so illa, at hann ikki verður at síggja aftur á vøllinum í ár. ? Eg eri sjálvandi sera keddur um hetta. Hondbóltur hevur sera nógv at siga fyri meg, og tað harmar meg nógv, at eg ikki kann spæla meir í [...] VÍF-venjarin. Hann vísir kortini á, at tað altíð ber til at síggja okkurt positivt í øllum, og at hetta ger, at hann nú betur kann konsentrera seg um venjarauppgávuna. Daniel Rapa hevur ikki sligið sítt navn so [...] Og nú vit tosa um landslið og framgongd, kann hann ikki lata vera við at koma við einum hjartasuffi: ? Eg haldi tað vera stór skomm, at Føroyar ikki hava eitt A-landslið í hondbólti. Eg merki tað á mínum
m Monato). Hví føroyingar tykja hava valt at nýta enska framburðin /júro/ fram um allar aðrar, er ikki gott at vita. Vit plaga heldur at vilja hava alt »sum í Danmark«, men kanska er hetta eitt tíðartekin [...] /Júrop(a). - Betur hevði sitið, um vit á føroyskum góvu hesi »júroini« heimsligt málsnið, tá ið hon kortini verður so ymisliga framborin, og her valdu, so sum Jóhan Hendrik hevur skotið upp, at sagt, at á [...] á føroyskum eitur felagsgjaldoyrað í Evropasamveldinum ein evra (veikt bent kvennkyn: »eg eigi ikki eina evru« - »tað kostar 100 evrur«. - Berið saman við, hvussu Jákup Jakobsen doktari gav fremmandaorðinum
Tað var ikki bert toppdystur í flogbólti í Kambsdali um vikuskiftið. B-liðið hjá ÍF, sum liggur í hinum endanum á stigatalvuni hevði leygardagin vitjan av Mjølnir, men teir fingu ikki nær námind so nógv [...] settúrslitini siga, so var munurin als ikki so stórur tá til stykkis kom. Mjølnir vann nevniliga 15-13, 15-11 og 15-10, so eitt sindur av spenningi var í kortini. Hjá Mjølnir var tað serliga Jóannes Poulsen [...] sera gott slag, og til tíðir er tað næstan ómøguligt at steðga honum. Fuglfirðingar høvdu í hvussu er ikki eydnuna við sær, hóast teir royndu. Jóannes plagar at fáa nógv burturúr á miðjuni, men leygardagin
tað ikki var eitt nú Mjølnir, sum stóð hinumegin netið sunnudagin. Onkur kann kalla sigurin hjá Drátti ein avgreiðslusigur, og tað er tað fyri sovítt eisini, men b-liðini hjá Fleyr og TB eru ikki so vánalig [...] deildini. Sunnudagin eydnaðist tað eisini Drátti at vinna 3-0 á Fleyr b, men avrikið hjá vágaliðnum var ikki gott, og eitt sterkari mótstøðulið hevði ivaleyst revsað Drátt fyri hetta. Dráttur vann 3-0 við s [...] hjá Fleyr b, meðan eingin gjørdi nakað serliga vart við seg á liðnum hjá Drátti. Men tað eydnaðist kortini heimaliðnum at vinna 3-0, men burtursæð frá úrslitinum fara tær helst at royna at gloyma henda dystin
konservativu hevði boða frá luttøku, men tíverri hevði hann úr at gera í valdømi sínum og fekk tí ikki luttikið. Frá kl. 19.00 vóru fólk boðin vælkomin við durðasnapsi og kl. 19.50 tá øll vóru komin, var [...] varð við fiskaborði. Rávøruna hevði Faroe Seafood latið, og varð hendan tilgjørd eftir ávísingum av Dánjal Petur Mariusarson. Afturvið leskaðu veitslugestirnir sær við frálíkum øli og sodavatni, ið Føroya [...] klaver undirspælinum til vælkendar veitslusangir, ið Marjun Nedlestone Joensen hevði latið prenta. Ikki kann sigast annað enn at rættur føroyskur veitsluhýrur var á fólki, og sermerkti hetta eisini kvøldið
gerandisdegnum hjá flestum okkara, ikki minst børnunum, har vit støðugt lata okkum fóðra við tí nýggjasta, tí mest ótrúliga, tí mest spennadi, tí mest syrgiliga og ikki minst við tí mest ráða og ræðuliga [...] gjørt av sovandi børnum seinnu árini. Aftari í bókini eru nótar við besiffringum av øllum sangunum. Dánjal Eysturstein hevur staðið fyri tí partinum. Aftast er yvirlit, sum í stuttum lýsir yrkjarar, týðarar [...] frá barnaárunum - løtur, tá hugurin hevði frítt at fara í tryggum og fjálgum umhvørvi. Løtur, sum ikki koma av sær sjálvum, men sum uprenna, tá ið vit koma hvørjum øðrum við ? foreldur og børn. Løtur,
heldur samstundis, at tað er torført at meta um, hvat er hent í málinum, av tí at andstøðan ikki hevur innlit, og ikki veit í smálutum, hvat er hent í málinum um samanleggingina og uppsøgnina av landsverkf [...] Hvat hevði tú annars væntað av hesum fundi? ? Eg hevði ikki væntað annað enn tað sum hendi, men sum eg skilji hetta, so vil Tjóðveldisflokkurin ikki annað enn fullveldi, og letur tí Fólkaflokkin fáa sín [...] skilji, biðið um fyrigeving, sigur Edmund Joensen, sum einki hevur at siga til tað. ? Tað undrar meg kortini at samgongulimirnir Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund, sum lovaðu bál og brand fyri jól, og
heldur ikki, at løgmaður letur seg niðurbinda av sínum egna landsstýrismanni og letur hann gera akkurát sum hann vil. Góðtóku kortini Heini O. Heinesen sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur kortini góðtikið [...] samgonguni byggir alt á gamla, ikki minst tær gomlu leivdirnar frá Edmundi Joensen. ? Arbeiðið, sum nú fer fram í samgonguni er ikki annað enn framhald av tí, sum Edmund Joensen ikki hevði stundir seta í verk [...] samgonguni. Stavnhaldinum kunnu vit ikki sleppa, uttan víðari. ? Men at siga, at vit góðtaka hvat sum helst, er skeivt, tí tað hava vit ikki gjørt, og tað gera vit heldur ikki. ? Men vit bíða spentir eftir
gera okkurt burturúr fótbóltinum. Men tað verður ikki hvørt vikuskiftið, tí tað er tað ikki kapasitetur til. Harumframt spælir føroyska A-landsliðið ikki færri enn fýra heimadystir í ár í EM-undankappingini [...] Sjónvarpið hevur fingið, tí tað ikki sendir nóg nógvan føroyskan ítrótt, og hann sigur, at tey kenna kritikkin og skilja hann. Teir ítróttaráhugaðu føroyingarnir hava kortini ymiskt at gleða seg til, bæði [...] oynni Gotlandi í summar. ? Á Jersey fyri tveimum árum síðani høvdu vit nógv fólk á staðnum. Tað er jú ikki heilt bíligt at senda so nógv fólk avstað í so langa tíð, men vit ætla so sjálvandi at fylgja væl
Hon gongur sum heitt breyð. Og Jákup ivast ikki. ? Ja, eg rokni avgjørt við, at leiðin gongur aftur til USA komandi ár. Hvat verður á skránni tá, veit Jákup ikki. Men tað vera neyvan glerpípur og klokkuljóð [...] Zacharissen. ? Eg og Regin settu okkum í fjør at gera arbeiða við einum tveimum løgum, men tað kom ikki víðari enn til tað, leggur Jákup aftrat. Tríggir produsarar Í ár skuldi tað so vera. Jákup nevndi [...] spælir við á fleiri á løgunum. Hálvan triðja dag Ferðin til USA tók tíggju dagar hjá teimum fýra. Kortini bleiv allur tónleikurin spældur inn eftir bert tveimum og einum hálvum degi. ? Vit vóru í einum lítlum