Bara eina ferð hava vágsdreingir í Royndini Fríðu vunnið FM. Tað var í 1994 ella fyri sekstan árum síðani. Felags fyri teir sjey, sum nú manna Royndina Fríðu er, at teir ikki minnast, hvussu tað gekk fyri seg í 1994. Onkrir teirra vóru ikki føddir, og aðrir lógu tað summarið í barnavogni.
Í illfýsnu umstøðunum, sum valdaðu tíðliga seinnapartin leygardagin í Vestmanna, vunnu vágsdreingir kappingina millum 5-mannafør við dreingjum, og harvið løgdu teir seg á odda í FM kappingini. Talan er um tætta kapping, tí Blikur, sum hesa ferð var næstfremstur, er bara eitt stig aftanfyri.
At Royndin Fríða má roknast at vera FM favorittur kemst eisini av, at vágbingar hesar seinastu ferðirnar hava verið alt meiri sannførandi. Fýra tær fyrstu ferðirnar skiftust hesir báðir bátarnir um at vinna. Blikur vann í Klaksvík, Royndin Fríða í Hvalvík, Blikur á Skálafjørðinum og Royndin Fríða vann í Vági.
Hesa mannagongdina – at bátarnir vinna aðru hvørja ferð – gjørdi Royndin Fríða upp við í Vestmanna, og ikki bara tað. Sigurin hjá vágbingum á Fjarðastevnu var tann mest sannførandi, sum er vunnin í hesi kappingini í ár.
Munurin millum teir báðar fremstu var meiri enn tvey sekund. So stórur hevur munurin ikki verið hinar fýra ferðirnar.
Saman við Firvaldi av Tvøroyri og Bliki av Argjum fekk Royndin Fríða besta startin, og fyrstu løtuna var tað tætt og javnt. Tá ið málið var hálvrógvið sprakk Royndin Fríða eina bátslongd og meiri enn tað framum Firvald, sum var væl frammanfyri Blik. Støðurnar vóru rættuliga skiftandi, men Royndin Fríða varð ongantíð hótt frammi í oddinum.
Blikur megnaði at taka Firvald, men argjadreingir megnaðu einki at gera við Royndina Fríðu. Í FM kappingini er munurin millum Royndina Fríðu og Blik bara eitt stig, og hóast tíðarmunurin hesa ferð var størri, enn hann hevur verið, so kann ikki sigast annað, enn at FM kappingin framvegis er beinhørð!
trondur@sosialurin.fo
1 Royndin Fríða 04:51.09
2 Blikur 04:53.19
3 Firvaldur 04:57.17
4 Svanur 05:01.12
5 Jallurin 05:02.01
6 Junkarin 05:03.14
7 Teistin 05:04.21
8 Sílið 05:08.04
9 Beinta 05:14.08
10 Havfrúgvin 05:17.24
Støðan
1 Royndin Fríða 33
2 Blikur 32
3 Firvaldur 19
4 Svanur 16
5 Jallurin 15
6 Teistin 14
7 Sílið 8
8 Junkarin 3