Skeivt at privatisera nú

Marjus Dam úr Sambandsflokkinum heldur, at landið eigur at byggja upp eitt nútímas føroyskt samferðslukerv áðrenn hugsað verður um at privatisera

Tað gongur væl fíggjarliga í Føroyum, men samstundis verður spart so nógv, at samferðslukervið liggur í órøkt.

Hetta staðfestir Marjus Dam, sum er varalimur Sambandsfloksins í vinnunevndini.

Marjus Dam heldur ætlanina um at privatisera samferðsluna vera eina av mongum royndum at spara upp til fullveldi. Og at spara á samferðsluøkinum heldur hann vera alt annað enn rætt.

? Landið eigur at byggja samferðslukervið upp á eitt nútímas støði og síðani privatisera samferðsluna. Samferðslan í dag liggur í órøkt. Til dømis kann eg nevna, at fólk, sum búgva í Mykinese bert sleppa at ferðast nakrar fáar ferðir um vikuna, sigur Marjus Dam.


Javnan prís

Marjus Dam vísir á, at Leirvíksfjarðarleiðin og leiðin um Vestmannasund eru einastu farleiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins, sum veruliga geva yvirskot. Tí heldur hann, at landið eigur at røkja farleiðirnar, so vit øll lyfta undirskotið í felag.

? Landið eigur skattapeningin, sum vit rinda. Hesin skattapeningur er millum annað roknaður til samferðslukervið. Tí eigur landið eisini at syrgja fyri at byggja upp hetta kerv, sigur Marjus Dam.

Marjus Dam heldur, at hetta eisini merkir, at landið eigur at syrgja fyri, at allir borgarar í samfelagnum hava somu sømdir innan samferðsluna.

? Eg haldi, at ferðaseðlaprísirnir áttu at verið teir somu kring alt landið. Tað eigur ikki at kosa meira hjá einum suðuroyingi at sigla um Suðuroyarfjørð, enn tað eigur at kosta hjá einum vágamanni at sigla um Vestmannasund, sigur Marjus Dam.

Í hesum sambandi vísir Marjus Dam á, at tað hevði gjørst nógv dýrari at ferðast um Suðuroyarfjørð, um farleiðirnar vórðu privatiseraðar.


Kanna málið

Hóast Marjus Dam í fyrstu atløgu er ímóti at privatisera samferðslukervið, er hann grundleggjandi fyri privatiseringum. Tí heldur hann, at løgtingið gjølla eigur at kanna fyrimunir og vansar við at privatisera partar av samferðsluni, áðrenn støða verður tikin.

? Skal nakað av samferðsluni privatiserast, er heilt vist, at ein posi av pengum má fylgja við, so tey, sum røkja farleiðirnar, eisini eru før fyri at røkja tungar farleiðir og betra um tænastustøðið á teimum, sigur Marjus Dam.

Sambandstingmaðurin vísir á, at leiðin um Vestmannasund áður hevur verið á privatum hondum. Tá var tænastustøðið høgt, og mennirnir, sum keyptu Sam, roknaðu við at skula keypa nýggja ferju fimm ár seinni. Men síðani gjørdist leiðin almenn, og Sam silglir enn.