dreymum og málum:
Sosialurin setti tíðliga pro­fessionellan fotograf, hann so at siga uppfann Óla Peter­sen sum blaðteknara síðst í áttatiárunum, og teir á Argjum mundu vera millum teir fyrstu í kongaríkinum at bjóða internettænastur. At gera blaðið sjónligt strídd­ist Jan fyri við fyrst at seta redaktiónir kring landið, síðani við rullandi redak­tiónini og so komu Portalurin og Rás2.
Tað hevur altíð verið solt­ið við útbúnum journalistum. Tí hevur verið neyðugt við ungum og hugagóðum fólk­um. Jan hevur givið ungum spírum kjans at royna seg, og tey eru nógv, sum minnast aftur á læruríkt tíðarskeið saman við Jan Müller.
Tað er tiltikið at vera á redak­t­iónsfundi saman við Jan. Hugskotini og vinkl­­ar­nir eru sum mjølið í krukkuni á sinni. At net­verkið hjá fryntliga og eld­hug­aða Müll­er­anum hevur verið so ógvu­liga stórt og víðfevnt er komið væl við í redak­tør­arbeið­num.
Merkisvert er tað, at tað hevur borið til hjá Jan – sam­stundis sum hann hevur røkt leiðsluuppgávurnar at leggja til rættis, at ganga und­an, at vera íblásari og ikki minst at syrgja fyri góð­um trivnaði – at dyrka nýtt journalistiskt lendi. Ser­liga hevur hann verið hug­tikin av og skrivað um teir, sum hava roynt okkurt alternativt: svartkjafturin og Jens Eli Ellefsen og Mort­­an Johannesen, aling av síl­um og laksi og Andrias Rein­ert, aling av gággum og kræklingi hjá Knút Nolsøe, vatnorkuútbyggingin hjá SEV og møguligar um­hvørvisligar avleiðingar, John Smith, sáli, og burð­ar­dygg fiski­vinna, kald­baks­bátarnir og royndirnar hjá Guttormi Djurhuus, sála, í India, ferða­frásøgnir úr Egypta­landi saman við Hermani Jacob­sen, sála´og kolaferðin til Svalbard saman við Tormóti Dahl, sála, vóru dømi um hetta.
Nógvu tey seinastu árini hevur oljan – ella OL Jan sum tað viðhvørt verður sagt í Miðlahúsinum - verið á dagsskránni, og tað er ikki eiti á oljusambondum, sum Jan hevur kring all­an knøttin. Hann hevur ferð­ast víða og eitt nú lýst olju­vinnuna í Alaska, og fleiri ferðir hevur hann vitjað á boripallum. Seinastu mán­­að­ir­nar hevur hann ar­beitt við fyrireikingum av bók um oljuna, og tá eru vinkl­ar­nir so nógvir – eitt nú yvir­tøkan av undirgrundini, markn­aðarsamráðingarnar við Bretland og árinið á sam­felagið og mentanina.
Altjóða áhugamálini hava ofta verið við­gjørd. Jan var heitur tals­maður fyri frælsis­stríðnum hjá ANC í Suður­afrika og Namibia. Hann hevði sam­an við vin­mann­in­um og samverkamanninum Jó­annesi Dalsgaard samband við frælsisrørslurnar har suðuri, og eina ferð sendi Sosialurin sjálvum Nelson Mandela innbjóðing um at vitja í Føroyum.
Almenna kjakið hevur í Jan Müller átt ein av sínum fremstu forsprákarum. Kjak á Tinghelluni í blað­num, í Miðlahúsinum og á Rás2 varð raðfest høgt. Saman við Kára á Rógvi og øðrum eydnaðist tað at geva kjakgreinar út í bók, og Óla P tekningarnar eru fastur jólagestur.
Møguleikin fyri synergi ávirkan av at hava fleiri pallar at arbeiða á hevur fasi­nerað Jan, og hann hev­ur gjørt nakað við hetta. Ein av fruktunum eru ólav­­søkuframsýningarnar í Smiðj­uni í Lítluvík og síðani í Miðla­húsinum. Um­framt tekn­ingar­nar hjá Óla P hevur so mangt annað forvitnisligt verið sýnt fram, og tað hevur virkað við til, at ólavsøkulív er komið í Vágsbotn og Tórs­­­gøtu.
Tað er ilt at skilja, at tað hava verið stundir til annað enn tíðindi, blað og aðrir miðlar hjá honum, sum støðugt hevur verið “on”, og sum árla og síðla og gerandis og heilagt hevur verið klárur í orðum og myndum at dekka tiltøk og hendingar. Frítíð og arbeiði hava verið eitt, og tá ið Jan spennir frá, so er tað í svimjihylinum í Gundadali ella við billiardborðið, har hann í fjøruti ár hevur ver­ið millum teir stinnastu í land­inum. Samstundis hev­­ur Jan eisini í mong ár verið nevnd­arlimur í Tryggingarfelagnum Føroy­ar.
Longu í barnaárunum á Landavegnum arrangeraði Jan tiltøk og kappingar. Hann var gulur skóti, og altjóða skótalegan í Idaho í 1967 er glæsiligt minni. Jan hevur roynt seg í fótbólti í B36, hondbólti í Neistanum og umborð á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag.
Jan er giftur Tove Thom­­sen úr Klaksvík. Hon er rólig, tolin og góður sparr­­ings­­partnari. Børn teirra eru Durita og Eyðun og John, sum Tove átti framm­­an­­undan. Í morgin, leygar­­dag­in 2. apríl, verður 60 ára føð­ingar­­dagurin hildin heima við hús, har tað verður opið hús í Sleipnis­gøtu 10 á Norð­asta horni frá klokkan 13.
---------
JHa