at sum hann hevur skilt, so verður tað ringt til arbeiðarafeløgini allatíðina og spurt um undantaksloyvir til bæði eitt og annað, so hann heldur, at tað er lítið sannlíkt, at norðoyastevnan fer at fáa [...] møguleikan, at eitt vikuskifti er millum vestanstevnu og ólavssøku, har norðoyastevnan møguliga kundi verðið í staðin, men tað er sum sagt bert ein møguleiki. Og hann ásannar eisini, at tað verður ein øðrvísi [...] vøra kemur norður, og somuleiðis ivast hann stórliga í, um nakar stevnugestur fer at koma. Klokkan hálvgum ellivu hósmorgunin sessaðust partarnir aftur niður við semingsmonnunum, og Jan vónar bara, at
skeið frá bæði privatfólki og stovnum og fyritøkum. Tendra og sløkk skeið Tí fóru teir undir KT-Centrum. Møguleiki er at taka teldu koyrikort, internetskeið og sonevnd temdra og sløkk skeið til nýbyrjarar [...] fyritøkur, privatpersónar og familjur. útgerðin er góð í sera hugnaligu høkunum. Hewlett Packard útgerð í 1. flokki og 19 tumma teldurútar onframt uppvørpu og sooround sond. 10 pláss eru og tað verður mett at [...] vinnan er fyri øgiligari menning og innan hesa vinnu síggjast alt fleiri virki og fyritøkur av ymsum slag. Handilin Mega í Miðbýnum í Havn hevur fingist við at selja teldur og telduútgerð. Nú hevur fyritøkan
lærarum og næmingum. Taka vit ikki ræðið á telduni, so tekur hon ræðið á bæði okkum og næmingunum. Einki er so vist sum tað. Eg havi tí tikið stig til at bjóða øllum lærarum skeið í fakligari lesing og kun [...] kunningartøkni skúlaárini 2011/12 og 2012/13, og eg meti, at við rættari fyrireiking og ráðlegging fer hetta stóra átak at bera til. Skúlaárini 2011/12 og 2012/13 verður árliga skúladagatalið lækkað við til [...] samans 5 døgum, soleiðis at tveir og tríggir dagar falla ávíkavist í 2011/12 og 2012/13. Tveir dagar verða nýttir til fakliga lesing og tríggir dagar til kunningartøkni, og verður mannagongdin, at lærarar
at tjakast um almenna sektorin, tí at ein og hvør kritikkur verður tikin sum álop á starvsfólkini. Tað er ikki so, og ein og hvør bólkur eigur at verða vigaður og mettur av øðrum enn sær sjálvum, heldur [...] er nu farið í søguna, og er tað eitt dømi, har vit nú dúva uppá ekspertisuna í grannalondunum. Ger tað nakað? Hvussu við t.d. matvørum og heiluvági ? Um tað er loyvt at selja og eta í Danmark, Noregi, [...] fíggjarlogini, er lítið at ivast í. Føroyska samfelagið ber nú einaferð ikki meir enn eitt vist, tá tað kemur til skatting og almennar útreiðslur. Tíverri sær út til, at spart verður oftani í skeiva endanum, har
úr hesi grindini og vístu á, at hóast ávaringarnar hjá okkara heilsumyndugleikum, drepa – og eta - føroyingar framvegis grind. Eitt nú Ekstra Bladet og Se & Hør skivaðu um grindadrápið og vístu til gran [...] Pál Veihe, granskara og landslæknanum, Høgna Debes Joensen, sum herfyri mæltu føroyingum frá at eta grind og spik, tí gransking gjøgnum mong ár vísir, at grind er heilsuskaðilig og óegnað sum mannaføði [...] við kikssilvuri og PCB, og at hon tí ikki er egnað sum mannaføði. Ein av teimum, sum altíð er við í grind, er Jústinus Olsen, djóralækni. Uppgávan hjá honum er at gera ymiskar uppmátingar og kanningar, tá
royndum at spara upp til fullveldi. Og at spara á samferðsluøkinum heldur hann vera alt annað enn rætt. ? Landið eigur at byggja samferðslukervið upp á eitt nútímas støði og síðani privatisera samferðsluna [...] gjølla eigur at kanna fyrimunir og vansar við at privatisera partar av samferðsluni, áðrenn støða verður tikin. ? Skal nakað av samferðsluni privatiserast, er heilt vist, at ein posi av pengum má fylgja [...] tungar farleiðir og betra um tænastustøðið á teimum, sigur Marjus Dam. Sambandstingmaðurin vísir á, at leiðin um Vestmannasund áður hevur verið á privatum hondum. Tá var tænastustøðið høgt, og mennirnir, sum
Landsverki, og at tað er ikki vist, at fakliga tilmæli samsvarar við politiska viljan. Tí er als ikki vist, at tilmælini frá Landsverki verða sett í verk, og tað er somululeiðis als ikki vist, at tey verða [...] avgjaldið á brennievni er nýliga hækkað, og hann heldur ikki, at tað er rætt at hækka tað enn meiri. Spurningin um bummgjøld vil hann ikki siga nakað um enn, og yvirhøvur er hann ógvuliga varin at siga [...] vita, hvat politikarar halda um tunlar, bummgjøld, eyka avgjøld á brennievni, raðfestingar og útbyggingar og alt annað, Landsverk umrøður í ætlanini, sigur hann.
óskiljandi og ørkymlandi, og spurningarnir standa eftir ósvaraðir, nú teirra maður, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teimum. - Pápi hevði verið í kemoviðgerð í tveir mánaðir, og læknarnir kenna [...] Olsen í svølginum, og eisini hovnar tungan. - Serliga løgdu vit til merkis, at tungan hovnaði og hann hevði trupult við at tosa, sigur Jógvan Olsen. Hann var heima hesa lagnunáttina, og hann var um pápan [...] ikki sovið og er uppi meginpartin av náttini. Tá klokkan nærkast sjey er heilt galið. - Tá er pápi sera trongur, er illa fyri og fær ikki andað. Støðan er rættiliga hættislig fyri okkum, og vit royna sum
seint í dystinum. Rúni og ein gøtumaður duttu um hvønn annan, og í fallinum beklaði Rúni á báðum beinum og noyddist tí at berast av vøllinum. Seint sunnukvøldið tosaðu vit við Rúna, og tá segði hann, at skaðin [...] skaðin neyvan var álvarsligur, tí longu tá fekk hann gingið aftur og sett fótin til. HB-liðskiparin roknar heilt vist við at verða klárur aftur til næsta dystin hjá havnarliðnum, sum verður í Gundadali [...] men tá ið man fær øll trý stigini, ger tað onki, heldur hann. - Spælið hjá okkum hekk als ikki saman, og verjan var rættuliga ótrygg í fleiri førum, heldur Rúni Nolsøe.
hevði bæði vant og spælt seinastu vikurnar. Tó kendist skaðin ikki væl hjá Teisi, og hann má tí geva avboð at spæla finalurnar. H71-hópurin hevur verið sera skerdir seinastu vikurnar, og fleiri leikarar [...] leikarar hava sitið uttanfyri við skaðum og snuddum. Tó tykist tað sum teir flestu eru til reiðar at spæla, hóast at Pætur Thomsen er sera ivasamur. Heilt vist er tað eisini, at toppskjúttin á liðnum, Hilmar [...] kl 18:00 í høllini á Hálsi Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus Neistin – H71 kl 20:00 í høllini á Hálsi Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum Seinni finaludagur leygardagin 21. Apríl VÍF –