Marius DC verður tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið sleppur upp í part á einum spælilista hjá NRK í 15 ár. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakar føroyingur er á spælilista á NRK P3.
Lagið, ið hevur fangað áhugan hjá P3, er spildur nýggja staklagið «Gasoline», sum plátufelagið TUTL og útbreiðslufelagið Believe gevur út um allan heimin í morgin, 16. apríl.
«Gasoline» er komin á spælilistan á støðini NRK P3X, sum hevur serligt fokus á hip hop, soul og urban tónleik. Hetta merkir, at normenn komandi vikurnar og kanska enntá komandi mánaðirnar regluliga fara at hoyra lagið í útvarpinum.
Marius DC sigur soleiðis um hetta:
– Við FMX (Faroese Music Export) hevur føroyskur tónleikur fingið ein nýggjan møguleika at sleppa út í heimin við okkara tónleiki. Eg eri so heppin at njóta gott av hesum, sigur hann.
– Dugnalig fólk arbeiða við okkara tónleiki í Norðurlondum og eisini í øðrum pørtum av Evropa. So eg vóni bara at hetta er fyrsta úrslitið av nógvum, ið vit fara at síggja komandi tíðina. Hetta er ein spennandi tíð at vera føroyskur tónleikari! sigur Marius DC.
Um lagið «Gasoline» sigur Marius, at hetta er tað mest bouncy lagið, ið hann hevur gjørt higartil:
– «Gasoline» er um pengar og byrsur og rapp stereotypur. Um alt møguligt, ið man nokk ikki eigur at tosa um alment. Hetta er eitt sindur av reyp og sumt er bara shit talk, sigur hann.
Teitur gjørdi tað í 2006
Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið.
Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis».
– Vit kunnu tí veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3.