eru púra samdar. - Ein skuldi trúð, at danir vistu okkurt um Føroyar, tí vit liggja jú so tætt. Men satt at siga kendu vit nærum einki til tykkum og tykkara land, siga tær. Einki ungdómsstað Hóast tey ungu [...] ðina at arbeiða í ? - Eg hevði hug til at royna okkurt nýtt, og tí setti eg meg í samband við Nord Jobb, sigur Haraldur. Hann leggur afturat, at hann áðrenn fráferðina úr Íslandi hevði hoyrt, at Føroyar [...] funnu tey útav, at tey vóru vilst. - Vit høvdu misskilt onkra leiðbeining, sum vit fingu áðrenn túrin, og vóru komin á heilt skeiva leið. Men her var so einki annað at gera enn bara at royna at finna oman aftur
nú ein annar, at hvalirnir í Bø vóru størri, og færri partar at býta. Jú, so var tað tað, at onkur helt ikki, at tvøstið var so gott, sum tað onkuntíð hevði verið. ?Tað er einki serligt at fáa eina hon [...] Vilja heldur doyggja mettir enn at doyggja í hungri, tí alt er farligt at eta. Men tey sakna, at grind verður hildin til á Miðvági. Tað hevði verið stuttligt at roynt at hildið eini grind til aftur á Miðvági [...] hon sat, og so verður flent at tí. Kappríðing skal eisini vera á sandinum, veit ein at siga frá. Men tað heldur onkur annar ikki vera til stóra nyttu, tí nógvir hestar her vesturi eru so gamlir, at teir
vísti á, at krígstíðin hevði eina sera stóra ávirkan á lokalsamfeløgini í Føroyum, og hetta lýsti hann við at siga, at t.d. á Nesi vóru helst fleiri hermenn enn íbúgvar annars. - Vit hava roynt at gera eitt [...] møguleiki fyri, at tað kunnu skapast viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri áhugamálini hjá báðum pørtum. Tað var ?drama? Jógvan segði, at tað var 10. apríl 1940, at Churchill gav boð um at herseta Føroyar [...] myndamappuni hjá pápanum, til Sosialin og ynskti at fáa at vita, hvørji hesi fólkini vóru. Myndin var ikki meira enn prentað í blaðnum, tá ið fólk fóru at gera vart við seg, og skjótt hevði David navnið
hetta, at filmir skulu eftirsynkroniserast við týskari talu. Persónliga haldi eg, at hettaelvir til, at fólkið ikki lærir onnur mál. Men ringast er, at filmurin er púra oyðilagdur, og syrgiligt er at hugsa [...] ókeypis, men gjalda eftir at tey eru liðug at lesa. Hesir felagsskapir fyri lesandi eru einans fyri útvald, tí torført er at koma inn, sigst. Slík støð hava nógvar gamlar siðir, m.a. at berjast við svørði, har [...] hvør býr her, og hvussu tað er at búgva eitt slíkt stað. Tað, at hesir bústaðar eru so afturlatnir og fullir í loyndarmálum, fær bert søgurnar at ganga um teir, so sum, at tað bert eru komandi leiðarar
upplivað aðrastaðni. ? Seyðirnir, at sleppa á seiðaberg, hoyggja... Og so minnist eg, at omma hevði eina kúgv í kjallaranum. Um kvøldið plagdi hon at mjólka, og so sluppu vit at eta róman oman av tann næsta [...] ein stóran bý, sigur John. Fyri grindadrápi John minnist nógv frá teirri tíðini hann var smádrongur í Føroyum. Hann og Anna siga seg minnast tá tey plagdu at rulla páskaregg í bønum. Nakað, sum tey ikki hava [...] í Miðvági. Hon ynskti, at verða grivin í Føroyum saman við føroysku familju síni. John, Carole og Anna steðga í Føroyum til sunnudagin, men lítil ivi er í, at tey verða aftur at síggja á klettunum okkurt
onki veit um - at vatnið sum vatn so at siga kann brúkast til at endurnýggja og opna eyguni fyri teimun potentialum, sum liggja í einum av okkara mest týdningarmestu elementum. Eitt dømi um at eitt "konsept" [...] sum hava sett mørk. Verkið er óivað so kent, at tað ikki krevur nærri frágreiðing, men stuttligt er tað at síggja, hvussu nógv samteksturin hevur at siga. Man sær bingjuna heilt øðrvísi - og tað í positivari [...] sum var tað eitt spæl. At fara yvirum ánna eftir vatni? At vitja Kunstcentret Silkeborg Søbad tykist kanska at fara um ánna eftir vatni, men er man í Jyllandi í feriu vóni eg, at vegurin verður lagdur framvið
vandamikið. At tú nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi í Dimmu 17.07., er sera undrunarvert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt, ið inniheldur alkohol? Og at nógvir a [...] einki er at ivast í, at teir eru verri at fáa á rættan kjøl aftur. Fundamentalistarnir her á landi eru meira skaðiligir enn nakað alkohol. Havi lurtað eftir Lindini nakrar ferðir, og tað má eg siga, eina [...] minnast til eitt, at vit eru fleiri, ið kunnu njóta eina bjór ella báðar tvær uttan at enda sum ein grønert. Nei, Svenning, sum støðan sær út til, verður ikki leingi, til Føroyar verða eitt satt kristið TALIBAN
Nesakristinu og Jóhan hjá Lonajógvandi, ættaður úr Miðvági - úti í Lið í Sørvági, tað var stutt at siga eitt vanligt fiskaraheim. 7 vóru tey í systkinaflokkinum. Blaðungur fór Kristoffur til skips, onkran [...] elag í 1976, samstundis skrivari. Í hesum tíðandi álitisstarvi sat hann, til hann leggur frá sær fyri aldur í 1993. Kann verða nevnt, at Kristoffur eisini nam prentsmiðjuyrkið, stutt skifti var hann á [...] føroyinga hevur hann mest sum ítriv. Mangan hoyrist treysta songrødd hansara - og væl dámar fólki m.a. at líða á "teir fýra". Vinarlig kvøða á 80 ára degnum, frægi javnaðarmaður á Argjum. Sjálvan føðingardagin
3 mánaðir. Malla sigur, at hon sum smágenta varð vakt av Guds orði, og at hon kom at kenna Harran sum sín persónliga frelsara sum blaðung genta. Frá ungum av, ynskti Malla, at hon kundi vera nakað fyri [...] skúlan og so var sloppið. Mær dámdi væl at ganga í skúla, minnist Malla. - Men einaferð vórðu eg og trý onnur eftirsett.Hví, minnist eg ikki og trúgvi heldur ikki, at lærarin visti tað sjálvur. Lærarin hevði [...] læknin stúrt fyri, at tað fór at gangast Mallu sum konuni í Múla. Tað var Tummas Nygaard, sum var lækni tá. - Bjarni kom til verðina í øllum góðum, men eg var so máttleys, at eg bara stardi at dreinginum. Malla
langt burtur. Hann græt so at siga ikki, og Begga fekk ikki samband við á nakran sum helst hátt. Serliga minnist Begga til, at læknin plagdi at lyfta hann upp á akslarnar fyri at fáa alt slímið, sum hópaði [...] Vit hava søkt um at fáa hann inn á nýggja bústovnin, men tað er ikki eydnast okkum enn at fáa hann inn, men vit vóna tað, sigur Begga og leggur aftur at, at tað er við blandaðum kenslum at hon letur ábyrgdina [...] Hann var ein lívsglaður drongur, sum var farin at ganga og var byrjaður at siga nøkur orð, tá tey varnaðust, at hann í januar 1985 ikki var, sum hann plagdi at vera. Hann var sløvur og svav sera nógv. Tann