Orsøkin til hesa støðu floksins sigst vera økismenning. Føroyski politiski myndugleikin hevur roynt seg áður at sameina vinnuligan rentabilitet við tað, sum tá æt bygdamenning og sum nú eitur økismenning við einum úrsliti, sum fáur í dag leggur í at breggja sær av.
At lóggeva ímóti øllum sunnum skili og grundleggjandi vinniligum fortreytum tykir mær lítið skilagott. Eg skal viðganga, at mín vitan á oljuøkinum man vera rættiliga avmarkað, men eg havi tó sum býráðslimur og formaður í Havnarnevndini hitt rættiliga mong umboð fyri ymisk oljufeløg sum øll somul hava gjørt púra greitt, at tað hesi leggja størstan dent á í sínum ynski til eina útgerðarhavn, er samlaða útboðið av tænastum.
Og tað var eisini við tí í huga, at kommunali myndugleikin í Havn - og ikki minst vinnufólk á staðnum, í longri tíð hava gjørt eitt stórt arbeiði at kanna, hvat skal til fyri best at kunna taka ímóti oljuavbjóðingini. Hetta sama hava kommunalir myndugleikar og vinnulívsfólk í øðrum økjum í landinum eisini gjørt í góðari trúgv at standa seg best í kappingini har vinnuligt skil skuldi ráða. Men øllum hesum hevur Javnaðarflokkurin nú lagt upp til at sláa beinini undan. Hetta úspæl floksins er einki minni enn ein háðan móti teimum, sum hava gjørt eitt stórt seriøst arbeiði á hesum øki. Tað, sum er enn verri, er óhepna signalið til oljufeløgini, sum hava víst Føroyum áhuga. Tí er tað nakað, sum fyritøkur, ið hava ætlanir um at virka í Føroyum ynskja, er tað búskaparligan og politiskan stabilitet.
Um sakligar grundgevingar talaðu fyri, at onnur havn enn Sund var vald sum útgerðarhavn, og at hetta varð gjørt uttan uppílegging við lóg, var ikki annað at gera, enn at góðtaka avgerðina. Men nú við lóg at fara at tvinna oljuídnaðin við økismenning er sum at lóggeva ímóti tveytabellini. Eg tori neyvan at gloppa fyri útvarpinum aftur av ótta fyri at hoyra, hvat næsta verður, sum Javnaðarflokkurin kann finna uppá.
Tórfinn Smith