Debut og mál: Jóan Pauli gjørdi skjótt av

1. deild menn: AB vann 2-1 í grannauppgerðini móti HB í einum dysti, har innskiftararnir gjørdu mun

AB vann í dag 2-1 í grannauppgerðini móti HB í einum dysti, har innskiftararnir gjørdu mun. 18 ára gamli Jóan Pauli Tórsson, sum kom á vøllin á fyri fyrstu ferð, javnaði bara fáa minuttir, eftir at hann kom á vøllin í seinna hálvleiki, áðrenn Rógvi Skála, sum eisini var innskiftur, avgjørdi dystin við sínum fyrsta málið fyri barndómsfelagið. Kristin Dahl Rasmussen kom eisini á vøllin til sín fyrsta dyst fyri besta liðið.

Málið hjá HB skoraði Hilmar Leon Jakobsen, sum kom á vøllin í hálvleikinum saman við Áka Samuelsen, ið legði upp til málið, og venjaranum Símun Samuelsen, ið mátti inn at avloysa á høgra bakki.

Tað var eitt ávíst trýst á AB-liðnum eftir fyrstu fýra dystirnar í 1. deild, sum góvu fimm stig. Undan dystinum í kvøld ímóti HB var greitt, at AB-liðið var darvað av fleiri leikbannum og skaðum.

AB.fo skrivar soleiðis frá dystinum:

Í fyrra hálvleiki vóru okkara menn óhepnir ikki at leggja seg á odda. Heili tríggjar ferðir rakti bólturin tvørtræið/stongina á málinum hjá HB. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0. Tíðliga í seinna hálvleiki hendir tað, sum ofta hendir, tá annað liðið ikki tekur av møguleikanum - hitt liðið leggur seg á odda. Seks minuttir inni í seinna hálvleiki legði Hilmar Leon Jakobsen HB framum, og so stóð aftur á gomlum nøglum hjá okkum.

Rógvi Nónsgjógv Poulsen fór út við skaða í fyrra hálvleiki. Inn fyri hann kom Rógvi Skála, og eftir hesa útskiftingina vóru einans blaðungir debutantar eftir hjá Dimitrije at seta inn á vøllin.

Ein av hesum ungu monnunum var 18 ára gamli Jóan Pauli Tórsson. Hann kom inn á vøllin eftir 70 minuttir, og hann tók sanniliga av, tí hann skuldi bara brúka tveir minuttir, so javnaði hann til 1-1!

Eftir 78 minuttir fekk Leivur Fossdal Guttesen hjá HB beinleiðis reytt kort, og tá tevjaði AB-liðið møguleikan fyri at fara eftir øllum trimum stigunum.

Og sigursmálið kom eisini eftir 86 minuttir, tá ið áður umrøddi Rógvi Skála skoraði til 2-1. Hetta var fyrsta málið hjá Rógva á besta liðnum. Seinastu minuttirnar eydnaðist at halda tætt í hinum endanum, og harvið er ársins fyrsti heimasigur veruleiki.