John Kirk, Nottingham, Ongland: Eg búgvi í Onglandi, men Føroyar eru mítt heim

John Kirk vitjar í hesum døgum í Føroyum saman við konu síni Carole og systir síni Anna. John og Anna búðu nøkur ár í Føroyum aftaná annan veraldarbardaga, og er hetta fyrsta ferðin Anna vitjar í Føroyum eftir nærum 50 ár

Pápi John og Annu var enskur hermaður í Føroyum undir øðrum veraldarbardaga. Sum so nógvir aðrir bretskir hermenn, fekk hann føroyska konu. Pápin, Bill Kirk, giftist við Judith Sofíu Haraldsen úr Miðvági, og í 1943 fingu tey sonin John Kirk. Tá John var hálvt annað ára gamal flutti familjan til Onglands, har John fekk eina systur, Anna.
? Systir mín er fødd í Notthingham í Onglandi. Tá hon var seks mánaðar gomul, fluttu vit aftur til Føroyar, tí pápi mín skuldi til Suður Afrika í hertænastu, greiðir John Kirk frá.
? Vit fluttu aftur til Føroyar, tí mamma mín, Judith, dugdi ikki enskt, og hon skilti lítið av málinum. Henni longdist eisini illa heim aftur til Føroya, so foreldur míni gjørdu av, at vit skuldu vera í Føroyum meðan pápi var í Suður Afrika.
Tá pápi John var liðugur í hertænstu, flutti familjan aftur til Notthingham í Onglandi. Um hetta mundið, dugdi John bara at tosa føroyskt, og als ikki enskt.

Vil búgva í Føroyum

Hetta er fimta ferðin John vitjar aftur í Føroyum, men fyrsta ferðin Anna er aftur í Føroyum í nærum 50 ár.
? Familjan hjá mammu míni er her. Allar mostrarnar og allir mammubeiggjarnir eru tó deyðir nú, men systkinabørnini hjá okkum búgva jú her, greiðir John Kirk frá.
Og er tað júst eitt systkinabarn, sum er vertur fyri John, konuni og systrini hesuferð. Hanna og John vuksu upp saman í Miðvági, tá John búði í Føroyum
John hevði væl kunnað hugsað sær at búð í Føroyum.
? Men Carole vil ikki, sigur hann flennandi.
? Eg hevði ikki klárað at flutt frá familjuni hjá mær í Onglandi. Vit hava trý børn og fýra barnabørn, og teimum vil eg ikki fara frá, leggur Carole afturat. Men hon hevur onki ímóti at ferðast í Føroyum, og dámar henni ógvuliga væl at vera her.
? Føroyar og vakurleikin her liggja hjartanum ógvuliga nær, sigur John. ? Alt er so øðrvísi frá Onglandi. Landslagið, fjøllini, reinheitin. Luftin er so rein og deilig. Eg búgvi í Onglandi, men Føroyar eru mítt heim.
Sjálvur hevur John lagt nógvar broytingar til merkis síðani hann búði í Føroyum. Og kanska er tað heldur ikki so undarligt, tí tað er eisini ein hálv øld síðani hann hevði fastan bústað her.
? Miðvágur var bara ein lítil fiskarabygd, og Havnin var bara ein lítil býur. Nú er Miðvágur vorðin til ein lítlan bý, og Havnin er vorðin til ein stóran bý, sigur John.

Fyri grindadrápi

John minnist nógv frá teirri tíðini hann var smádrongur í Føroyum. Hann og Anna siga seg minnast tá tey plagdu at rulla páskaregg í bønum. Nakað, sum tey ikki hava upplivað aðrastaðni.
? Seyðirnir, at sleppa á seiðaberg, hoyggja... Og so minnist eg, at omma hevði eina kúgv í kjallaranum. Um kvøldið plagdi hon at mjólka, og so sluppu vit at eta róman oman av tann næsta morgunin, greiðir John frá.
? Eg elski tann føroyska matin. Mær dámar alt, eisini grind, fortelur John.
? Eg eri ikki ímóti grindadrápi, als ikki. Seinastu ferð eg var í Føroyum var grind í Sandvík, tað minnist eg væl.
Carole leggur afturat, at heima í Notthingham hava tey eina mynd av John, tá hann var smádrongur, tá hann var við í grind í Miðvági.
Anna er ikki eins prátingarsom og beiggin, men hon nikkar og tekur undir við tí hann sigur.
? Hetta er eitt fantastiskt land, og eg ætli mær heilt vist at koma aftur. Men av tí, at eg seinastu 25 árini havi búð í Suður Afrika, havi eg ikki kunnað komið, sigur Anna.
Fyri fýra árum síðani tá John var seinast í Føroyum, hevði hann mammu sína við í eini krukku.
? Tá mamma doyði varð hon brend í krematoriuminum. Vit tóku so øskuna við til Føroya og jarðaðu hana saman við ommu í Miðvági. Hon ynskti, at verða grivin í Føroyum saman við føroysku familju síni.
John, Carole og Anna steðga í Føroyum til sunnudagin, men lítil ivi er í, at tey verða aftur at síggja á klettunum okkurt summarið.