Vit eru fult á hædd við hini londini í amatørsjónleiki

Tað heldur Hilmar Joensen, sum bæði er formaður í MáF og NEATA, sum er norðureuropeiski felagsskapurin fyri amatørsjónleik. Honum dámar best at halda seg í Norðanlondum, og ovndampaður laksur er lívsrætturin

Hvussu hevur føroyskur amatørsjónleikur tað í løtuni?
Áhugin er vaksandi kring landið, tað verður áhugavert at síggja hvat hendir næstu árini.


Hvussu kunnu umstøðurnar betrast?
Leiklistaskúlin er okkara ”lokomotiv”, árinið frá skúlanum skapar gróður.
Dagligi leiðarin í MáF fer at seta seg í samband við áhugaleikarar runt um í landinum og fáa gongd á, har tað er møguligt. Samstarv millum feløg er ein gongd leið.


Hvussu kanst tú sum formaður í NEATA ávirka til tað betra?
Tað gevur mær møguleika fyri at síggja hvat rørir seg úti í heimi. Framburður hendir einans, um vit fáa íblástur uttanifrá. Tað gevur eisini okkara leikaraum møguleika at koma út um landoddarnar at hitta onnur við sama áhuga. Alheimsgerin er eisini á hesum øki.


Hvussu eru Føroyar fyri í mun til onnur lond í NEATA?
Vit eru fult á hædd við hini londini. Fyri 15 árum síðani frøddust vit um leikir
úr baltisku londunum. Íslendskir leikir hava í mong ár bergtikið okkum. Seinastu 5 árini hava føroyskir leikir sett djúp spor úti í heimi.
Føroyskur ungdómur er ótrúliga dugnaligur.


Hvussu heldur tú teg í form?
Renni og gangi eitt sindur, fari eisini á venjingarmiðstøð av og á. Eg eri tó alt ov dovin.


Hvat ger tú í frítíðini?
Mesta tíðin fer til sjónleik, men tónleikur hevur stóran áhuga. Eg undirvísi børnum eftir førimuni, spæli eitt sindur sjálvur og so eri eg við í Kallakórinum her í Nólsoy. Føroyskur dansur í vetrarhálvuni.
Eg kom fyri nøkrum árum síðan uppí Kiwanis Tórshavn, tað er ein spennandi felagskapur.


Ferðast tú nógv í egnum landi?
Alt ov lítið, men míni frítíðarítriv geva mær møguleika at vitja ymsastaðni.


Hvar gongur leiðin, tá tú ferðast uttanlands?
Eg kenni meg best í norðurlondum, Ísland er í løtuni fyrsta val. Annars hava vit summarhús í Danmark.


Fylgir tú væl við EM í fótbólti?
Tað hevur ikki tann stóran áhugan.


Hvat hyggur tú annars at í sjónvarpinum?
Tíðindi, Náttúrusendingar í NRK, onkuntíð krimi, men teir skulu vera norðurlendskir ella enskir. Ein góður hondbóltsdystur er heldur ikki so galin.


Er tú nakrantíð á seiðabergi ella á floti?
Tíverri alt ov sjáldan, men tá bróður er heima úr Danmark sleppi eg onkuntíð í fjørðin at pilka tosk.


Hvat er tín lívrættur?
Ovndampaður føroyskur alilaksur er tað besta eg fái.


Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eg havi einki náttborð, men eg havi eina bók undir koddanum, tað er Kunsten at fortælle