Seinnapartin í dag segði Elizabeth drotning av Bretlandi manni sínum gjøgnum 73 ár, Philip prinsi, farvæl fyri seinastu ferð. Philip prinsur og hertogi av Edinburgh andaðist 9. apríl, tveir mánaðir áðrenn sín 100 ára føðingardag. Í dag varð hann lagdur til hvíldar í lítla St. George-kapellinum í Windsor Castle.
Einans 30 fólk vóru og fylgdu Philip prinsi, teirra millum børnini Charles, Anne, Andrew og Edward og abbasynirnir William og Harry.
Elizabeth drotning sat fyri seg sjálva og drýpti høvur í kapellinum, meðan erkabiskupurin av Canterbury og prósturin av Windsor í 50 minuttir hildu gudstænastu og sungið varð fyri prinsinum. Øll tey kongaligu sótu við masku sum verju móti koronu.
Philip prinsur hevði sjálvur lagt ein part av síni egnu jarðarferð til rættis. Hann hevði valt sangirnar, og løtan bar eisini brá av áhugamálunum og lívsleiðini hjá prinsinum.
Prinsurin varð lagdur til hvíldar í eini kistu, sum er gjørd úr enskari eik og klædd innan við blýggi, sum ger hana rættiliga tunga. Kistan varð gjørd fyri 30 árum síðani og líkist kistunum, sum onnur kongalig eru jarðað í. Elizabeth drotning verður eisini jarðað í eini sovorðnari kistu, tá hon doyr. Tað er ikki upplýst, hvussu nógv kistan vigar, men kistan hjá Dianu prinsessu vigaði um 250 kilo.
Kistan verður klædd við blýggi, so hon er lufttøtt og líkið heldur sær longri. Kistan við Philip prinsi liggur nú í gravhválvinum í kapellinum. Tá Elizabeth drotning doyr, verður kistan við Philipi flutt, so tey kunnu liggja saman í einum minnishválvi fyri fyrrverandi kongar og drotningar.
Elizabeth drotning og Philip prinsur giftust 20. november í 1947, fimm ár áðrenn hon bleiv drotning, og vóru sostatt hjún í 73 ár.
Philip prinsur var langabbasonur danska kongin Christian IX. Abbi Philip, sonur Christian IX, var Georg ella George I, danskur prinsur, sum bert 17 ára gamal bleiv kongur av Grikkalandi. George I og Olga Konstantinovna av Russlandi fingu sjey børn, og tað fjórða av teimum var Andreas ella Andrew prinsur. Andrew og Alice prinsessa av Battenberg fingu fimm børn – fýra døtur og sonin Philip. Philip varð føddur í Grikkalandi, men familjan livdi í útlegd frá tí hann bert var hálvtannað ára gamal.
Kortini gloymdi Philip prinsur ongantíð sínar røtur, og hetta sást eisini aftur í klæðinum um kistuna hjá honum, sum vísti hansara grikska og danska arv.