Ungdómar
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
- Teir fyrstu dagarnar vendu øll sær við og hugdu, tá vit gingu eftir gøtunum. Tað virkaði, eins og var tað ein sensatión, at Klaksvík hevði fingið ung fólk á vitjan, sigur Pernillla úr Svøríki.
Hon situr í sofuni saman við hinum fýra ungfólkunum, sum eru í Klaksvík í sambandi við Nord Jobb - samstarvið.
- Men eftir 2-3 dagar kendu fólk okkum aftur, og nú vinka tey til okkara og heilsa, leggur hon smílandi afturat.
Hini fýra eru Rikke og Mette frá Danmark, og Ulrikke og Haraldur frá Íslandi.
Vit eru stødd í hugnaligu húsinum, har tey halda til, meðan tey eru í Føroyum.
Húsini eru av tí eldra slagnum, og veggirnir eru prýddir við myrkagrønum tapeti. Blómurnar í vindeygunum eru allar av plastikk.
- Plastikk er so deiliga nemt at halda við líka, flennir Mette frá Danmark.
Sera øðrvísi
Tey eru øll komin til Føroya gjøgnum Nord Jobb, norðurlenska felagið, sum bjóðar ungdómi summararbeiðið í øðrum norðurlondum enn teirra egna.
Tær næstu 8 vikurnar skulu tey so búleikast í Klaksvík, har tey hava fingið arbeiði. Ein pakkar fisk, meðan onkur arbeiðir uttandura fyri kommununa. Onkur annar fæst við sølu av billutum, meðan ein hjálpir til á sjúkrahúsinum.
Men hví nýta summarfrítíðina at arbeiða í ?
- Eg hevði hug til at royna okkurt nýtt, og tí setti eg meg í samband við Nord Jobb, sigur Haraldur.
Hann leggur afturat, at hann áðrenn fráferðina úr Íslandi hevði hoyrt, at Føroyar vóru meinlíkar Íslandi. At tær kundu samanberast við onkran minni landslut í hansara egna landi.
- Men tað passar slett ikki. Hetta er heilt øðrvísi, og kann als ikki samanberast við nakað, sum eg kendi til áðrenn, flennir hann.
Tær báðar donsku genturnar eru púra samdar.
- Ein skuldi trúð, at danir vistu okkurt um Føroyar, tí vit liggja jú so tætt. Men satt at siga kendu vit nærum einki til tykkum og tykkara land, siga tær.
Einki ungdómsstað
Hóast tey ungu fólkini eru komin til Føroyar í sambandi við arbeiðið, so hava tey eisini tíð til at hugna sær saman.
Eftir arbeiðstíð hittast tey í húsinum, har tey práta og læra hvønn annan at kenna. Okkurt kvøldi hava tey eisini verið ein túr úti í býnum í Klaksvík.
- Men tað var ikki nakað at reypa av, halda tey.
Tey byrjaðu kvøldið á einastu ølstovuni, sum er í býnum.
- Men har vóru bara gamlir menn, so vit ætlaðu okkum víðari á diskotek, greiðir tann eina gentan frá.
Men løtan var tó ikki long á diskotekinum, tí har var nærum einki fólk inni.
- Øll tey ungu sótu uttanfyri, og tey flestu vóru so rúsaði, at ikki bar til at tosað við tey. So býtúrurin hjá okkum avmarkaði seg til einans at vitja eina grillbarr, flenna tey, meðan prátið gongur um munin á ungdómi í Føroyum og aðrastaðni í heiminum.
- Tað virkar ikki, sum Klaksvík hevur nakað serligt at bjóða ungum fólki. Tey hava einki stað, har tey kunnu hittast, vil tann eina gentan vera við.
- Ístaðin koyra tey bara runt í bilum teirra alla náttina, og tað kann ikki vera nakað serliga spennandi, heldur Haraldur.
Viltust á Viðareiði
Tað er ikki einans í Klaksvík, at Nord Jobbarir eru í løtuni. Fleiri onnur støð í Føroyum hava eisini vitjan av ungdómi frá øðrum norðurlondum, og hesi plaga at hittast í vikuskiftinum til ymsar ferðatúrar kring landið
Men tey ungu í Klaksvík hava eisini verið á einum túri á Viðareiði uttan ferðaleiðara. Minnini um hendan túrin framkalla látur um alt borðið, og eg spyrji, hvat var so stuttligt henda dagin.
- Jú, vit høvdu lisið um ein túr á Viðareiði, har einum ikki nýttist ferðaleiðara, greiðir Rikke frá.
Hetta var ein fjallatúrur, og tey fóru glað avstað. Men eftir eina løtu í føroysku fjøllunum funnu tey útav, at tey vóru vilst.
- Vit høvdu misskilt onkra leiðbeining, sum vit fingu áðrenn túrin, og vóru komin á heilt skeiva leið. Men her var so einki annað at gera enn bara at royna at finna oman aftur í bygdina, sigur Ulrikke.
Hóast túrurin tók nakrar eyka tímar, so endaði hann gott og tey ungu fólkini komu heim aftur í øllum góðum. Tó við einum nýggjum lærusetningi í lummanum.
- Ein skal hava respekt fyri føroysku náttúruni, slær Haraldur fæst.
Hetta var tó ikki einasti túrurin, ið ungu fólkini hava verið á.
- Ein annan dagin ætlaðu vit okkum niðan á Enniberg. Men líkamikið hvussu vit so leitaðu, so funnu vit ikki hetta vælsignaða fjall, flennir Pernilla.
Í somu løtu kemur samskiparin av Nord Jobb inn um dyrnar, og prátið fer at snúgva seg um teir túrarnar, sum tey skulu á komandi vikuskifti.
Eg leggi blokkin aftur í taskuna, og takki fyri meg.