enda føra við sær, at suðuroyingar missa ein stóran part av feskfiskivinnuni av oynni. Tí nú eru umstøðurnar blivnar so kappingaravlagandi, at tað tað er ein spurningur, um tað í framtíðini fer at bera [...] Suðuroynni pengar og arbeiðsfólkinum mista inntøku. Virkisleiðarar báði í Vági og á Tvøroyri, siga, at ein avleiðing av teirri broyttu siglingini er, at teir kundu ikki keypa so nógvan fisk, sum teir høvdu [...] hjá suðuroyingum at varðveita feskfiskivinnuna, sum teir hava arbeitt upp seinastu árini, at tað er ein spurningur um hon ikki dettur niðurfyri og verður flutt norður um fjørð, har ið umstøðurnar eru betri
túrurin til Klaksvíkar væl betri eydnaður, enn hann annars hevði verið. Lívligt og undirhaldandi Kanska var spælið ikki so ógvuliga polerað onkrar løtur í 2. hálvleiki, men tað er einki at taka seg aftur [...] HB vístu sunnudagin størsta fótbóltsundirhaldið, sum hevur verið at sæð í landskappingini í ár ? kanska við undantaki av dystinum millum HB og B36 beint eftir summarsteðgin. At KÍ kom á odda longu tá fimm [...] vøllinum. Marek stýrdi miðvøllinum, John Hansen vísti landsliðsstøði í vinstra borði, og Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan fyri sterku miðverjuna hjá HB, sum noyddist at arbeiða nógv og sjáldan tordi at sleppa
vit høvdu einki val. Støðan var 2-1 til teir, tá vit mistu ein mann, og í mínum hugaheimi var tað líka mikið, um vit høvdu tapt 2-1 ella kanska 4-1. Tí kroystu vit teir í vónini um, at tað fór at bera til [...] ellivu mál í fýra dystum, var harmur um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna: ? Talan var um ein fínan fótbóltsdyst, har vit sluppu at spæla. Vit høvdu møguleikarnar at vinna, og vit kunnu bara takka
hestakreftir og hevur verið eini 10 ár á í bátinum. Men ætlanin er at fáa burturúr ein seglbát við mastur og øllum, ið hoyrir til ein slíkan. Men fyri framman liggja sera nógvir arbeiðstímar, áðrenn dreymurin [...] og lætt, og hann hevur í hyggju at umbyggja bátin til eitt slag av stuttleikabáti. Hetta orðið er kanska ikki nóg sigandi, tí í veruleikanum er talan um størri bát, enn vit vanliga seta í samband við s [...] skal hann hava snið sum slíkur. Ikki sær hann út av nógvum, har hann liggur við bryggjuna í Lopra. Ein skrokkur. Men ætlaninar eru stórar. Allan Rajula sigur, at góður motorur er í bátinum og at hann hevur
Jákup Mikkelsen. Ilt í búkinum Todi Jónsson spældi ein tíma í Parkini móti AGF, sum vann 2-0. So varð hann skiftur út við Thomas Thorninger. Tapið var ein orduligur lúsingur, eftir at FCK tríggjar dagar [...] frammanundan hevði staðið seg so væl í Europa Cup á útivølli. Flemming Østergaard, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri FCK, var ikki í iva um, at tað var búkilskan aftan á ferðina til Bulgari, ið var [...] kaðalsjónvarp ella satelittsjónvarp, fara komandi árini at síggja lítið av donskum fótbólti. TV3 ætlar kanska at selja smá klipp til Danmarks Radio, meðan ítrótturin í TV2 fer at vera mest sum kliniskt reinsaður
tað kundi góðtakast. Men er vinnulívið ikki nøgt, kann ferðaætlanin sjálvandi endurskoðast. Kanska er ein nýggj støða íkomin hjá vinnulívinum, sum ger tað rímiligt at endurskoða hana, Tí eftir at avgerð [...] vænta, at fólk fara at ferðast um náttina. Og so verður tað eisini ein fíggjarligur spurningur. Men hann leggur afturat, at tað er ein spurningur, hvussu seint Smyril kann fara av Drelnesi, tí Smyril Line
kvinnur halda seg ikki framat. At konufólk ræðast vald er kanska rætt. Eitt annað er, at tað tekur tíð. Ein orsøk til, at konufólk halda seg aftur er kanska, at vit identifisera vald við mansvald. Menn hava altíð [...] í blaðnum í gjár er kanska tí, at kvinnur hava ikki tradisjón fyri at hava vald og tí verður tað kanska eitt sindur fremmant, tá ið tær koma uppá tindin. Gro Harlem Brundtland er ein kvinnuligur valdsfigur [...] og at tær verða gjørdar ósjónligar. - Politikkur er mangan ein køld verð og nærri tú kemur tindinum, kaldari verður tað. Konufólk hava kanska lættari við at bakka, tá ið tað verður kalt. Annars haldi eg
eru gjørd í Gundadali í ár. Hann smekkaði til úr 40 metrum, og bólturin fór sum ein kanónkúla í meskarnar aftanfyri ein undrandi B36 málverja. Tá FS Vágar fyri einastu ferð legði seg á odda ? tað var til [...] deild er avgreitt. B68-B71 2-1 (1-0) Um teir á heimaliðnum høvdu roknað við, at teir fóru at vinna ein lættan sigur, so noyddust teir at meta umaftur, tá tað var gott og væl hálvrunnið. Ellivu minuttir [...] torført at fáa nakað at vita frá B36 um, hvør hevur skorað og hvussu leikur fer, og tað er spell ? kanska eis-ini fyri B36. Málið, sum Eyðfinn Fjalsbak skoraði til 3-3, verður sagt at vera eitt av flottastu
viðurskifti samtíðis sum ein fær mest burtur úr oljuinntøkunum. Hetta haldi eg eisini, at føroyingar kunnu, um vit duga eins væl at standa fyri og fyriskipa útviklingin. Tað er ein spurningur um vilja og [...] vorðin bygt upp í einum øki við einum viðbreknum umhvørvi eins og tí her í Føroyum. Eg havi so heldur ongantíð verið í Alaska, sum hevur verið ein rættiliga fremmandur partur av heiminum fyri meg. Alex Buvik [...] mest einsligu plássunum í heiminum. Men tá tað er sagt, so er tað eisini ein sannroynd, at oljuvinnan hevur givið hesi farskotnu bygd og tess íbúgvum eitt annað bein at standa á. Í Barrow, har tað búgva umleið
. Men tað verður ein noyddur at gera í framtíðini, um ein vil varðveita stovnarnar. No new oil -Nú brúkar Greenpeace nógva orku uppá at forða fyri leiting í nýggjum økjum. Sær tú ein vanda í, at felagsskapurin [...] royndum, sum vit hava verið ígjøgnum í sambandi við útbjóðing og lógarsmíð her heima, so her er kanska ein møguleiki hjá okkum at hjálpa føroyingum við ikki at gera tey somu mistøk, ið vit hava gjørt sigur [...] fyrimunir eru við at samstarva við Danmark heldur enn við Noreg og Bretland? -Tað kann ein hava ymsar meiningar um. Tað er ein sannroynd, at tað longu er eitt gott samstarv á økjum, sum eg havi umrøtt. Vit hava