Skeivt at leggja meiri avgjald á bileigarar

- Tað er neyvan rætt at leggja fleiri avgjøld á brennievni til bilar.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Sum tað sást á grein í Portalinum í gjár, heitir Landsverk á politiska myndugleikan um at umhugsa at krevja fleiri bummgjøld á bilførarar fyri at brúka vegirnar, umframt at leggja eitt serligt avgjald á brennievni.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at avgjaldið á brennievni er nýliga hækkað, og hann heldur ikki, at tað er rætt at hækka tað enn meiri.

Spurningin um bummgjøld vil hann ikki siga nakað um enn, og yvirhøvur er hann ógvuliga varin at siga sína hugsan um samferðsluætlanina, Landsverk akkurát hevur latið úr hondum.

- Samferðsluætlanin skal nú til politiska viðgerð, og eg haldi ikki, at tað er rætt, at landsstýrismaðurin gevur sína meining til kennar frammanundan, sigur hann.

Kári P. Højgard heldur, at samferðsluætlanin er eitt sera hent amboð hjá politiska myndugleikanum.

Men hann staðfestir somuleiðis, at talan er um eitt fakligt tilmæli hjá Landsverki, og at tað er ikki vist, at fakliga tilmæli samsvarar við politiska viljan.

Tí er als ikki vist, at tilmælini frá Landsverki verða sett í verk, og tað er somululeiðis als ikki vist, at tey verða sett í verk í teirri raðfylgju, Landsverk skjýtur upp.

Men hvussu politiski viljin er, fáa vit at vita um einar tveir mánaðir, tí tá skal samferðsluætlanin til umrøðu í Løgtinginum.

Kári P. Højgaard ætlar nevniliga, at Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um samferðsluætlanina síðst í februar.

Tá fáa vit at vita, hvat politikarar halda um tunlar, bummgjøld, eyka avgjøld á brennievni, raðfestingar og útbyggingar og alt annað, Landsverk umrøður í ætlanini, sigur hann.