Hóast mótmæli frá myndugleikunum í Filipsoyggjunum vórðu trý fólk haðani tikin av døgum í Kina í morgun. Tey trý, ein 42 ára gamal maður og tvær 32 og 38 ára gamlar kvinnur, vórðu tikin fyri trimum árum síðani við fleiri kilo av heroini, sum tey royndu at smugla.
Eftir kinesiskari lóg verða fólk dømd til deyða, um tey hava meiri enn 50 gram av rúsevni um hendi.
-Hetta er ein sorgardagur. Vit royndu alla tíðina at fáa kinesisku myndugleikarnar at útseta avrættingarnar, men til fánýtis, segði varaforsetin í Filipsoyggjunum, Jejomar Binay, í einari sjónvarpssamrøðu í morgun.
Myndugleikarnir í Manila siga, at tey trý sluppu at vera saman við næstringum tann seinasta tíman.