Siglingin hjá Smyrli hóskvøld varð broytt í samráð við vinnulívið. Men er tað neyðugt at broyta hana einaferð afturat, eru vit sinnað at tosa um tað.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni vísur ikki aftur at ganga vinnulívinum í Suðuroynni á møti.
Nú er einasti máti at fáa feskan fisk av landinum at senda hann norður við Smyrli kl. 19 hóskvøld, so hann kann fara við Norrønu av landinum fríggjamorgun.
Tað ger at suðuroyingar mugu gevast at arbeiða seinnapartin hósdag. Teir halda, at tað hevði hjálpt munandi, um fráferðin var kl. 21 ella kl. 22, tí so kundi tey arbeitt munandi longri á virkjunum.
Reidar Nónfjall sigur, at fráferðin kl. 19 hóskvøld varð ásett í samráð við Ráfiskakeyparafelagið, tí felagið helt, at tað kundi góðtakast.
Men er vinnulívið ikki nøgt, kann ferðaætlanin sjálvandi endurskoðast.
Kanska er ein nýggj støða íkomin hjá vinnulívinum, sum ger tað rímiligt at endurskoða hana, Tí eftir at avgerð varð tikin um, at fráferðin hjá Smyrli skuldi vera kl. 19 hóskvøld, hevur Skipafelagið eisini gjørt av at broyta sína ferðaætlan, so suðuroyingar fáa heldur ikki fáa brúkt tað.
Men skal ferðaætlanin aftur broytast, skal tað gerast eina ferð með alla, tí hon kann ikki verða broytt í tíð og úrtíð.
Hann heldur tí, at tað kundi verið eitt hugskot at partarnir tosaðu saman um ynski, krøv og møguleikar og so varð kannað eftir, hvat ber til at gera.
Men hann vísir tó á, at skal fráferðin av Drelnesi hóskvøld til Havnar útsetast til kl. 21-22, verður ongin ferðafólkaflutningur suðuraftur, tí vit kunnu ikki vænta, at fólk fara at ferðast um náttina.
Og so verður tað eisini ein fíggjarligur spurningur.
Men hann leggur afturat, at tað er ein spurningur, hvussu seint Smyril kann fara av Drelnesi, tí Smyril Line legur stóran dent á at kunna framskunda fráferðina til Danmark til seint hóskvøld, tá ið veðrið er ringt, fyri at hava vissu fyri at vera frammi til tíðina.