Skaðin ikki so álvarsligur

Tað sá álvarsligt út, tá ið HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, bleiv borin av vølli eitt korter fyri leiklok eftir eitt hendiligt óhapp, men skaðin er neyvan so álvarsligur.

Teir nógvu HB-áskoðararnir, ið høvdiu leitað sær norður til Gøtu sunnudagin, fingu rukkur í pannuna, tá ið liðskiparin hjá føroyameistarunum, Rúni Nolsøe, bleiv borin av vøllinum seint í dystinum. Rúni og ein gøtumaður duttu um hvønn annan, og í fallinum beklaði Rúni á báðum beinum og noyddist tí at berast av vøllinum.
Seint sunnukvøldið tosaðu vit við Rúna, og tá segði hann, at skaðin neyvan var álvarsligur, tí longu tá fekk hann gingið aftur og sett fótin til. HB-liðskiparin roknar heilt vist við at verða klárur aftur til næsta dystin hjá havnarliðnum, sum verður í Gundadali um tíggju dagar, tá ið NSÍ kemur á vitjan í seinasta dystinum í fyrru helvt. Dysturin verður leiktur mikukvøld, tí at NSÍ leikar InterToto-Cup í vikuskiftinum.
Um sjálvan dystin í Gøtu sunnudagin, sigur Rúni, at hatta var eitt tað vánaligasta, ið HB hevur leikt í ár, men tá ið man fær øll trý stigini, ger tað onki, heldur hann. - Spælið hjá okkum hekk als ikki saman, og verjan var rættuliga ótrygg í fleiri førum, heldur Rúni Nolsøe.