Helena Dam á Neystabø
-------
Vit kunnu staðfesta, at lesing – og kanska serstakliga faklig lesing er ein tann størsta avbjóðingin, sum fólkaskúlin skal loysa. Pisa kanningin sigur, at uml. 1/3 av næmingunum í 9. flokki hava ikki nóg góðan lesiførleika í mun til tey krøv, sum ein miðnámsútbúgving ella onnur útbúgving treytar.
Harumframt er tann altumfatandi digitaliseringin ein daglig avbjóðing hjá bæði lærarum og næmingum. Taka vit ikki ræðið á telduni, so tekur hon ræðið á bæði okkum og næmingunum. Einki er so vist sum tað.
Eg havi tí tikið stig til at bjóða øllum lærarum skeið í fakligari lesing og kunningartøkni skúlaárini 2011/12 og 2012/13, og eg meti, at við rættari fyrireiking og ráðlegging fer hetta stóra átak at bera til.
Skúlaárini 2011/12 og 2012/13 verður árliga skúladagatalið lækkað við til samans 5 døgum, soleiðis at tveir og tríggir dagar falla ávíkavist í 2011/12 og 2012/13.
Tveir dagar verða nýttir til fakliga lesing og tríggir dagar til kunningartøkni, og verður mannagongdin, at lærarar í teimum skúlum, sum luttaka á skeiðunum í fakligari lesing skúlaárið 2011/12, fara í 2012/13 á skeið í kunningartøkni og øvugt.
Verkætlanin verður skipað soleiðis, at hon ávirkar skúlagongdina sum minst, fellur ymiskar dagar í vikuni, verður fráboðað í góðari tíð og verður ráðløgd saman við skúlunum.
Talan er so statt um verkætlan, sum Mentamáaráðið skipar fyri í samstarvi við samanlagda stovnin,Vitan. Verkætlanin verður skipað fyri øllum lærarum í fólkaskúlunum kring landið.