Nakað herfyri vitjaði danski umhvørvis- og orkumálaráðharrin, Svend Auken í Føroyum. Talan var ikki um eina almenna vitjan. Hann luttók á eini ráðstevnu á Tvøroyri í sambandi við, at tað vóru liðin 100 ár, síðani Petur Mohr Dam, sála var føddur.
Sosialurin hitti Svend Auken og prátaðu vit við hann um m.a. møguleikarnar fyri størri samvinnu millum Danmark og Føroyar á bæði orku- og umhvørvisøkinum.
Tætt samstarv
Støðan í dag er tann, at tað longu er eitt rættiliga stórt og tætt samstarv millum føroyskar og danskar mynduglekar, tá talan er um m.a. jarðfrøðisligar spurningar og nú eisini eina oljuvinnu.
Føroya Jarðfrøðissavn hevur leingi havt tætt samstarv við GEUS ella fyrrv. DGU. Fólk frá hesum stóra og týðandi jarðfrøðiliga stovni hava í mong ár arbeitt við uppgávum í Føroyum. Tá føroyingar fóru undir at fyrireika eina kolvetnislóggávu og annars gera fyrireikingar til eina oljuvinnu varð ein av fremstu donsku serfrøðingunum á økinum, Jørgen Nørgaard, læntur frá danska orkumálaráðnum.
-Eg haldi tað er heilt náttúrligt, at vit útvikla hetta samstarvið í framtíðini. Fyri meg er eingin ivi um, at vit hava nakað at geva burtur av, nevniliga teimum royndum, sum vit hava verið ígjøgnum í sambandi við útbjóðing og lógarsmíð her heima, so her er kanska ein møguleiki hjá okkum at hjálpa føroyingum við ikki at gera tey somu mistøk, ið vit hava gjørt sigur Svend Auken.
Sjálvur heldur hann seg hava góð viðurskifti við føroyingar men vísir á, at skal umrødda samarbeiði mennast, mugu føroyingar sjálvir taka stig til tess.
-Eg havi fylgt væl við í orðaskiftinum í Føroyum um, hvussu føroyska samfelagið og harí eisini ein oljuvinna skal mennast. Eg skilji tykkum sera væl, tá tit siga, at tit vilja hava ábyrgdina av, at avgerðirnar og virksemið skal liggja í Føroyum, og at tit ikki vilja lata tykkum stýra av hvørki Danmark, Bretlandi ella hvørjum tað nú skal vera.
Nógv at samstarva um
Svend Auken rættir tó hondina út til føroyingar og sigur, at um føroyingar eru hugaðir fyri tí, so vilja danir heldur enn gjarna vera við í arbeiðinum at menna oljuvinnuna, og tá verður bæði hugsað um orku- og umhvørvispartin. Hann hugsar her um samstarv á granskingarøkinum millum myndugleikarnar í báðum londum.
Danski umhvørvismálaráðharrin heldur, at ikki minst á miljøsíðuni kundi fingist eitt gott samstarv, nú danskir stovnar nettup arbeiða so nógv við spurningum viðvíkjandi tí arktiska umhvørvinum.
-Hvussu við donskum fyritøkum, sum eru hugaðar fyri at arbeiða í Føroyum?
-Eg veit, at tað hevur verið tosað um í Føroyum, at vit í Danmark ynskja, at danskar fyritøkur skulu hava fyrimunir framum aðrar, tí hetta er innan fyri ríkið. Til tað kann eg bert siga, at fyritøkur sum DONG og Mærsk, sum vilja vera við, skulu sjálvandi viðgerast sum allar aðrar fyritøkur tvs. fair og væl, men tær skulu ikki hava nakra framíhjástøðu.
-Hvørjir fyrimunir eru við at samstarva við Danmark heldur enn við Noreg og Bretland?
-Tað kann ein hava ymsar meiningar um. Tað er ein sannroynd, at tað longu er eitt gott samstarv á økjum, sum eg havi umrøtt. Vit hava traditión fyri samstarvi. Vit eru so eisini rættiliga tætt knýtt at hvørjum øðrum. Haraftrat kemur, at vit eru minni. Tað er altíð hugaligt at arbeiða saman við nøkrum, sum er minni. Haraftrat hava vit longu eitt samarbeiði innan fyri ríkið, og vit kenna hvør annan rættiliga væl.
Svend Auken sigur tó , at tað átti ikki at verið nakað til hindurs fyri hjá føroyingum at samarbeiða við bæði Noreg, Danmark og Bretland. Hann sær fegin, at eitt samstarv á orku- og oljuøkinum kom í lag millum Danmark og Føroyar, men heldur fyri, at initiativið til hetta má koma frá føroyingum sjálvum.
Danski orkumálaráðharrin vísir annars til, at tað í dag finnast danskar fyritøkur, sum eru sinnaðar til at gera íløgur í eina komandi oljuvinnu í Føroyum og vísir hann her m.a. til ætlanina hjá einum Mærskfelag saman við føroyingum at gera útgerðarhavn á Drelnesi.
-So her hendir nakað, og hvat viðvíkur teimum
donsk-føroysku viðurskiftunum er tað ómetaliga umráðandi at tosa um framtíðina ístaðin fyri alla tíðina at tosa um fortíðina.
Yvirtøkan av undirgrundini
-Men fyri tó kortini at halda fast við fortíðina, hví var javnaðarflokkurin so nógv ímóti, at Schlüter lat føroyingum rættin til undirgrundina?
-Tað var meira ein spurningur um mátan hann gjørdi tað uppá. Eg havi ongantíð verið við í nakrari tinging, har vit hava sett spurnartekin við spurningin. Sjálvur havi eg annars nettup gjørt eina avtalu við grønlendska landsstýrið um at flyta ráevnisumsitingina úr Danmark til Nuuk. So mín egna støðutakan til hetta er tann, at tað eru londini sjálvi, sum í útgangsstøðinum hava rættin til síni egnu ráevni. Tað eg her tosi um er, hvussu vit kunnu samstarva myndugleikanna millum um m.a. umhvørvi, jarðfrøði ol.
-Men er tað ikki so, at tit í einum slíkum samstarvi fáa atgongd til allar upplýsingar um t.d. føroysku og grønlendsku undirgrundina og harvið fáa fyrimunir av tí í mun til aðrar?
-Tað skal ein vera varin við at siga. Tí slíkar upplýsingar geva vit ikki víðari til danskar fyritøkur í mun til amerikanskar ella aðrar. Tá eru vit ein myndugleiki. Talan er ikki um Mærsk, Dong ella aðrar fyritøkur men um danska orku- og umhvørvismálaráðið. Hava vit eina avtalu um, at upplýsingar skulu haldast loyniligir, so lata vit teir ikki víðari til onnur.
Vit spurdu annars Svend Auken, hvat hann heldur um avtalurnar, sum danir hava gjørt við ávikavist føroyingar og grønlendingar um undirgrundarmálið!
-Tá avtornar er kanska ikki so stórur munur á hesum avtalum, hóast føroyingar hava yvirtikið ráevnini. Við Grønland hava vit ta avtalu, at útreiðslurnar verða býttar helvt um helvt og sama er við inntøkunum. Frá danskari síðu brúka vit sera stóra orku til gransking og til at byggja upp eina umsiting í Grønlandi. Tá inntøkur koma verða hesar so býttar millum londini. Men Danmark hevur ikki áhuga í, um tað koma stórar inntøkur, og hesar tá ikki skulu fella Grønlandi í lut. Koma tær, so verða tær sjálvandi í fyrstu atløgu mótroknaðar í blokkinum, og tað er júst sama avtala, sum Schlüter gjørdi við føroyingar á sinni. Í praksis er einasti munurin millum føroyska og grønlendska modellið tann, at grønlendingar hava saman við okkum valt ein modell, sum koyrir nógv meira uppá samarbeiði. Eg haldi ikki, at tað er nakar munur út yvir tað.
Alment oljufelag
Hvat heldur Svend Auken um eitt alment føroyskt oljufelag!
-Eg kann bert siga, at vit hava sera góðar royndir við tí. Men ein skal vera varin við at geva øðrum ráð. Eg skilji, at tvey privat føroysk oljufeløg eru stovnað, og eg haldi, at tað er týdningarmikið, at tað onkursvegna finst eitt element av almennari luttøku í hesum máli. Bæði okkara og serliga tær norsku royndirnar vísa, at samfelagið fær størri inntøkur, um talan er um almenna luttøku eisini.
Svend Auken vísir í hesum sambandi á gongdina í Bretlandi, har tú ikki hevur havt almenna luttøku, og har teir tí eisini hava fingið nógv minni burtur úr enn t.d. norðmenn.
-Hvat viðvíkur einum almennum føroyskum oljufeløg eru tað eisini eisini aðrir spurningar, ið ein skal taka støðu til, eitt nú, hvussu hetta skal gerast, um pengar eru til tað osfr. Men eisini tað vilja vit fegnir tosa við føroyingar um.
Markið
Eitt av málunum, sum Svend Auken fegin sær loyst sum skjótast til gagn fyri ikki minst føroysk áhugamál, er marknatrætan við bretar. (Samrøðan varð gjørd tíðliga í august mánað, tvs. áðrenn sami Svend Auken herfyri í ÚF kom við viðmerkingum um málið).
-Eg skilji, at tað í nýggja løgtinginum er áhugi fyri at fáa loyst marknatrætuna skjótast til ber heldur enn at skula fara til dómstólin við tí. Vit hava skilt, at fyrrverandi føroyska landsstýrið varð ikki so sinnað til at taka eina avgerð, og var tað kanska ikki so klókt. Hinvegin er tað eisini umráðandi at siga, at Danmark ger onga avtalu við Ongland, har Føroyar ikki taka fult undir við hesum. Annars standa føroyingar sjálvir fyri samráðingunum.
-Men hevur Danmark gjørt nóg gott lobbyarbeiði fyri føroyingar í hesum máli?
-Tað hava vit avgjørt. Spurningurin er so bara, hvussu nógv partarnir vilja geva seg. Skal ein t.d. røkka einum kompromii, so er greitt, at báðir partar mugu geva seg so ella so.
Svend Auken heldur tað er sera óheppið fyri eina komandi leiting við Føroyar, at markið ikki er komið uppá pláss, nú vit vita, at fleiri av teimum áhugaverdu økjunum liggja í umstríddum øki.
Annars vísir danski orkumálaráðharrin á, at bretar tykjast vilja hava markið uppá pláss sum skjótast. -Tá eg vitjaði bretska starvsfelaga mín í Bretlandi, John Battle í vár, tók hann sjálvur málið fram og gjørdi greitt, at teir síggja helst, at málið verður loyst við samráðingum, men tað vil tó ikki neyðturviliga siga, at teir vilja loysa tað fyri einhvønn prís. Eg gjørdi Battle púra greitt, at hetta er eitt mál, sum føroyingar skulu avgera.
Svend Auken leggur áherðslu á, at hetta málið liggur suverent í hondunum á føroyingum, men at danskt diplomati sjálvandi er tilreiðar at hjálpa. Hann vísir tó ikki aftur, at tað í danska uttanríkisráðnum er eitt ynski um at fáa ein enda á hesum málinum. Men bólturin er hjá føroyingum, sum mugu koma við einum ella øðrum útspæli.
Greenpeace
Nú um dagarnar almannakunngjørdi Greenpeace sína árligu frágreiðing. Har verður m.a. sagt, PVC eigur at verða forboðið, at veiðuflotarnir eiga at minkast munandi, at kjarnorkan eigur at avmarkast, og at leitingin eftir nýggjum oljufeltum eigur at steðgast, og at vit í staðin eiga at gera íløgur í varandi orkukeldur. Hvørja støðu hevur tú sum orku- og umhvørvisráðharri til hetta?
-Vit hava góð viðurskifti við Greenpeace. Men vit eru ikki samdir við teimum á øllum økjum. Vit sleppa neyvan undan at leita eftir olju ella brúka fossila orku. Men tað er burturvið at brenna alla fossila orku av við teimum klimatrupulleikum vit hava, heldur enn eisini at leggja seg eftir orkusparing og varandi orku.
Svend Auken vísir á, at Greenpeace hevur útpeikað Danmark sum eitt undangonguland, tí Danmark ætlar at útbygja orkuveitingina við vindmyllum úti til havs uppá 5000 megawatt hvør.
Svend Auken heldur annars, at vit eiga ikki at gloyma væleydnaða OSPAR fundin í Portugal herfyri, har havumhvørvi varð á skránni. Tá varð samtykt at seta forboð fyri at søkkja oljupallar á havsins botn og at koyra vandamikil evni í havið.
-Hvat viðvíkur fiskiflotanum, so er tað eitt sera trupult mál. Men ein og hvør sær, at vit eru ikki nóg skynsom, tá talan er um fiskiveiði. Vit fiska ov nógv, og vit tveita ov nógv av góðum fiski burtur. Hyggja vit eftir Norðsjónum, so verða her hvørt ár tveitt fyri borð 500.000 tons av góðum matfiski.
Svend Auken ásannar, at tað eitt nú í Danmark hevur verið torført at tosa um ressursir og umhvørvi, tá talan er um fiskivinnu. Men tað verður ein noyddur at gera í framtíðini, um ein vil varðveita stovnarnar.
No new oil
-Nú brúkar Greenpeace nógva orku uppá at forða fyri leiting í nýggjum økjum. Sær tú ein vanda í, at felagsskapurin eisini fer at royna at forða fyri leiting við Føroyar?
-Eg haldi, at Greenpeace skal hava loyvi at seta tiltøk í verk, har tað fer fram dálking av umhvørvinum, men hvat viðvíkur leiting, so hevur felagsskapurin ongan rætt til at stegða ella órógva slíka, heldur ikki í føroyskum sjógvi.
Svend Auken vendir í hesum sambandi aftur til spurningin um samarbeiði á umhvørvisøkinum. -Eg haldi tíðin er komin til, at føroyingar og danir seta seg niður og vita, hvat ein kann arbeiða saman um. Soleiðis at vit síggja ríkisfelagsskapin sum eitt ríkissamarbeiði heldur enn altíð at tosa um hetta í einum negativarum anda.
Vindmyllur
Vit spurdu Svend Auken, um hann er bilsin av, at tað ikki finnast fleiri vindmyllur í Føroyum.
Til tað sigur hann, at nettup í einum landi við so nógvum fjarskotnum bygdum skuldi tað verið eitt frálíkt hugskot at kombinera vindmillur við einum eykageneratori. Eg skilji ikki, hví tit ikki hava lagt tykkum eftir hesum, tá hugsað verður um, hvussu góðar og effektivar vindmyllur tú fær í dag.