Sernámsdepilin einaferð enn

Sum stjóri fyri Sernámsdepilin havi eg ikki lagt meg út í tað orðaskifti, sum seinastu tíðina hevur verið um stovnin. Men eftir at hava lisið Sosialin í dag, har blaðið bæði hevur eina samrøðu við mammu at einum DAMP-barni og eina samrøðu við meg, fari eg tó at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum kemur fram í blaðnum.

Í gjáramorgunin ringdi Turið Kjølbro, tíðindakona á Sosialinum, til mín og greiddi frá samrøðuni við eina mammu og teimum atfinningum, sum hon kom við, og hon bað um mínar viðmerkingar. Eg segði, sum sagt verður í greinini, at eg helst ikki vildi gera viðmerkingar, tí ofta endaði alt í trætu og misskiljing, og tað er ikki til frama fyri nakran. Eisini vísti eg á, at hetta er kenslusamt evni, og tí trupult at viðgera í blaðtjaki. Orðinum »eljustríð« eigi eg einki í.

Hin vegin játtaði eg at svara upp á beinleiðis spurningar/útsagnir, og kom Turið fram við trimum:


1. Serkunnleikin í Føroyum viðvíkjandi DAMP er sera avmarkaður.

(DAMP er styttirn gyri Deficit (brek) viðvíkjandi Attention (uppmerksemi), Motor Control (rørslu) og Attention (fatan)).

Sum sagt í greinini, so eru vit helst ikki á hædd við onnur lond, tá tað snýr seg um kunnleika til øll tey nógvu øki, har børn kunnu hava trupulleikar. Vit eru fáment, og játtanin til eftirútbúgving er avmarkaðæ. Hin vegin vísti eg á, at eftir áheitan frá Sernámsdeplinum hevur fólkaskúladeildin fyri 14 døgum síðani skipað fyri eftirútbúgvingarskeiði um næmingar við atferðartrupulleikium. Hetta var skeið, sum allir lærarar kundu søkja og ikki, sum tað kann skiljast á greinini, serligt skeið fyri lærarar í skúlanum í Sernámsdeplinum. Stórur áhugi var fyri at sleppa á skeiðið, og luttóku einir 25 lærarar úr øllum landinum.


2. Starvsfólk í Sernámsdeplinum sleppa ikki á skeið í útlandinum at kunna seg um DAMP. Til hetta er stutt at siga, at tey starvsfólk í Sernámsdeplinum, sum hava søkt um at k0ma á skeið í 1999 hava fingið hetta játtað. Men vegna sera trongan fíggjarkarm hevur ikki borið til at skipa fyri serligum eftirútbúgingarskeiðum fyri starvsfólkini í Sernámsdeplinum innan ymsu økini, heldur ikki um undirvísing av børnum við DAMP-trupulleikum. Tað er sera dýrt hjá føroyingum at fara uttanlands á skeið, og tí er helst betur at skipa fyri skeiðum her í Føroyum, so fáa fleiri møguleika at koma við, og var tað júst orsøkin til skeiðið um atferðartrupulleikar fyri stuttum.

NB! Sernámskdepilin setti eisini fram uppskot um skeið um autismu, men tíverri bar heta ikki til. Vit hava skotið upp eitt slíkt skeið komandi ár.


3. Funnist verður at, at diagnosa verður sett og so hendir einki meira.

Vit í Sernámsdeplinum diagnostisera ikki børn, og Landssjúkrahúsið sendi fyrr børn til barnapsykiatriskar deildir í Danmark at diagnostiserast. Men síðani barnapsykiatriska konsulentskipanin kom í lag hevur eisini borið til at diagnostisera børn í Føroyum. Fyri greidleikan skal verða sagt frá, at tað er Landssjúkrahúsið og ikki Sernámsdepilin, sum hevur avtalu við Odense Universitetssygehus um barnapsykiatrisku konsulentarnar. Men Sernámsdepilin skipar fyri, ger forkanningarnar og fær til vega neyðugar upplýsingar, um næstan øll tey børn, sum koma framat, og vit taka okkum eisini av eftirfylgjandi ráðgeving og vegleiðing. Ráðgeving verður veitt til foreldur, skúlar og lærarar, men eisini dagstovnar, pedagogar og stuðlar fáa ráðgeving og vegleiðing.

Sum sagt í greinii hevur eingin, sum hevur verið hjá barnapsykiatrisku konsulentunum, fingið diagnosuna DAMP, men er orðingini »við DAMP-eyðkennum« nýtt nakrar ferðir. Tá funnist verður at tí, sum verður gjørt, ella kanska rætta tí, sum ikki verður gjørt, eftir at diagnosan er sett, so er uttan iva nakað um hetta. Hetta kann vera tí, at neyðuga arbeiðsorkan, fíggjasrorka ella serkunnleiki ikki er til stað-ar, og vi høvrt hendir taðl at tey tilmæli, sum givin verða, ikki verða fylgd. Tó seinasti setningurin í samrøðuni við meg er óheppin, tí felstøll foreldur, sum vit hava havt samband við, hava verið sera glað fyri ráðgeving og vegleiðing og hava fegin fylgt hesum.

Í sambandi við diagnostisering og eftirfylgjandi tiltøkum halda vit sjálvi, at bøtast eigur um hetta. Vit hava tosað við barnapsykiatrisku konsulentarnar um spurningin, og er ætlani í samstarvinum framyvir at nýta meira orku til hetta virksemi. Tað vil so hin vegin hava við sær, at bíðitíðin at koma til kanningar verður longri, tí færri børn koma framat hvørja ferð.

Ein seinasta viðmerking til samrøðuna við meg. Rætt er tað, at trupult er at fáa psykologar og psykiatarar til Føroya. Men eg haldi meg ikki hava sagt nakað um, hvussu tað er at fáa fatur á psykologum í øðrum londum, tí tað veit eg einki um. Hinvegin veit eg, at barnapsykiatriskar deildir í Danmark kunnu hava trupult við at fáa teir barnapsykiatar, teimum tørvar.

Í hesum døgum, tá viðurskiftini hjá brekaðum verða viðgjørd, er tað av týdningi fyri ein stovn, sum Sernámsdepilin, at foreldur og avvarandi at brekaðum børnum vísa á brek og manglar við virkseminum hjá stovninum. Tað er m. a. við støði í hesum, at leiðsla og starvsfólk kunnu menna virksemi, tí hóast nógv framstig eru hend á sernámsfrøðiliga og barnasálarfrøðiliga økinum, so er langt eftir á mál, til vit í Føroyum kunnu nøkta allan tørv á hesum øki.

Og til allarseinast: Eg havi lagt merki til í nógvu umrøðuni av Sernámsdeplinum í bløðunum og á tingi, at fjølmiðlar og politikarar ikki tykjast heilt greiðir yvir tað sernámsførðiliga og sálarfrøðiliga virksemi, sum í dag fer fram í Sernámsdeplinum og kring landið. Fyri at bøta um hetta sendi eg blaðnum hjálgt tað, sum Ása Ellefsen, deildarleiðari í Sernámsdeplinum, segði á pallborðsfundinum sum MBF skipaði fyri í november mánaði. Eg haldi meg ikki hava sæð, at fjølmiðlarnir hava endurgivið tað, sum hon segði.


Marita S. Petersen

stjóri í Sernámsdepilinum