Erla og Jallur best í tøttum róðrum

5-MANNAFØR GENTUR OG DREINGIR: Lagt er upp til sera spennandi kapping millum dreingjamanningarnar og gentumannngarnar

Úrslitini á Norðoyastevnu boðaðu frá, at tað eru somu bátar, ið seta dám á kappingina millum 5-manna­før við dreingjum og gentum, sum í fjør kappaðust um sigrarnar og FM heitini.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri var FM vinnari í fjør í kapp­ingini millum 5-mannafør við dreingjum. Ta ferðina var blái bát­urin næstfremstur á Norðoya­stevnu.
Leygardagin var Jallurin fyrstur á mál. Hann vann í tættari kapping við Teistan av Argjum, sum var so mikið tætt at vinnarabátinum, at tað kann roknast við framhaldandi stórari og tættari kapping. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var leingi heilt væl við, men hann datt aftur á triðja plássið.
Tað vóru altso tríggir bátar úr høvuðsstaðnum, sum endaðu á heiðursmerkjaplássunum í hesi kapp­ingini. Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur plaga at vinna nógvar kappingar. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Sigurin hjá dreingjunum umborð á Jalli var tann einasti, sum tað hesa ferð eydn­aðist teimum báðum stóru róðrarfeløgunum í Havn at vinna – um­framt at Jallurin eisini var bestur í gentukappingini í barna­róðr­inum.
Erla betri enn Hvassi
Í fjør var Hvassi úr Sundalagnum suve­renur FM vinnari í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Tá vóru fyrstu lunnarnir lagdir undir FM heitið við sigri á Norðoya­stevnu. Í FM kappingini var Erla Kongs­dóttir næstbest. Tað vóru seks stig frá Hvassa og aftur til Erlu Kongsdóttir. Tað komst millum annað av, at Erla ikki megn­aði meiri enn triðja plássið á Norð­oya­stevnu.
Í nýggju kappingini eru tað aftur hesir báðir bátarnir, sum bjóða hvørjum øðrum av. Tað gekk ein løta, áðrenn myndin lagaði seg, men sum tað leið frá, so vóru tað hes­ir báðir bátarnir – tann myrkt reyði úr Sundalagnum og tann ljóst grøni úr Fuglafirði – sum løgdu seg fram i oddin.
Endaspurturin var sera tættur, og Erla Kongsdóttir kom á mál skutin frammanfyri Hvassa. Úrslitið boðar frá spennandi kapping í sjey kapitlum. Annað kapitul verður skrivað longu leygardagin, tá ið tað verður kappast á Eystanstevnu á Skálafjørðinum.
2012 er áttanda árið, at tað er kapping í 5-mannaførum fyri bæði gentur og kvinnur. Vinnara­tíð­in hjá Erlu Kongsdóttir var tann næstbesta hesi átta árini á Norðoya­stevnu, og tað var ógvuliga tætt við, at nýtt met varð sett.
Drekin eigur metið, sum varð sett í 2005. Tá var vinnaratíðin 5.26.13. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir leygar­dagin var 5.26.15!