tá hon doyr. Tað er ikki upplýst, hvussu nógv kistan vigar, men kistan hjá Dianu prinsessu vigaði um 250 kilo. Kistan verður klædd við blýggi, so hon er lufttøtt og líkið heldur sær longri. Kistan við Philip [...] bleiv drotning, og vóru sostatt hjún í 73 ár. Philip prinsur var langabbasonur danska kongin Christian IX. Abbi Philip, sonur Christian IX, var Georg ella George I, danskur prinsur, sum bert 17 ára gamal [...] kongur av Grikkalandi. George I og Olga Konstantinovna av Russlandi fingu sjey børn, og tað fjórða av teimum var Andreas ella Andrew prinsur. Andrew og Alice prinsessa av Battenberg fingu fimm børn – fýra
hvussu tað kennist hjá hvalunum. Eg veit, hvussu tað kennist, tí eg havi mist eina dóttur. Tað er einasta útmeldingin, sum er farin inn um skinnið, greiðir hann erliga frá og leggur aftrat, at tað kanska [...] Eftir at filmurin var frumframsýndur, eru tað fleiri fólk kring heimin, sum hava ómakað sær at leita eftir Jens Mortani á sosilaum miðlum fyri at siga honum sína hjartans meiningar um grindadráp, fortelja [...] kanska hevur verið tosað ógvusligari um viðmerkingarnar alment, enn hann persónliga hevur kent tað. Longri samrøða við Jens Mortan er at lesa í Vikuskifti í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið
stórt, sum tað var. Í húsinum er góður ídnaðarkøkur og annars allir hentleikar. Bødvar Hjartvarsson sigur, at húsið eisini verður leigað út til eitt nú veitslur og ymisk tiltøk í Sandoynni. Tað er upp á [...] og smærri bólkar, og her er gott kampingpláss til einar 20-25 vognar. Tað er dansifelagið Stígum Fast, sum eigur Eiriksgarð, og tað er Eirksgarður, sum formelt rekur kamping-og tjaldingarplássið í Dali [...] stór grill og vask, sum øll vitjandi kunnu brúka. Bødvar Hjartvarsson sigur, at tað er javnan, at bólkar leiga seg inni í Eiriksgarð, har pláss er fyri heili 250 fólkum til borðs í senn. - Vit útbygdu
takast av, tá minnisvarðin var reistur, men viðtøkurnar eru broyttar, soleiðis at felagið heldur fram og granskar nú í ymiskum, sum hevur tilknýti til avtoftaðu bygdina í Kunoy. Tað var hin tiltikna skaðadagin [...] Kunoyar kommuna fevnir um bygdirnar, Kunoy og Haraldsund. Í oynni var eisini Skarðsbygd, men tað eru stívliga 100 ár síðan, at seinastu búfólkini fluttu úr bygdini, eftir at syrgilig bátsvanlukka rakti [...] við glúpi ella tráðu. Tað er hugnaligt at ganga túrar í náttúruvakra umhvørvinum kring um í báðum bygdunum, og í Kunoynni ber saktans til bæði at gera styttri útferðir og longri túrar. Kirkjan í Kunoy
sumt er bara shit talk, sigur hann. Teitur gjørdi tað í 2006 Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp [...] slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið. Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis». – Vit kunnu [...] spennandi tíð at vera føroyskur tónleikari! sigur Marius DC. Um lagið «Gasoline» sigur Marius, at hetta er tað mest bouncy lagið, ið hann hevur gjørt higartil: – «Gasoline» er um pengar og byrsur og rapp stereotypur
Nólsoyingar hava í longri tíð ynskt sær almenna atgongd til eitt bókasavn, so tað er gleðiligt fyri bygdafólkið, at hetta umsíðir er vorðið veruleiki. Nólsoyar bókasavn heldur til í somu hølum sum skú [...] Tórshavnar býráðs, helt eisini røðu og handaði bókasavninum eina gávu. Í sambandi við upplatingina var eisini hátíðarhald fyri navnframa nólsoyinginum, Jens-Kjeld Jensen, sum herfyri vann umhvørvisvirðisløn [...] og ætlanin er at hava opið fyri almenninginum eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld kl. 17.00-18.30. Tað er Bára Traustadóttir, sum frammanundan rekur skúlabókasavnið á skúlanum, sum eisini fer at røkja almenna
avloysa á høgra bakki. Tað var eitt ávíst trýst á AB-liðnum eftir fyrstu fýra dystirnar í 1. deild, sum góvu fimm stig. Undan dystinum í kvøld ímóti HB var greitt, at AB-liðið var darvað av fleiri leikbannum [...] støðuni 0-0. Tíðliga í seinna hálvleiki hendir tað, sum ofta hendir, tá annað liðið ikki tekur av møguleikanum - hitt liðið leggur seg á odda. Seks minuttir inni í seinna hálvleiki legði Hilmar Leon Jakobsen [...] javnaði bara fáa minuttir, eftir at hann kom á vøllin í seinna hálvleiki, áðrenn Rógvi Skála, sum eisini var innskiftur, avgjørdi dystin við sínum fyrsta málið fyri barndómsfelagið. Kristin Dahl Rasmussen kom
keypti Tavan umleið 125 tons av brislingi - tað allarmesta frá bátinum Katrin, og hetta er munandi minni enn vanlig ár. - Í fjør stóð sera nógvur toskur inni á firðunum, og hetta kann vera ein orsøk til [...] eru um, at tað verður frægari næsta ár. Joen Magnus Rasmussen sigur, at sera stórur eftirspurningur er eftir teirra brislingi, og Tavan megnar ikki at nøkta tann eftirspurning sum er. Tað sær tískil rættiliga [...] Company varð stovnað, og í 1880 byrjaðu tey at útflyta sínar vørur. Norsk/ svenski kongurin - Oscar - var so sera fegin um allan fiskamat og eisini brisling, at hann gav felagnum loyvi at brúka sítt navn til
at vera í 16 mánaðir inni í farsóttini, tá vit hava fleiri avmarkingar, segði hon á tíðindafundi. Koronuvirusið hevur spreitt seg til 136 milliónir fólk kring heimin, síðani tað var funnið fyrstu ferð í [...] londum. Tað eru koppsett fleiri enn 780 milliónir kring heimin. Meðan koppseting er eitt týdningarmikið vápn í stríðnum ímóti koronuvirusinum, er tað langt frá einasta amboð, vísir Ghebreyesus á. – Tað hjálpir [...] Evropa um eina millión andlát av koronu, síðani farsóttin fór at herja. Tað vísa tøl frá almennum myndugleikum í Evropa. Í gjár var talið av deyðum í Evropa við koronu komið upp á 1.000.288 fólk. Samstundis
skaðasteðg. Í gjár var hann ætlaður at vera millum teir fyrstu ellivu á Argjum, har næstbesta liðið hjá Víkingi skuldi spæla. Dysturin var tó avlýstur, tí tað var so nógvur kavi á vøllinum inni í Vika. Hjá B36 [...] Tað var ikki gamalt, at bæði feløgini í Gundadali áttu heimavøll á sama leikdegi, og at tað eisini kemur fyri, at tað ikki er fótbóltur í fremstu røð í Gundadali eitt vikuskifti. Men soleiðis hevur tað [...] roynt seg sum álopsspælarar, og tað kann væl vera, at annar teirra verður fremsti maður í Gundadali. Sølvi Vatnhamar var næstbesti málskjútti í fjør. Hann skoraði 12 mál. Tað er heilt víst, at hann verður