Íslendingar stuttleika sær

Meðan íslendingar mestsum stuttleikaðu sær ímóti russum, máttu danskarar ígjøgnum alt kensluregistarið, áðrenn sigurin ímóti Noregi var fingin undir land

EM-hondbóltur

Ísland var greiður favorittur undan dystinum ímóti Russlandi. Fleiri veddingarfyritøkur bjóðaðu enntá sínum viðskiftafólkum at vedda upp á ein handikappsigur til Ísland.
Ísland vann eisini ein sannførandi 38-30 sigur á Russlandi, eftir 19-10 í hálvleikssteðginum. Longu tíðliga í dystinum førdu íslendingar við átta málum, og tann munurin helt sær dystin út.
Íslendingar vóru gjøgnumgangandi betri. Í seinna hálvleiki sluppu fleiri av eykamonnunum hjá Íslandi at royna seg, og teir gjørdu sær als ikki fyri skommum, tí onkra løtuna í seinna hálvleiki var munurin heili 11 mál.
Ólafur Stefánsson og aðrir profilar sluppu at hvíla seg, áðrenn ta stóru uppgávuna ímóti norðmonnum hósdagin. Ungu mennirnir settu fleiri góð mál inn, og staðfestu, at Ísland er eisini eitt lið, sum roknast kann við í komandi tíðum.

Grannagysari
Danmark var bara eina ferð á odda í øllum dystinum ímóti Noregi, men tað var, tá tað taldi mest. Danmark vann tann ógvuliga dramatiska nervadystin við bert einum máli: 24-23, eftir at hava verið aftanfyri 11-15 í stegðinum.
Allan dystin rann Danmark aftan á Noregi, og ikki fyrr enn ímóti dystarenda komu danskarar upp á javnt. Norska liðið hevur eitt søguligt kompleks ímóti Danmark, tá tað kemur til endaspøl, og tað spøkti aftur ímóti dystarenda í gjár.
Kasper Hvidt gjørdist stóra hetjan hjá Danmark. Hann helt Danmark inni í dystinum við fleiri góðum bjargingum, og tá ein hálvur minuttir var eftir bjargaði hann einum brotskasti hjá Håvard Tvedten.
Danmark kundi brúka javnleik, meðan Noreg mátti vinna, men fyri at gera ilt verri, staðfesti Danmark pínuna hjá Noregi við at taka bæði stigini í seinastu løtu. Anders Eggert skoraði hegnisliga hjá Steinar Ege, sum annars aftur stóð ein góðan dyst fyri Noreg.

Tepur sigur
Eysturríki stríddist aftur manniliga, men gjørdist aftur ov stutt í dystinum ímóti Kroatia, sum vann 26-23, eftir hálvleiksleiðsluna 11-10.
Kroatar løgdu hart út og alt gekk teirra veg í byrjanini, tá teir komu á odda 11-5. Men so fekk eysturríkska liðið ein góðan endaspurt í fyrra hálvleiki, so Kroatia bert var á odda 11-10.
Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, men ímóti dystarenda megnaði Kroatia at skapa endaligu frástøðuna.
Íslendski venjarin hjá Eysturríki, Dagur Sigurðsson, var rikin av vølli, tí hann mótmælti harðliga, at svensku dómarnir, Rickard Canbro og Mikael Claesson, tóku eina fría málatsókn frá Eysturríki, tá støðan var 23-21 til Kroatia.