ALV skúlin kvalist í royki og hita

Hóast Alv skúlin við Áir hevur kært um grannan, Brandskúlan, síðani 1977, er einki hent. T.d. er kært til Arbeiðseftirlitið, men stjórin har er eisini formaður í nevndini fyri Brandskúlan. Næmingar og starvsfólk á ALV skúlanum eru um at kvalast í royki og hita og eisini nervarnir standa sína roynd, tá ein oljutunna verður sprongd undir venjing á Brandskúlanum

ALV-skúlin hevur verið norðuri við Áir síðani 1959 og fyrstu árini høvdu næmingar og lærarar góðar umstøður í reina umhvørvinum.

Men í sjeytiárunum fekk ALV-skúlin ein granna, Brandskúlan. Lítið merktist at byrja við, tí virksemi var ikki so nógv á Brandskúlanum, men hetta gjørdist skjótt meira og støðugari.

Øssur av Steinum, skúlaleiðari á ALV sigur, at í frálandsvindi bilar ikki, men tá álandsvindur er, er ikki livandi.

- Tað eru sjúk fólk, sum koma til okkara og til tíðir er líka nógvur roykur inni, sum úti, sigur Øssur av Steinum.

Hann sigur, at skúlin liggur nakað hægri enn Brandskúlin og fær tí nógv av roykinum á seg. Eisini er serliga ringt í køkinum, tí ljóararnir venda omaneftir ímóti Brandskúlanum og roykinum. Eisini hava tey á ALV skúlanum trupulleikar av hitanum, ið stendst av eldinum.


Spreingja tunnur

Fyri at gera ilt verri, so er eisini partur av brandvenjingini á Brandskúlanum, at ein oljutunna verður løgd í eitt kar, har hon síðani spreingist, so alt skelvir. Eisini kemur fyri, at tunnan fer langt upp um húsini av brestinum.


Kært síðani 1977

Øssur av Steinum sigur, at longu í 1977 kærdi ALV skúlin og har var yvirfriðingarnevndin við í myndini. Tá kom m.a. fram, at brennast skuldi bert mikudag og Øssur av Steinum sigur seg einki kenna til, at hetta er broytt. Men virksemið á Brandskúlanum er broytt og er vaksið, so nú fara venjingar eisini fram aðrar dagar.

Øssur av Steinum situr við kærum og skjølum heilt aftur til 1977. M.a. hava alarar kært í 1984 og ALV aftur í 1987, har heitt verður á Brandskúlan um at brenna í samráð við ALV ella tá eingir næmingar eru á ALV skúlanum.


Stjóri á tveimum rossum

Síðani 1977 er málið farið aftur og fram millum stovnar og skúlar, men einki er hent.

- Vit hava vent okkum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, men har er ein ávís mannagongd, ið beinir málið aftur til kommunalu heilsumyndugleikarnar, og so er tað sum at sláa í eina dýnu, sigur Øssur av Steinum.

- Vit hava eisini vent okkum til Arbeiðseftirlitið, men tað løgna er, at stjórin har, Eli Davidsen, er eisini formaður í nevndini fyri Brandskúlan, so hann ríður á tveimum rossum, sigur Øssur av Steinum.

Hann heldur ein trupulleika vera, at sami persónur situr báðumegin borðið.

Øssur av Steinum leggur dent á, at hann einki hevur ímóti Brandskúlanum, tí neyðugt er at hava ein slíkan, men tað er ikki sambæriligt, at hann liggur saman við ALV skúlanum og t.d. liggur eisini almenna alistøðin nærhendis.

Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Eli Davidsen, sum var burturstaddur í gjár.