og alt gekk teirra veg í byrjanini, tá teir komu á odda 11-5. Men so fekk eysturríkska liðið ein góðan endaspurt í fyrra hálvleiki, so Kroatia bert var á odda 11-10. Liðini fylgdust allan seinna hálvleik [...] vann tann ógvuliga dramatiska nervadystin við bert einum máli: 24-23, eftir at hava verið aftanfyri 11-15 í stegðinum. Allan dystin rann Danmark aftan á Noregi, og ikki fyrr enn ímóti dystarenda komu danskarar
, tá Ransin N. Djurhuus blásti hesa ígongd klokkan 15. Nakað væl av vindi var í Sarpugerði, men hóast B68 hevði hendan undan fyrru trý korterini, so megnaðu teir sjáldan at skapa nakað trýst móti móts [...] Toftamenn søgdu undan kappingarárinum, at málið fyrst og fremst var at stabilisera seg í deildini, og í so máta er málið væl og virðiliga rokkið. Men samstundis hava góðu úrslitini lagt upp til nakað nógv meira
Leygardagin var Jallurin fyrstur á mál. Hann vann í tættari kapping við Teistan av Argjum, sum var so mikið tætt at vinnarabátinum, at tað kann roknast við framhaldandi stórari og tættari kapping. Drekin [...] bátarnir, sum bjóða hvørjum øðrum av. Tað gekk ein løta, áðrenn myndin lagaði seg, men sum tað leið frá, so vóru tað hesir báðir bátarnir – tann myrkt reyði úr Sundalagnum og tann ljóst grøni úr Fuglafirði [...] sum varð sett í 2005. Tá var vinnaratíðin 5.26.13. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir leygardagin var 5.26.15!
øki. Hvussu eru Føroyar fyri í mun til onnur lond í NEATA? Vit eru fult á hædd við hini londini. Fyri 15 árum síðani frøddust vit um leikir úr baltisku londunum. Íslendskir leikir hava í mong ár bergtikið [...] men tónleikur hevur stóran áhuga. Eg undirvísi børnum eftir førimuni, spæli eitt sindur sjálvur og so eri eg við í Kallakórinum her í Nólsoy. Føroyskur dansur í vetrarhálvuni. Eg kom fyri nøkrum árum síðan [...] onkuntíð krimi, men teir skulu vera norðurlendskir ella enskir. Ein góður hondbóltsdystur er heldur ikki so galin. Er tú nakrantíð á seiðabergi ella á floti? Tíverri alt ov sjáldan, men tá bróður er heima úr
at: “Farið verður undir fyrireikingar til tjóðleikhús.” Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 vóru 1,5 mió kr. settar av til fyrireiking, men tá avtornaði og fíggjarlógin fyri 2010 var samtykt, var hendan [...] leggja neyva tíðarætlan fyri, nær hóskandi høli eru klár hjá Tjóðpallinum at taka í nýtslu. Er tað so, at landsstýrið og løgtingið ikki vilja skapa neyðugu fysisku karmarnar til Tjóðpallin nú, vilja vit [...] týðuliga, og samstundis greiða starvsfólkum Tjóðpallsins og Føroya fólki frá, hvat politiski myndugleikin so ætlar við Tjóðpalli Føroya.
Kvívíkingur vann kappingina millum 8-mannaførini á Norðoyastevnu, og avrikið og úrslitið vóru so mikið góð, at kvívíkingar fara at liggja í miðjuni, tá ið tað komandi leygardag aftur verður FM kappróður [...] Árnfirðingi fekk Kvívíkingur besta startin, og eina løtu var tætt millum hesar tríggjar bátarnar. Men so fór Kvívíkingurin rættuliga at røra upp á seg. Hann tók seg meiri enn eina bátslongd frá Argjabátinum [...] Kvívíkingur 07:22.09 2 Argjabáturin 07:25.14 3 Árnfirðingur 07:35.05 4 Fríggjarin 07:39.00 5 Ørvur 07:40.15 6 Knørrur 07:59.13
skjóti málini fyri Víking, segði hann. Fyri so vítt skulu Finnur Justinussen og Víkingur ikki seta fingurin á avrikið, sum liðið hevur stríðst fyri higartil. 15 stig í átta dystum, bara tvey færri enn oddaliðið [...] spældi fýra dystir uttan at skora, at eg føldi eitt trýst. Men allir framherjar fáa niðurtúrar, og so má tú bara arbeiða við tí, segði hann í Sosialinum í oktober í fjør. Finnur Justinussen hevur ikki
sum er vunnin í hesi kappingini í ár. Munurin millum teir báðar fremstu var meiri enn tvey sekund. So stórur hevur munurin ikki verið hinar fýra ferðirnar. Saman við Firvaldi av Tvøroyri og Bliki av [...] Royndina Fríðu og Blik bara eitt stig, og hóast tíðarmunurin hesa ferð var størri, enn hann hevur verið, so kann ikki sigast annað, enn at FM kappingin framvegis er beinhørð! trondur@sosialurin.fo 1 Royndin [...] 10 Havfrúgvin 05:17.24 Støðan 1 Royndin Fríða 33 2 Blikur 32 3 Firvaldur 19 4 Svanur 16 5 Jallurin 15 6 Teistin 14 7 Sílið 8 8 Junkarin 3
ikki so ógvuliga nógvum árum síðani vóru fast inventar. Í Streymnesi var eykaliðið hjá EB/Streymi í hálvleikinum á odda 3-1 ímóti teimum bestu hjá 07 Vestur, sum í 2. hálvleiki svaraði aftur, so úrslitið [...] Víkingur 25 HB 25 EB/Streymur 23 AB 19 NSÍ 18 FC Hoyvík 14 B68 2 AB, NSÍ, FC Hoyvík og B68 hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.
ikki lagt upp fyri, at sáttmálar við veitarar á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum eru prístalsviðgjørdir so dýrkar olja og hækka lønirnar, kostar tað eisini Strandferðsluni. Landsstýrið hevur heldur ikki lagt [...] ætlanin hjá samgonguni at leggja eitt serligt avgjald á oljuna, fer at kosta Strandferðsluni aðrar 1,5 til 2 milliónir. Samstundis hevur stovnurin eina lønarútreiðslu upp á 60 milliónir um ár. Tað merkir [...] ferðaseðlum upp, sigur Bogi Mortensen. Akkurát, hvussu hann sær myndina fyri sær, vil stjórin ikki siga so nógv um, tí enn eru nógv ókend viðurskifti. Men einføld høvuðrokning sigur kortini, at skal ein sparing