Kristoffur Joensen á Argjum 80 ár

Føðingardagsheilsan

21. juli 1922 er Kristoffur føddur. Hann var úr barnaflokkinum hjá Nesakristinu og Jóhan hjá Lonajógvandi, ættaður úr Miðvági - úti í Lið í Sørvági, tað var stutt at siga eitt vanligt fiskaraheim. 7 vóru tey í systkinaflokkinum.
Blaðungur fór Kristoffur til skips, onkran feskfiskatúrin var hann í Skotlandi undir krígnum. Sigldi við "Royndini", sum Sørvingar áttu. Var í Grønlandi við "Kúrbergi" við Johan í Hoyvík, við snøri. Fór á skúla og tók prógv sum setuskipari. Um tað mundið komu tey saman, Gugga og Kristoffur, giftust og fingu sonin Paula, búðu tá hjá verforeldrunum. Bygdu á Argjum í 1952. 3 eru børnini hjá Guggu og Kristoffuri, Pauli, Kjartan og Malla. Gugga doyði í 1993.
Kristoffur førdi snurruváðsbátin "Akranes", og royndu teir í Norðsjónum. Louis, Poul Arne og Kristoffur, brøðurnir og aðrir sørvingar áttu "Akranes", keyptur til Føroya í 1946, og teir høvdu hann í 5 ár og væl gekst; men so flytur Ísland fiskimarkið út, tað var stóri smeiturin fyri snurruváðsbátarnar.
Nógv kenna Kristoffur, frá árunum hann var fiskari, teim árum, hann var arbeiðsformaður á Bacalao og síðani sum leiðari á pakkhúsdeildini hjá Strandfaraskipum Landsins.
Krisoffur verður nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1976, samstundis skrivari. Í hesum tíðandi álitisstarvi sat hann, til hann leggur frá sær fyri aldur í 1993.
Kann verða nevnt, at Kristoffur eisini nam prentsmiðjuyrkið, stutt skifti var hann á prentsmiðjuni hjá Arnold Øster, har var bróðurin Poul Arne framman-undan!
Landbúnaðatátturin hjá Kristoffuri man vera frá tíðini sum hjálparmaður hjá verpápanum, tokka og innlit í henda forna siðaarv føroyinga hevur hann mest sum ítriv.
Mangan hoyrist treysta songrødd hansara - og væl dámar fólki m.a. at líða á "teir fýra".
Vinarlig kvøða á 80 ára degnum, frægi javnaðarmaður á Argjum.
Sjálvan føðingardagin heldur Kristoffur saman við familjuni.