Servuvillur gjørdu munin

Flogbóltur: Dráttur var betra liðið á Giljanesi, men servuvillurnar hjá fuglfjarðakvinnum hjálptu væl til at geva vágakvinnunum sigurin

Dráttur-ÍF 2-1


Tað var lagt upp til spennandi dyst í høllini á Giljanesi um vikuskiftið tá Dráttur tók ímóti ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum.

Seinast liðini bæði hittust var á Kambsdali, og tá vann Dráttur í einum sera spennandi dysti.

Fuglfirðingar høvdu tí nakað at hevna og tær høvdu eisini ætlað sær at vísa vágagentunum hvar skápið skuldi standa, men tá til stykkis kom, varð hetta av ongum.

Dráttur vann nevniliga dystin 2-1.

Liðskiparin hjá ÍF, Randi Larsen, sigur við Sosialin, at tað var rætta liðið sum vann.

Hennara egna meting er, at vágagenturnar vóru nógv meira avgjørdar í álopinum, og tí spurdist meira burtur úr hjá teimum.

? Kortini haldi eg, at vit vóru rættuliga væl við, tí vit vunnu nógvar bóltar.


Servivillurnar

avgerandi

Sum kunnugt er tað ikki nóg mikið, at vinna bóltarnar, tí tað ræður eisini um at klára at halda servini.

Við tí teljiskipan, sum verður brúkt í dag, telur hvør bóltur, og tí kostar »hvørt kiks« eisini.

Tí var tað ein dyggur smeitur hjá ÍF, at tær ikki kláraðu at fáa servurnar yvir um netið.

? Vit kiksaðu 13 servur í fyrsta og øðrum setti, og tað er alt í verðini ov nógv. Eg sigi ikki, at vit høvdu vunnið um vit ikki høvdu servað betri, men tað hevði sjálvandi gjørt tað lættari at vunnið, sigur Randi.

Annars heldur Randi, at teir royndu spælararnir á ÍF liðnum ikki megnaðu at hála tað upp sum tær áttu.

? Nei, vit vóru í veikara lagið í myndini í dag, men tað skal eisini takast við, at Drátturgenturnar vóru drúgvar. Teirra álop var munandi betri enn okkara, og tað er sjálvandi ein av høvuðsorsøkunum til, at tær vinna, sigur Randi Larsen.


Høllin upptikin

Annars er liðskipari ÍF?s eitt sindur fortørnað inn á venjingarmøguleikarnar hjá liðnum.

? Í løtuni eru vit avskorin frá at venja í fimleikahøllini í Fuglafirði, tí har verður ein pallur settur upp. Tað merkir, at vit missa tveir venjingardagar um vikuna, og tað er alt ov nógv, tá liðið er so nýtt í meistaradeildini, sigur Randi Larsen.

Hon vísir á, at tær bara venja ta einu ferðina í høllini á Kambsdali, og tvær ferðir inni í Fuglafirði, og tískil fara nógvir møguleikar fyri skeytið nú eingin venjing er.

? Fyri at kunna spæla støðugt er neyðugt at venja nógv, og leikararnir á liðnum hava verið raskir at møta til venjing, og tí er tað so keðiligt, at vit ikki sleppa at venja, sigur Randi.

Hon vil kortini leggja dent á, at tað uttan iva var rætta liðið, sum vann á Giljanesi.

? Tær spældu skilabetri enn vit og høvdu nakrar skarpar servur, sum vit so avgjørt ikki høvdu og so dugdu teirra spælarar frammi við netið betri at avgera bóltarnar, sigur Randi Larsen at enda.