Klokkan trý, sunnumorgunin 29. desember, ringir familjan Olsen á Sandi til læknan. Herman Olsen er trongur, tungan er hovin, hann fær illa tosað og hevur brúk fyri læknahjálp.
Í umleið tveir mánaðir hevur Herman Olsen verið í kemoviðgerð fyri krabbamein í búkinum. Viðgerðin gongur eftir ætlan, og Herman livir rímiliga væl. Eitt hjáárin er tó, at hann viðhvørt hovnar. Hesa náttina hovnar Herman Olsen í svølginum, og eisini hovnar tungan.
- Serliga løgdu vit til merkis, at tungan hovnaði og hann hevði trupult við at tosa, sigur Jógvan Olsen.
Hann var heima hesa lagnunáttina, og hann var um pápan síðstu tímarnar, saman við mammuni, Elini Olsen.
Hóast lækni er á samdøgursvakt í Sandoynni, so ganga øll læknaørindi uttan fyri vanliga arbeiðstíð umvegis læknavaktina, sum er miðsavnað á Landsssjúkrahúsinum. Soleiðis er eisini sunnumorgunin 29. desember.
- Vit ringja til læknavaktina, men fáa har at vita, at hetta fer at laga seg. Hóast vit royna at greiða frá støðuni hjá pápa, so fáa vit at vita, at hetta er púra vanligt hjáárin, og at hetta fer at javna seg, greiðir Jógvan Olsen frá.
Tey taka boðini frá læknavaktini til eftirtektar, og Herman Olsen roynir at leggja seg aftur. Men støðan er einki serlig. Hann gerst alsamt meira trongur, fær ikki sovið og er uppi meginpartin av náttini. Tá klokkan nærkast sjey er heilt galið.
- Tá er pápi sera trongur, er illa fyri og fær ikki andað. Støðan er rættiliga hættislig fyri okkum, og vit royna sum frægast aftur at fáa fatur á lækna. Eg ringi enntá til alarmsentralin, sigur Jógvan Olsen, sum lýsir løtuna rættiliga kaotiska.
Pápin er illa fyri, og tey hava trupult við at fáa fatur á nøkrum lækna, ið kann hjálpa honum. Í eini desperatari roynd royna tey at fáa pápan út í bilin og yvir á læknamiðstøðina á Sandi.
- Tað eydnast okkum tá endiliga at fáa fatur á kommunulæknanum, sum kemur har eina lítla løtu seinni, greiðir Jógvan Olsen frá og heldur fram:
- Tá er pápi sera illa fyri. Hann klárar ikki at ganga inn á læknamiðstøðina, og læknin roynir at hyggja uppá hann, meðan hann situr í bilinum, leggur Jógvan Olsen afturat.
69 ára gamli Herman Olsen er tá somikið hovnaður, at hann fær ikki andað.
- Tað bleiv roynt at arbeiða uppá hann. Læknin fór inn eftir onkrum fyri hevilsi, og hjartastartarin bleiv vist eisini brúktur. Men hann missir vitið, sum vit standa har við honum í ørmunum, sigur Jógvan Olsen.
Óskiljandi
Fyri familjuna Olsen á Sandi er støðan bæði óskiljandi og ørkymlandi, og spurningarnir standa eftir ósvaraðir, nú teirra maður, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teimum.
- Pápi hevði verið í kemoviðgerð í tveir mánaðir, og læknarnir kenna væl saktans til tey hjáárin, ið kunnu standast av hesi viðgerð. Tað var jú hent fyrr, at hann var hovnaður, sigur Jógvan Olsen og heldur fram:
- Eg skilji ikki, hví vit ikki kundu koma í samband við ein lækna, sum kundi hyggja eftir pápa, men í staðin skulu vera avgreidd umvegis telefonina.
Í dag kann familjan bara gita sær til, hvat hevði hent, um so var at lækni var komin til Herman beinanvegin. Tankin um, hvat skjót læknahjálp kundi gjørt, spøkir alla tíðina.
- Hví trýstu vit ikki meira á fyri at fáa hann til lækna? Hví góðtóku vit boðini frá læknavaktini? Tað eru spurningar og kenslur, sum vit sita eftir við, sigur Jógvan Olsen.
Tað er ikki fyrstu ferð, at familjan hevur ringar royndir av læknavaktini. Herman var einaferð sjúkur í gallinum, og eisini ta ferðina var neyðugt at ringja til læknavaktina, sum bað tey um at síggja tíðina ann.
- Tá høvdu vit annars fingið at vita frá læknunum, at var tað minsta galið, so skuldi hann koma undir læknahond beinanvegin. Ta ferðina valdu vit at seta okkum upp ímóti læknavaktini og pápi kom á sjúkrahúsið, sigur Jógvan Olsen, og dregur ein parallel til hendingina 29. desember.
- Nei, eg veit ikki hví vit góðtóku boðini frá læknavaktini hesaferð, leggur hann afturat.
Jógvan Olsen dylir tó ikki fyri, at teirra støða fær seg at hugsa um, hvørt onnur atlit enn læknalig liggja aftanfyri avgerðirnar hjá læknavaktini.
- Eg rokni bara við, at læknarnir hugsa um, hvat tað eventuelt kostar at fáa ein sjúkling av Sandi norður til Havnar við Teistanum á miðjari nátt. Eg veit tað sjálvandi ikki, men tankarnir eru har, sigur Jógvan Olsen.
Óskiljandi er tað tó fyri familjuna, hví læknin í oynni ikki verður brúktur, tá hesin er á vakt.
- Eg skilji ikki, hví ein læknavakt skal taka støðu til heilsustøðuna hjá pápa, í telefonini úr Havn, tá vit hava ein lækna her í oynni. Vit ringja also ikki til stuttleikar til læknan á miðjari nátt, sigur Jógvan Olsen.
Eftirspæl
Herman Olsen andaðist henda lagnumorgun, 29. desember 2013, einans 69 ára gamal. Jarðarferðin var nýggjársdag, og familjan er í sorg.
Enn hava tey ikki tikið støðu til, um skeivu boðini frá læknavaktini skulu fáa eitt eftirspæl.
- Vit eru kunnað um, at vit hava rætt til at kæra. Men hartil eru vit ikki komin enn, leggur Jógvan Olsen afturat.










