Ársdagarnir fyri skakandi hendingar eru tíverri mangir, og tann 28. februar í ár vóru liðin 25 ár, síðan svenski forsætisráðharrin, Olof Palme, varð myrdur. Mikudagin 30. mars vóru liðin 30 ár, síðan ein skottilburður í Washington kundi havt kostað Ronald Reagan lívið. Reagan hevði tá einans verið amerikanskur forseti í 69 dagar. Maðurin, ið skeyt, var tann 23 ára gamli John Hinckley. Hann skeyt forsetan, tí hann vildi vinna tokkan hjá sjónleikarinnuni, Jodie Foster, ið hann var sjúkliga hugtikin av.
Ronald Reagan hevði á forsetavalinum 4. november í 1980 vunnið ein lemjandi sigur á Jimmy Carter. Hann fekk 50 prosent av atkvøðunum og Jimmy Carter einans 41 prosent. Reagan vann í 44 statum og Carter bara í seks. Valið var ein sonn republikansk kollvelting og høgrasnaring í amerikonskum politikki, ið m.a. hevði við sær, at retorikkurin ímóti Sovjetsamveldinum herdist. Í dag minnast vit m.a. stjørnukrígsætlanina, toppfundin millum Gorbatjov og Reagan í Reykjavík og dagarnar í 1990, tá Sovjetsamveldið upploystist.
Ilt í bringuni
Spurningurin er tó, um søgan hevði lagað seg soleiðis, sum hon gjørdi, um ein av lívverjunum hjá Ronald Reagan, Jerry Parr, ikki skundisliga skumpaði Reagan inn í bilin, ið bíðaði eftir forsetanum uttan fyri Washington Hilton Hotel kl. 14.27 tann 30. mars í 1981. Støðan hjá Reagan var onki serlig, tá hann var komin í bilin. Hann hevði ilt í bringuni og helt, at hann hevði brotið eitt rivjabein í teirri løtu, hann varð skumpaður inn í bilin. Tá hann hostaði blóð, helt hann, at hann hevði bitið seg í vørrina.
Jerry Parr var als ikki álvuligur við støðuna. Hann helt, at eitt brotið rivjabein hevði punkterað annað lungað hjá forsetanum og gjørdi tí av ikki at fara til Hvítu Húsini við Reagan, sum ætlanin hevði verið, men at koyra hann á George Washington University Hospital. Fýra minuttir eftir skottilburðin komu teir á sjúkrahúsið. Hóast Jerry Parr hevði biðið um, at sjúkrahúsið var til reiðar við eini børu, tá teir komu, stóð ongin fyri teimum við inngongdina.
Ronald Reagan reistist úr bilinum og kravdi at sleppa at ganga sjálvur inn á sjúkrahúsið. Komin inn í gongina hevði hann ilt við at anda, beinini ristust, og hann setti annað knæið fyri seg. Jerry Parr og onnur hjálptu honum inn á skaðastovuna, og tá eitt av starvsfólkunum spurdi eitt av hjálparfólkunum hjá Reagan, hvør sjúklingurin var, skiltu tey bilsnu starvsfólkini, at sjúklingurin í teirra kønu hondum var tann nývaldi amerikanski forsetin.
Læknin, ið kannaði Reagan, legði skjótt til merkis, at blóðtrýstið hjá Reagan var fallið nógv orsakað av skelki. Farið varð undir at viðgera forsetan beinanvegin, og Jerry Parr gjørdist ovfarin, tá læknin segði honum, at forsetin var skotin. Hann helt framvegis, at Reagan hevði punkterað annað lungað av einum brotnum rivjabeini. Nancy Reagan, kona forsetan, kom nú algoyst á sjúkrahúsið, og tá hon steig inn á sjúkrastovuna, læt í gamla sjónleikaranum í forsetasessinum: »Honey, I forgot to duck!«
Fýra mans raktir
Skurðlæknin á sjúkrahúsinum gjørdi av, at Reagan skuldi leggjast undir skurð, tí hann bløddi illa. Tey, ið vóru við til skurðviðgerðina, vistu ikki, at kúlan, ið John Hinckley hevði skotið forsetan við, kundi bresta hvørja løtu. Tað gjørdi hon tó ikki. Kúlan varð tikin, og á skurðstovuni var Ronald Reagan framvegis í góðum lag. Eina ferð tók hann iltmaskuna av andlitinum og segði seg vóna, at starvsfólkini vóru republikanarar. Tað eru vit øll í dag, svaraði ein lækni flennandi, sum tó ikki var republikanari.
Skurðviðgerðin tók tríggjar tímar og bjargaði lívinum hjá forsetanum. Men hann var sera heppin. Tá hann kom av hotellinum, vóru allir hansara lívverjar á varðhaldi og eygleiddu mannamúgvuna gjølla. Kortini eydnaðist John Hinckley at skjóta seks skot eftir forsetanum. Hann rakti løgreglumannin, Thomas Delahanty, í ryggin og pressutalsmannin í Hvítu Húsunum, James Brady, í høvdið. Timothy McCarthy, ein av lívverjunum, varð raktur í búkin, tá hann royndi at verja Reagan.
Skotið, ið rakti Reagan, rakti hann ikki beinleiðis. Kúlan rakti fyrst skottrygga glasið á bilinum, sum bíðaði eftir forsetanum. Haðani fór hon víðari í bringuna á honum og í lungað, har hon steðgaði fáar sentimetrar frá hjartanum. John Hinckley varð straks sligin um koll og hildin. Skotvápnið hevði hann keypt í Dallas, og øll seks skotini skeyt hann upp á minni enn tvey sekund. Hann rakti illa, men særdi fýra mans. James Brady fekk varandi mein av tilburðinum og endaði í rullustóli.
Amerikanarar vóru skelkaðir av hendingini. Bara knappar fýra mánaðir frammanundan var John Lennon skotin til deyðis í New York, og Ronald Reagan, ið júst tá hevði vunnið forsetavalið, men ikki var svorin í eið, hevði alment harmast um drápið. Kortini segði hann seg ikki vera fyri at avmarka møguleikarnar hjá fólki at bera vápn. Nú gjørdist hann sjálvur offur fyri vitleysu atferðini hjá einum sjúkum manni, ið var ólukkuliga hugtikin av einum kendum fólki.
Elti Jodie Foster
John Hinckley forelskaði seg eftir øllum at døma í Jodie Foster, tá hann sá filmin Taxi Driver, har hon spældi ein 12 ára gomul skøkja. Hann sá filmin minst 15 ferðir, meðan hann búði í Hollywood seinna helming av 70'unum. Sjálvan helt hann seg vera høvuðspersónin, Travis Bickle, sum royndi at verja ta 12 ára gomlu gentuna, ið Jodie Foster spældi. At enda í filminum roynir Bickle at myrða ein amerikanskan senator, sum vil verða amerikanskur forseti.
John Hinckley elti Jodie Foster kring alt USA. Hann skrivaði henni fleiri brøv, og hann ringdi til hennara tvær ferðir. Hon gjørdi honum greitt, at hon var ikki áhugað í honum, men hann noktaði at gevast, og tá hann var vorðin sannførdur um, at hann bara kundi gerast eins nógv verdur og hon, um hann gjørdist landskendur, fór hann at elta Jimmy Carter, meðan Carter var forseti. Hinckley var ovfarin av, hvussu lætt tað var at koma í nánd av forsetanum.
Í oktober 1980 varð hann tikin á flogvøllinum í Nashville við einum skotvápni uppi á sær, og hóast Jimmy Carter var á leiðini, varð hendingin ikki sett í samband við forsetan. Foreldrini hjá Hinckley sendu hann til sálarfrøðing, men tá Reagan varð valdur, gjørdist hann upptikin av honum. Í mars 1981 skrivaði hann Jodie Foster trý brøv, sum vórðu latin løgregluni, men løgreglan fann hann ikki. Tann 29. mars í 1981 kom Hinckley til Washington við bussi, og 30. mars skeyt hann eftir forsetanum.
Ronald Reagan var tann fyrsti amerikanski forsetin, sum yvirlivdi at verða skotin. Hann varð útskrivaður av sjúkrahúsinum 13 dagar eftir skottilburðin. Í fyrstani arbeiddi hann bara tveir tímar um dagin, men tá 26 dagar vóru farnir, sat hann aftur við borðendan á stjórnarfundum. Hálvan annan mánað eftir morðroyndina fór hann á fyrsta sinni úr Washington. John Hinckley varð í 1982 dømdur at vera ósekur, tí hann skuldi vera sinnissjúkur, tá hann skeyt. Hann er enn avbyrgdur á sinnissjúkrahúsi í Washington.
Jerry Parr, sum bjargaði forsetanum við beinanvegin at koyra hann á sjúkrahús, varð eftir hendingina sannførdur um, at Várharra hevði ætlað, at hann skuldi bjarga forsetanum. Hann gjørdist tí prestur. Nancy Reagan bar so stóran ótta fyri trygdini hjá Ronald Reagan eftir tilburðin, at hon ráddi honum frá at stilla uppaftur í 1984, men tað gjørdi hann og vann. Tá hann varð skotin, var hann 70 ára gamal. Hann doyði 93 ára gamal 5. juni í 2004 mettur av døgum.