Eftir at filmurin var frumframsýndur, eru tað fleiri fólk kring heimin, sum hava ómakað sær at leita eftir Jens Mortani á sosilaum miðlum fyri at siga honum sína hjartans meiningar um grindadráp, fortelja honum hvat tey halda um hann persónliga, og hvat tey ynskja skal henda honum, familju hansara og ja øllum Føroyum. Nógv av óvandaorðunum eru so mikið ógvuslig, at tey als ikki eru borðbær.
– Eg fekk beinaveg onkra einkulta viðmerking undir myndunum, sum eg havi á Instagram av føroysku náttúruni og siglitúrum, eg havi verið á. Tað slettaði eg. Síðani komu boðini á Messenger. Fyrstu boðini vóru ógvuslig, men eg tók tey ikki so nær. Men í gjár komu eini øgiliga ógvuslig boð, har viðkomandi vónaði, at onkur kom og drap eitt av børnunum hjá mær, so eg kundi føla, hvussu tað kennist hjá hvalunum. Eg veit, hvussu tað kennist, tí eg havi mist eina dóttur. Tað er einasta útmeldingin, sum er farin inn um skinnið, greiðir hann erliga frá og leggur aftrat, at tað kanska hevur verið tosað ógvusligari um viðmerkingarnar alment, enn hann persónliga hevur kent tað.
Longri samrøða við Jens Mortan er at lesa í Vikuskifti í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið











