Teir næstbestu eru betri enn teir bestu

Munurin millum bestu og næstbestu fótbóltsdeildina tykist at vaksa. Tað er aftur undirstrikað í hesi vikuni.

Tey trý fremstu í næstbestu deildini hava øll spælt í gjárkvøldið ella í kvøld. Felags fyri tey øll var, at tey hittu næstbesta liðið hjá felag, sum eisini er umboðað í bestu deildini, og felags er eisini, at einki av teimum trimum bestu í næstbestu deildini megnaði at vinna á eykaliðunum hjá Vodafonefeløgum.

Í Klaksvík varð KÍ í ein tíma úrlatið av væl upplagda eykaliðnum hjá Víkingi, sum tó var styrkt við fýra Vodafone spælarum - Bárður Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Hjartvard Hansen.

Úrslitið var 4-2 til Víking, sum í 2. hálvleiki tóktist at slaka eitt sindur av og skifti út, áðrenn KÍ svaraði aftur tvær ferðir.

Gongdin var staðfesting av, at tað er langt hjá klaksvíkingum upp aftur á toppin, har teir inntil fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðani vóru fast inventar.

Í Streymnesi var eykaliðið hjá EB/Streymi í hálvleikinum á odda 3-1 ímóti teimum bestu hjá 07 Vestur, sum í 2. hálvleiki svaraði aftur, so úrslitið gjørdist 3-3.

Í annaðkvøld skal EB/Streymur spæla steypafinalu í Klaksvík, og tí sigur tað seg sjálvt, at ongir av Vodafonespælarunum vóru við í kvøld.

Í gjárkvøldið tapti TB 2-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Úrslit

4. august

HB-TB 2-1 (1-1)

0-1: Rógvi Joensen 14.

1-1: Bárður Mortansson br 38.

2-1: Bárður Mortansson 48.

 

5. august

EB/Streymur-07 Vestur 3-3 (3-1)

1-0: Arnar Dam 18.

2-0: Jens Michael Jensen 24.

2-1: Johan Ejvind Mouritsen 36.

3-1: Teitur Joensen 45.

3-2: Johan Ejvind Mouritsen 55.

3-3: Tór-Ingar Akselsen 81.

 

KÍ-Víkingur 2-4 (0-3)

0-1: Dánjal Pauli Lervig 28.

0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu 29.

0-3: Finnur Justinussen 32.

0-4: Finnur Justinussen 57.

1-4: Steffan Kalsø 58.

2-4: Steffan Kalsø 73.

 

7. august

AB-FC Hoyvík

8. august

HB-NSÍ

TB-B68

 

Støðan

KÍ 31

07 Vestur 30

TB 29

Víkingur 25

HB 25

EB/Streymur 23

AB 19

NSÍ 18

FC Hoyvík 14

B68 2

AB, NSÍ, FC Hoyvík og B68 hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.