Víkingur heldur fast um trýstið

B68 misti týðandi fet í heiðursmerkjastríðnum, tá tankarnir fyri tað nógva vóru uttan fyri heldur enn á vøllinum

Fótbóltur

 

Málið um leikbannað hjá Ahmed Keita, sum kortini varð av ongum, er lýst aðrastaðni á hesum síðum.

Málið endaði við, at B68 hóast alt slapp at fáa toppskjúttan við til dystin, men tað er eingin ivi um, at hetta var eitt órógvandi element í fyrireikingunum til dystin.

Í øllum førum var ein staðfesting, at Víkingur var nógv betur fyri at spæla týðandi uppgerðina, tá Ransin N. Djurhuus blásti hesa ígongd klokkan 15.

Nakað væl av vindi var í Sarpugerði, men hóast B68 hevði hendan undan fyrru trý korterini, so megnaðu teir sjáldan at skapa nakað trýst móti mótstøðumálinum.

Heldur var tað Víkingur, sum trýsti, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta seg á sigurskós beint undan steðginum, tá Hanus Jacobsen sendi dundurskot í netið av brotsteigarmarkinum.

Eftir steðgin hevði Víkingur vindin undan, og fyri tað allar mesta ferðaðist bólturin tá uppi á hálvuni hjá B68. Tað var ikki líkt til, at toftamenn skuldu gera nakran álvarsligan vørr ímóti vertunum, og tá Finnur Justinussen á tímanum styrkti um sína støðu ovast á føroysku máltindunum, var klárt hjá gøtumonnum at steingja og sløkkja.

 

Halda um silvurvónina

Sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis heldur fast um trýstið á EB/Streymi, sum í løtuni er á silvurplássinum.

Víkingur hevur komandi umfarið heimadyst móti B36, og gevur tann dysturin eisini trý stig, er lagt upp til eitt rimmar ár hjá Víkingi, sum longu hevur vissað sær steypasigurin í ár.

Tað er tó eingin loyna, at júst steypasigurin gjørdist dýrur í landskappingini. Næstu umførini taptu víkingarnir móti ÍF, KÍ og 07 Vestur, og við at skeita at stigatalvuni í dag, fæst sjón fyri søgn um, at talan her var um sera dýr stig, ið vórðu mist.

Tað vóru tey í Gøtu hjá B68 eisini. Toftamenn søgdu undan kappingarárinum, at málið fyrst og fremst var at stabilisera seg í deildini, og í so máta er málið væl og virðiliga rokkið.

Men samstundis hava góðu úrslitini lagt upp til nakað nógv meira á Toftum. Og eftir at hava liðið á silvurplássinum stóran part av kappingini, er eitt fjórða pláss helst ikki tað, sum toftamenn ætlaðu sær, tá fari varð undir endaspurtin.

Enn sum áður heldur B68 tó fast um plássið, sum gevur europiska atgongd, og bara tað í sjálvum sær man eisini kennast sum ein stórur sigur hjá liðnum.