Mikudagin hin 5. november skipaði Sørvágs kommuna fyri hátíðarløtu og fráfaringarløtu fyri Kristiani Olsen, sum hevur verið brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði í 40 ár.
- Fleiri starvsfelagar, bæði í oynni og landinum annars, vóru møtt fyri at heilsa uppá Kristian og bera honum eina tøkk.
Hetta vita tey í Sørvágs kommunu at siga.
Tað verður Eyðstein í Løðu, sum er varaleiðari, sum fyribils fer at røkja starvið sum brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði.
- Honum verður ynskt blíðan byr, verður lagt aftrat.
Við fráfaringarløtuna fyri Kristiani Olsen, varð eisini ein annar maður heiðraður, sum hevur verið álitið í Sørvági næstan líka leingi sum brandleiðarin.
- Tað er Mervin Falkvard, sum hevur verið brandmaður í 38 ár, og vit vilja takka honum fyri trúgva tænastu, siga tey í Sørvágs kommunu.
##med2##
Við heiðursløtuna í Sørvági helt borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, røðu, sum kann lesast á heimasíðuni - www.sorvag.fo
Á myndini omanfyri er maðurin vinstrumegin Mervin Falkvard, og maðurin høgrumegin er Kristian Olsen, sum báðir hava tænt Sørvágs kommunu í mong ár.












