Nú eru yvir ein millión deyð av koronu í Evropa

Meðan Evropa er farið um eina millión andlát av koronu, ávarar Heimsheilsfelagsskapurin um ringa støðu.

 

Í gjár fór Evropa um eina millión andlát av koronu, síðani farsóttin fór at herja.

Tað vísa tøl frá almennum myndugleikum í Evropa.

Í gjár var talið av deyðum í Evropa við koronu komið upp á 1.000.288 fólk.

Samstundis ávarar smittufrøðingurin Maria van Kerkhove frá Heimsheilsfelagsskapinum WHO um, at vit enn eru á einum kritiskum støði í farsóttini.

– Kurvin fyri farsóttina veksur ekspontentielt.

– Hetta er ikki ein støða, vit ynskja at vera í 16 mánaðir inni í farsóttini, tá vit hava fleiri avmarkingar, segði hon á tíðindafundi.

Koronuvirusið hevur spreitt seg til 136 milliónir fólk kring heimin, síðani tað var funnið fyrstu ferð í Kina síðst í 2019. Av teimum eru 2,94 milliónir deyð.

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði í gjár, at vit kring heimin hava hækkandi tal av smittaðum og fýra vikur við hækkandi tali av deyðum.

Seinasta hækkingini kemur, hóast koppseting ímóti covid-19 verður við fullari ferð í nógvum londum. Tað eru koppsett fleiri enn 780 milliónir kring heimin.

Meðan koppseting er eitt týdningarmikið vápn í stríðnum ímóti koronuvirusinum, er tað langt frá einasta amboð, vísir Ghebreyesus á.

– Tað hjálpir at halda frástøðu, brúka masku, hava reinføri, kanna, hava eftirlit, uppspora og fara í sóttarhald.

– Men ørkymlan og mótstríðandi upplýsingar um koronutiløk, og hvussu tey skulu virðast, kostar lív, sigur aðalskrivarin.

Hann leggur afturat, at WHO ikki er fyri einum »óendaligum stongsli«, men sigur, at tey lond, sum hava klárað seg best, hava kunna skræddaraseymað sær avmarkingar til støðuna, tey eru í.

/ritzau/AFP