Euro - Júro - ?

Nógv hevur verið skrivað og ikki sørt talað um nýggja gjaldoyrað hjá Evropasamveldinum, skrivað euro eftir fyrra liði í navninum á heimsparti okkara, men eins og hetta navnið ymisliga framborið.

Stavsamansetingin <eu> verður eitt nú á grikskum og donskum framborið, nakað sum tað verður skrivað, /eu/, men á fronskum og hálendskum sum /ø/, á enskum sum /jú/, á týskum /oj/, kimbriskum (í Wales) sum ej/, gæliskum (í Skotlandi) millum /e/ og /i/ (sambært esperantoblaðnum Monato).

Hví føroyingar tykja hava valt at nýta enska framburðin /júro/ fram um allar aðrar, er ikki gott at vita. Vit plaga heldur at vilja hava alt »sum í Danmark«, men kanska er hetta eitt tíðartekin.

Tú kundi spurt, um tað næsta so verður, at vit heldur enn at siga /Evropa/ nú eisini skulu kalla heimspart okkara /Júrop(a).

- Betur hevði sitið, um vit á føroyskum góvu hesi »júroini« heimsligt málsnið, tá ið hon kortini verður so ymisliga framborin, og her valdu, so sum Jóhan Hendrik hevur skotið upp, at sagt, at á føroyskum eitur felagsgjaldoyrað í Evropasamveldinum ein evra (veikt bent kvennkyn: »eg eigi ikki eina evru« - »tað kostar 100 evrur«. - Berið saman við, hvussu Jákup Jakobsen doktari gav fremmandaorðinum ?dato? føroyska sniðið ?dáta?).


Jeffrei Henriksen