Kunoyar kommuna fevnir um bygdirnar, Kunoy og Haraldsund. Í oynni var eisini Skarðsbygd, men tað eru stívliga 100 ár síðan, at seinastu búfólkini fluttu úr bygdini, eftir at syrgilig bátsvanlukka rakti.
Í 2007 varð Felagið Skarðsbygd stovnað við tí endamáli at reisa ein minnisvarða norðuri á Skarði. Málið var, at minnisvarðin skuldi standa uppi í 2013, tá 100 ár vóru liðin, síðan Skarðsbáturin gekk burtur, og bygdin nøkur ár seinni doyði út.
Hin 14. august í 2013 varð minnisvarðin, sum Hans Pauli Olsen hevði gjørt, avdúkaður, og ongantíð áður hava so nógv fólk verið norðuri á Skarði samstundis, sum henda dagin, tá eini 600 fólk vóru til hátíðarløtuna.
Í viðtøkunum fyri Felagið Skarðsbygd stóð, at felagið skuldi takast av, tá minnisvarðin var reistur, men viðtøkurnar eru broyttar, soleiðis at felagið heldur fram og granskar nú í ymiskum, sum hevur tilknýti til avtoftaðu bygdina í Kunoy.
Tað var hin tiltikna skaðadagin, tollaksmessudag í 1913, at tríggir bátar við 19 monnum úr Norðoyggjum gingu burtur. Ein av hesum bátum var Skarðsbáturin við sjey monnum í góðum árum.
Syrgiliga vanlukkan førdi til, at bygdin so líðandi avtoftaðist.
Nú várið er komið, og summarið stundar til, kundi ein túrur til Skarðs saman við ferðaleiðara verið áhugaverdur og hugvekjandi, tí enn síggjast toftirnar av Skarðsbygd.
Í báðum bygdunum í Kunoy eru bygdafeløg og bygdahús, sum kunnu leigast av bólkum og til ymisk tiltøk og endamál.
Í Kunoy er bygdafelagið Vesturskin, og í Haraldsundi er Ljósið - neyvan tilvildarlig nøvn, tá havt verður í huga, at sólin rísur í eystri og fer í kav í vestri. Í bygdahúsunum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið, og tað er ikki minst eydnuhjólini, sum fólk dáma væl.
##med2##
Spælipláss eru eisini í báðum bygdunum, og her ber saktans til hjá familjum við børnum at stytta sær stundir ein góðan dag.
Í bygdini Kunoy er flott viðarlund, sum er ein attraktión hjá fólki, ið koma til bygdar, og í Haraldsundi er stuttligt hjá bæði børnum og vaksnum at stytta sær stundir niðri í fjørðuni og fram við sjóvarmálanum, kanska við glúpi ella tráðu.
Tað er hugnaligt at ganga túrar í náttúruvakra umhvørvinum kring um í báðum bygdunum, og í Kunoynni ber saktans til bæði at gera styttri útferðir og longri túrar.
Kirkjan í Kunoy, sum varð vígd 1. sunnudag í advent í 1867, er avgjørt eisini eina vitjan verd, eins og ætlaninar við kirkjuhúsinum ikki eru minni spennandi.
Í Kunoyar kommunu búgva umleið 150 fólk.