Skeivt av sjúkrahúsunum at borðreiða við grind

- Eg havi ongan hoyrt enn, sum er komin við nøkrum fakligum atfinningum móti okkara tilmæli um ikki at eta grind, tí grind og spik er heilsuskaðilig fyri menniskju. Hinvegin havi eg hoyrt fólk siga, at hetta trúgva tey ikki ordiliga upp á. Men trúgv er ikki tað sama sum vitan, sigur granskarin, Pál Veihe

Grind

 

Tíðin fer at vísa, hvussu nógv føroyingar fara at lurta eftir ráðunum hjá Pál Veihe, granskara og landslæknanum, Høgna Debes Joensen, sum herfyri mæltu føroyingum frá at eta grind og spik, tí gransking gjøgnum mong ár vísir, at grind er heilsuskaðilig og óegnað sum mannaføði.

Tá grind fyrr í hesum mánaðinum legði beinini í Hvannasundi eftir, at eingin grind var deyð í Føroyum seinasta hálvt annað árið, var einki, sum bendi á, at føroyingar sum heild ætla sær at fylgja heilsuráðunum.

Danskir fjølmiðlar gjørdu nógv burtur úr hesi grindini og vístu á, at hóast ávaringarnar hjá okkara heilsumyndugleikum, drepa – og eta - føroyingar framvegis grind.

Eitt nú Ekstra Bladet og Se & Hør skivaðu um grindadrápið og vístu til granskingarúrslitini hjá Pál Veihe um, at grindin er dálkað við kikssilvuri og PCB, og at hon tí ikki er egnað sum mannaføði.

Ein av teimum, sum altíð er við í grind, er Jústinus Olsen, djóralækni. Uppgávan hjá honum er at gera ymiskar uppmátingar og kanningar, tá grind verður hildin til.

Við Norðlýsið segði djóralæknin, at grindin, sum legði beinini í Hvannasundi, var sera væl fyri. Teir stóru hvalirnir sóu út til at vera væl í holdum, og hetta er eisini tann tíðin, tá grindin er upp á tað besta.

Blaðið spurdi eisini djóralæknan, um hann framhaldandi etur grind, tó at ávaringar eru um, at hon er heilsuskaðilig.

- Jú, tað geri eg. Eg haldi, at niðurstøðan, sum landslæknin hevur gjørt, er eitt alt ov langt lop frá úrslitunum frá vísindaligu kanningunum. Sjálvur dámar mær væl at eta grind, og eg fari at halda fram við hesum, segði Jústinus Olsen við Norðlýsið.

 

Einki fakligt

Herfyri tosaði Rás 2 við Pál Veihe, granskara, og spurdi hann, hvat hann heldur um tær atfinningar, sum hava verið ímóti tilmælinum um ikki at eta grind.

- Eg havi ongan hoyrt enn, sum er komin við nøkrum fakligum atfinningum móti okkara tilmæli. Hinvegin havi eg hoyrt fólk siga, at hetta trúgva tey ikki ordiliga upp á. Men trúgv er ikki tað sama sum vitan, leggur granskarin dent á.

Granskingarúrslitini, sum deildin hjá Pál Veihe er komin fram til, eru kunngjørd í altjóða tíðarritum.

- Vit hava tó ikki kunngjørt, at grindin er so illa dálkað, at fólk ikki eiga at eta grind meira. Tað er heldur ikki vanligt at kunngera slíkt í vísindaligum tíðarritum, tí tað er eitt mál, sum fólkaheilsumyndugleikarnir í teimum einstøku londunum taka upp.

Pál Veihe vísir á, at í USA hevur man bæði nógv og leingi umrøtt markið fyri kiksilvuri í eitt nú svørfiski og tunfiski, tó at kiksilvur í hesum fiski er nógv minni enn í grindahvali.

- Í USA høvdu vørur við so nógvum kiksilvuri sum í grind als ikki verið seldar.

Granskarin sigur, at tey meira enn 20 árini, hann hevur arbeitt við hesum kanningum, hevur hann samskift við ein hóp av føroyingum.

- Fleiri túsund føroyingar hava verið inni á deildini hjá mær til kanningar. Úrslitið av hesum er, at ein nógv meira nágreinilig frágreiðing er komin út til fólk, enn um kanningarnar bara snúðu seg um eitt ávíst mark-virði, sum verður kunngjørt av einum myndugleika – uttan frágreiðing.

 

Nýtslan minkar

Pál Veihe heldur, at tað hevur eydnast teimum at kunna væl og virðiliga um vandarnar við at eta grind, og hann ásannar, at nýtslumynstrið hjá føroyingum, tá ið ræður um at eta grind, er rættiliga nógv broytt seinnu árini.

Hann vísir á, at eitt nú kvinnur, sum hava ætlanir um at gerast við barn – eru við barn ella sum geva bróst – stórt sæð allar siga, at tær halda seg frá at eta grind og spik.

- Tá hesar ikki eta grind, kemur tað heilt vist at breiða seg runt í samfelagnum, leggur hann aftrat.

Granskarin undrar seg ikki yvir, at fólk kortini í stórum tali fóru avstað at fáa sær grind, nú eingin grind hevði lagt beinini í so langa tíð.

- Nei, tað sigur mær ikki so nógv. Eg trúgvi, at grundleggjandi er føroyingurin, tá hann hugsar seg um, rationelllur, sum Pál tekur til.

Og hann heldur fram:

- Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu trupult tað ikki hevur verið at borið boðskapin um, at tubbak er skaðiligt – og drepir. At roykja er óiva nógv skaðiligari enn at eta grind. Kortini er tað ein fjórðingur av føroyingum, sum roykja hvønn dag. So, hví skulu landslæknin og eg fáa eina slíka succes við einum boðskapi – at fólk skulu leggja knív og gaffil frá sær beinanvegin, tá ræður um grind og spik? spyr hann.

Pál Veihe vísir á, at kunningin um tað heilsuskaðiliga í at eta grind heilt vist fer at bera tann vegin, at nýtslan fer at fána burtur.

-Tá so nýtslan er minkað burtur í einki, verður grind ikki hildin til meira, tí føroyingar fara ikki at halda grind til bara til stuttleikar, leggur hann aftrat.

 

Tað tekur tíð

At døma eftir fólkinum, sum møtti upp í Hvannasundi – og sum meldaði seg til at fáa grind, er ikki nógv sum bendir, at tey taka ávaringina hjá tær og landslæknanum serliga álvarsliga?

- Jú, tað haldi eg kortini. Eg tosi við so nógv fólk, og eg síggi millum yngra ættarliðið, at stórar broytingar eru á veg. Eg hevði hildið tað verið undarligt, um fólk ikki flokkaðust í grindini í Hvannasundi.

Granskarin sigur, at broytingar sum hesar, ganga ikki í stórum lopum. Tær ganga í staðin spakuliga fyri seg.

Ein av teimum fyrstu seðlunum, sum vórðu róptir upp í grindini í Hvannasundi, var ein seðil til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hvussu hevur so granskarin tað við, at fólk sjálvt innan føroyska heilsuverkið ikki taka ávaringarnar hjá heilsumyndugleikanum serliga álvarsliga. Tað eru væl sjúklingarnir, sum fáa gleði av hesi grindini?

- Eg haldi, at tær almennu Føroyar – tær, sum eru skipaðar undir Føroya løgtingi og Føroya landsstýri – avgjørt ikki eiga at borðreiða við grind og spiki, tá heilsumyndugleikarnir í landinum hava sagt, at hetta ikki er ráðiligt. Um slíkt kortini verður gjørt, hongur tað jú ikki saman.

Pál Veihe heldur, at neyðugt er hjá almennu Føroyum at finna sær ein annan heilsumyndugleika, sum vil geva onnur ráð, um tilmælini, sum í hesum føri eru løgd fyri dagin, ikki verða fylgd.

Hann ikki, at tað soleiðis eigur at “leka” millum tað, sum heilsumyndugleikin sigur og tað, sum sjúkrahúsini í slíkum føri fyritaka sær.

- Øðrvísi er, tá talan er um privat fólk, tí her kunnu vit ikki áleggja teimum ikki at eta grind, leggur hann aftrat.

Pál Veihe hevur sjálvur verið læknastjóri, og vit spurdu hann tí, um sjúkrahúsini høvdu sloppið at lagt grind inn undir seg, um hann framvegis sat í hesum sessi?

- Nei, tað høvdu tey ikki. Eg hevði sagt, at nú hava vit gjørt eina niðurstøðu, sum er svár at gera, og avleiðingin er, at vit ikki borðreiða grind fyri sjúklingum. Vit býta jú heldur ikki sigarir ella sigarettir út til fólk á sjúkrahúsunum, leggur granskarin aftrat.

 

Fleiri spurningar

Hvussu langt eru tit komin í at granska í grind – og í vandanum av at eta grind?

- Nú hava vit granskað í hesum í meira enn 20 ár, og vit eru komin langt á leið. Men tað vísir seg soleiðis, at jú longri vit koma, jú fleiri spurningar taka seg upp. Eitt veldugt øki, sum eg haldi vera relevant at hyggja nógv meira at hjá okkum, er, hvørjir eginleikar í havføðini ávirka fiskin. At eta fisk hevur víst seg at virka minkandi uppá tey eitrandi evni, sum eru í kiksilvurinum. So vítt vit kunnu síggja, er tað ikki selen, sum ger hetta. Ein stórur møguleiki er, at tað eru tær fitisýrur, sum eru í havinum, men hetta er ikki vist.

Granskarin heldur, at tað er hendanvegin, vit eiga at fara.

- Vit eiga at vísa umheiminum, at okkara spísikamar – okkara útflutningsvøra – er heilsugóð.

Pál sigur, at fólk mangan halda, at tað er onkur annar úti í heimi, sum ger granskingararbeiði.

- Men soleiðis er tað ikki altíð. Vit eru í eini góðari støðu at gera hetta, og eg vóni, at vit fáa umstøður og møguleikar at gera tað í árunum sum koma, og at hetta verður ein varandi granskingaraktivitetur í Føroyum.

Pál Veihe heldur tað vera umráðandi at granska í, hvussu tilfeingið í havinum virkar upp á fólkaheilsuna hjá fólki í síni heild.

- Føroysk gransking hevur nógvar uppgávur fyri framman, leggur hann aftrat.