Í Dali hava tey bæði bygdarhúsið Eiriksgarð, sum kann leigast út til størri og smærri bólkar, og her er gott kampingpláss til einar 20-25 vognar.
Tað er dansifelagið Stígum Fast, sum eigur Eiriksgarð, og tað er Eirksgarður, sum formelt rekur kamping-og tjaldingarplássið í Dali.
Fyristøðufólk eru hjúnini, Helga Hilmarsdóttir og Bødvar Hjartvarsson.
Á kampingplássinum, har vognarnir standa á sløttum grasvølli, eru allir hentleikar, og her er eisini kampinghús við bæði vaskimaskinu, turkitrumlu, kaffimaskinu og brúsum.
Á økinum er eisini stór grill og vask, sum øll vitjandi kunnu brúka.
Bødvar Hjartvarsson sigur, at tað er javnan, at bólkar leiga seg inni í Eiriksgarð, har pláss er fyri heili 250 fólkum til borðs í senn.
- Vit útbygdu Eiriksgarð fyri nøkrum árum síðan, og tá gjørdist húsið tvífalt so stórt, sum tað var. Í húsinum er góður ídnaðarkøkur og annars allir hentleikar.
Bødvar Hjartvarsson sigur, at húsið eisini verður leigað út til eitt nú veitslur og ymisk tiltøk í Sandoynni.
Tað er upp á tal at skipa fyri einum gospel-tiltaki í Dali á hvítusunnu, og her er tað Kampingfelagið - camping.fo - sum stendur aftanfyri.
Fyristøðumaðurin vísir á, at til eitt slíkt tiltak eru fleiri kampingvognar væntaðir til Dals, umframt at Eiriksgarður eisini verður karmur um gospel-tiltakið.