Avrættaður í USA

Eftir at hava sitið í geglinum í USA í 25 ár, varð William Glenn Boyd avrættaður í gjár við eituri. Hetta er ellivta avrættingin í USA higartil í ár. Í gjár varð 45 ára gamli amerikumaðurin, William Glenn Boyd, avrættaður. Hann var 20 ára gamal, tá hann varð tikin og dømdur sekur í at hava dripið eini hjún í Alabama í 1986.

Hjúnini, Fred og Evelyn Blackmon, vórðu lokkað út úr húsum sínum, tvungin til at taka pening úr bankanum og síðan førd til eitt oyðið stað, har tey vórðu dripin.

Hin samseki í málinum, Robert Milstead, fekk lívlangt fongsul. William Glenn Boyd hevur hinvegin havt deyðadóm hangandi yvir sær, og heldur ikki nú fyri avrættingina eydnaðist tað verjanum hjá honum at fáa broytt dómin.

Eftir at hava sitið í fongsli í 25 ár varð William Glenn Boyd avrættaður í gjár við eituri. Avrættingin er hin ellvita í USA higartil í ár.

Tað er wkrg.com í Alabama, sum ber hesi tíðindi.