men tað er ikki sambæriligt, at hann liggur saman við ALV skúlanum og t.d. liggur eisini almenna alistøðin nærhendis. Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Eli Davidsen, sum var burturstaddur [...] frálandsvindi bilar ikki, men tá álandsvindur er, er ikki livandi. - Tað eru sjúk fólk, sum koma til okkara og til tíðir er líka nógvur roykur inni, sum úti, sigur Øssur av Steinum. Hann sigur, at skúlin liggur [...] til kommunalu heilsumyndugleikarnar, og so er tað sum at sláa í eina dýnu, sigur Øssur av Steinum. - Vit hava eisini vent okkum til Arbeiðseftirlitið, men tað løgna er, at stjórin har, Eli Davidsen, er eisini
Einaferð var hann aktivur ítróttarmaður og var tað serliga róðurin, ið hevði alsk hansara. Hann royndi seg eisini innan fótbólt, men eg haldi, at æði hann og fótbólturin skjótt komu ásamt um, at tað var ikki [...] fyri teirra stóra arbeiði føroyskari ítrótt at frama. Tað er ikki hvønn dag, at slíkt kemur fyri, og tað er ikki hvørs mans føri at gera tað arbeiði, tað sum hesir persónar hava útint. Hvør í sínum lagi, og [...] teimum orðum, hann nýtir. Men fakliga innihaldið kann ikki setast fremstifingur á. Og tað kann tað heldur ikki, tá umræður tað, ið hann hevur gjørt fyri føroyska ítróttin. Alskur hansara til hondbólt hevur altíð
stór sjálvfylgja tað er, at tað almenna leggur út aliøkini, eins stór sjálvfylgja er tað, soleiðis sum kolvetnislógin fyriskrivar, at tað almenna leggur út øki til oljuvinnuna. Hann helt tað tí vera fullkomnan [...] hildið tað vera neyðugt at stýra hesi risastóru vinnu í ávísan mun og hava lóggivið á økinum, og so mikið meira neyðugt er tað hjá okkum at gera tað sama. Tað er tíð uppá at gera sær greitt, at tað føroyska [...] seg burtur, so verður tað í uppskotinum nevnt ein røð av politiskum átøkum til at stýra vinnuni, og hesum kundi hann fult taka undir við. -Men tað fer ikki at vera rímuligt at lata tað upp í hendurnar á
oljufeløg sum øll somul hava gjørt púra greitt, at tað hesi leggja størstan dent á í sínum ynski til eina útgerðarhavn, er samlaða útboðið av tænastum. Og tað var eisini við tí í huga, at kommunali myndugleikin [...] á hesum øki. Tað, sum er enn verri, er óhepna signalið til oljufeløgini, sum hava víst Føroyum áhuga. Tí er tað nakað, sum fyritøkur, ið hava ætlanir um at virka í Føroyum ynskja, er tað búskaparligan [...] Um sakligar grundgevingar talaðu fyri, at onnur havn enn Sund var vald sum útgerðarhavn, og at hetta varð gjørt uttan uppílegging við lóg, var ikki annað at gera, enn at góðtaka avgerðina. Men nú við lóg
hundin. Umsett til føroyskt hevði tað ljóðað nakað soleiðis: - Halt kjaft hundur! Tað varð í hvussu er úrslitið. Hundurin steintagdi restina av tíðini, vit vóru inni. Stjala av berari neyð Maðurin kemur [...] hann biður dóttrina koma við eini elektriskari viftu, sum verður sett á sjónvarpið. Og tað var rættiliga svalandi. Tað er einki uttanumtos, tá Fernando fer at greiða frá. Hann er so opinskáraður, at tulkurin [...] at fara í sonevndu dollara-forrætningarnar og keypa tað, tú hevur hug til. Har fæst at kalla hvat sum helst. Men tað er fyri europeiskar prísir, og tað hevur vanligt fólk ikki ráð til. Skamtaðu vørurnar
við einum brævi frá tveimum øðrum jólamonnum, men tíverri var ein partur av tekstinum burtur. Tað einasta sum sást var, at teir vóru á vegnum inni við Sund, og tí goingur Kjøtkrókur har og leitar. Navnið [...] stuðul frá fyritøkum í Havn, og tær ferð hann eisini at vitja nú tað nærkast jólum. Umframt tað skal hann eisini við jólaskipinum tá tað kemur til Havnar 19. desember. Jólamaðurin sendir sínar bestu heilsur [...] rættuligt hald verið í teimum. Ein jólamaður, Kjøtkrókur eitur hann, hevur trúliga ferðast fram við vegnum inni á Sundi. Viðhvørt er hann sloppin í onkran bil har hann hevur fingið eitt prát við børnini, sum so
liðini í deildini fara at royna seg móti hvørjum øðrum. Inni á Skála tekr StÍF móti Neistanum. Fyrra dystin teirra millum var eingin ivi, við tað at strandingar tá vundu burtur úr Neistanum. Higartil hevur [...] vilja vágbingar eisini rætta sína skútu upp, við tað at úrtøkan higartil hevur verið eitt sindur lægri enn vónirnar. Tað man tó ikki vera sannlíkt, at tað verður í hesum dystinum, at tær fara at stýra millum [...] er somikið álvarsligur, at tað kann ganga upp í eitt hálvt ár, áðrenn hon aftur er 100%. Talan er um tað, sum danir nevna »piskesmældskade«, og er hetta at samanbera við tað, sum hendir, tá mannakroppurin
atferðartrupulleikium. Hetta var skeið, sum allir lærarar kundu søkja og ikki, sum tað kann skiljast á greinini, serligt skeið fyri lærarar í skúlanum í Sernámsdeplinum. Stórur áhugi var fyri at sleppa á skeiðið [...] DAMP-trupulleikum. Tað er sera dýrt hjá føroyingum at fara uttanlands á skeið, og tí er helst betur at skipa fyri skeiðum her í Føroyum, so fáa fleiri møguleika at koma við, og var tað júst orsøkin til skeiðið [...] virksemi. Tað vil so hin vegin hava við sær, at bíðitíðin at koma til kanningar verður longri, tí færri børn koma framat hvørja ferð. Ein seinasta viðmerking til samrøðuna við meg. Rætt er tað, at trupult
Á kyndilsliðnum var tað serliga yngsti Wardum-beiggin, Bjarni, sum gjørdi um seg, við tað at hann átti nærum helmingin av málunum, sum Kyndil fekk í dystinum. Hóast Bjarni sostatt var nógv besti málskjúttin [...] tí pástandinum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu nógv ivaleyst smílst eitt sindur til viðkomandi. Kyndil hevði trygga leiðslu Tað var nevnliga soleiðis, at Kyndil streyk avstað frá gestunum, beinan [...] teirra hetta árið, hevur tað verið sera tætt, men teir vælkendu smáu mariginalarnir hava hvørja ferð verið til fyrimus fyri mótstøðuliðið. Hesu ferðina var tó líkt til, at tað endiliga skuldi eydnast teimum
at hála tað upp sum tær áttu. ? Nei, vit vóru í veikara lagið í myndini í dag, men tað skal eisini takast við, at Drátturgenturnar vóru drúgvar. Teirra álop var munandi betri enn okkara, og tað er sjálvandi [...] Dráttur-ÍF 2-1 Tað var lagt upp til spennandi dyst í høllini á Giljanesi um vikuskiftið tá Dráttur tók ímóti ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum. Seinast liðini bæði hittust var á Kambsdali, og tá vann Dráttur [...] er tað ikki nóg mikið, at vinna bóltarnar, tí tað ræður eisini um at klára at halda servini. Við tí teljiskipan, sum verður brúkt í dag, telur hvør bóltur, og tí kostar »hvørt kiks« eisini. Tí var tað