Nei, Svenning av Lofti

Hví so harmur, um at ein bjór kann vera gott fyri sinn og skinn? Ovurnýtsla av øllum er skaðilig.

Etur tú ov nógv livradeigg ella nýtur ov nógv øl ella gert ov nógv av, tá ið talan kemur til tað andaliga, so er hetta jú sera vandamikið.
At tú nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi í Dimmu 17.07., er sera undrunarvert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt, ið inniheldur alkohol?
Og at nógvir alkoholikarar eru endaðir á Psykiatrisku deild er sjálvandi syrgiligt, men so sanniliga nógvir av fundamentalistunum eru eisini endaðir á Psykiatrisku deild, minst tú til tað. Og einki er at ivast í, at teir eru verri at fáa á rættan kjøl aftur.
Fundamentalistarnir her á landi eru meira skaðiligir enn nakað alkohol.
Havi lurtað eftir Lindini nakrar ferðir, og tað má eg siga, eina slíka gudsspottan havi eg aldri hoyrt fyrr. Somuleiðis haldi eg, at tað er sera undrunarvert, at henda útvarpsstøð ikki verður sensurerað.
Útlendskir trúboðarar floyma inn í landið. Fólkið liggur og siglir niðri á øllum fýra í ymiskum ítróttarhallum kring landið. Pengaterminalar eru uppsettir, so hevast kann dúgliga til hesar trúboðarar, sum fara av landinum aftur proppaðir við »kristnum pengum«.
Tú skalt minnast til eitt, at vit eru fleiri, ið kunnu njóta eina bjór ella báðar tvær uttan at enda sum ein grønert.
Nei, Svenning, sum støðan sær út til, verður ikki leingi, til Føroyar verða eitt satt kristið TALIBAN veldi.